fríggjadagur 10. september 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 131 · 10. september 2010
4
VIKUSKIFTI
Ironman
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Ein nærum 4 km langur svimjitúrur.
Síða ni ein súkklutúrur á meiri enn 180
km. Og so eitt heilt marathon á 42,2 km.
Alt skal gjøgnumførast út í eitt –og so
skjótt sum gjørligt. Tað er eitt ironman.
Bara tankin man vera nóg mikið til,
at tey flestu missa ondina, men Karina
Otto sen úr Havn er púra bitin –og hon
held ur tað enntá vera stuttligt.
- Eg havi roynt allar ítróttargreinar,
sum eru í Føroyum. Serliga rógving og
flog bólt dámdi mær væl, men tað var
ikki fyrr enn seinni, at eg fekk eyguni
upp fyri Ironman, greiðir Karina frá.
Nú hevur hon vant í 5 ár, og í summ-
ar megnaði hon at kvalifisera seg til HM
í ironman - fyri aðru ferð. Hon hevur tó
ikki ráð at luttaka, og tí venur hon nú
ístað in til eina vanliga ironmankapping,
sum verður í november.
Alsamt meiri venjing
Tað var, meðan Karina var guide á La
Santa Sport, ið er eitt stað, har sera
nógv ítróttarfólk koma at venja, at
hon fyrstuferð upplivdi eina ironman-
kapp ing.
- Eg varð bergtikin av tí beinanvegin,
og eg byrjaði í smáum. Var við í onkrum
smærri kappingum, eins og venjingin
spaku liga gjørdist størri og størri partur
av lívinum.
- Tá eg fór undir at útbúgva meg til
fysio tera peut í Keypmannahavn vóru
20 km millum skúlan og íbúðina. Tá
keyp ti eg mær eina ordiliga súkklu og
súkklaði altíð báðar vegir. Og so var eg
við í onkrum styttri kappingum. Men
tað var ikki fyrr enn í 2005, at eg byrjaði
at kappast av álvara.
Yvirtala seg sjálva
Nú, fimm ár eftir, at hon byrjaði, hevur
Karina verið við á trimum heilum Iron-
man kappingum, umframt fleiri hálv-
um. Hon hevur eisini kappast í triathlon
og í OL-distansuni av ironman, sum
er ein styttri útgáva. Og tað gongur
strúk andi hjá henni. Seinasta ironman
kapp ingin var í juli, og tá gjørdist hon
numm ar tvey millum professionellu
kvinnurnar.
- Tað skal sera nógv venjing til og
sum er, venji eg millum 20 og 35 tímar
um vikuna. So tað krevur bæði tíð og
orku. Onkuntíð kemur tað tó fyri, at
eg ikki tími út at venja, til dømis um
veðr ið er keðiligt, ella um eg havi nógv
ann að at gera.
- Men óansæð hvussu nógv talar
ímóti, so fari eg altíð út. Tað gevur eina
góða kenslu, tá eg klári at yvirtala meg
sjálva. Eg hugsi, at ”akkurát hendan
ven j ing in er tað, sum ger, at eg fari at
vin na á teimum, sum ikki tíma út at
venja í kvøld”, greiðir Karina frá.
Hóast teinarnir kunnu tykjast svak-
liga langir fyri vanlig fólk, so sigur
Karina seg einans hava havt positivar
upp liv ingar við kappingunum.
- Sjálvandi sníkja onkrir negativir
tank ar seg inn, meðan man er til kapp-
ing. Tá man hevur svomið 4 km, hev ur
súkklað í 3 tímar, og man veit, at man
fram veg is hevur 2 tímar eftir á súkklu-
ni, umframt eitt heilt maraton, tá kann
man viðhvørt seta spurnaðartekin við,
hvat tað er, man er farin í holt við.
- Men tað lættasta er at gevast. Tað er
so lætt at steðga og bara fara heim. Men
tá tann tankin kemur sníkjandi, so verði
eg treisk. Eg skal so aldrin taka lættastu
loysn ina, tí eg havi vant so nógv. Eg
SKAL gjøgnumføra. Og tá man klárar
at pressa seg forbí teir uppgevandi
tankar nar, so vendist hugburðurin til,
at ”hetta klári eg saktans”.
Karina leggur dent á, at tað eisini
hev u r stóran týdning, hvørji mál man
set ur sær sjálvari.
- Tað týdningarmesta fyri meg er at
gjøgn um føra og at hava tað stuttligt.
Tey, sum vilja hava eina ávísa tíð, gera
tað ofta verri fyri seg sjálvi og økja bara
trýst ið.
Venjing, venjing, venjing
Karina greiðir frá, at hon altíð fyrireikar
seg sera væl, áðrenn hon fer til eina
kapp ing.
- Eg havi gjørt hetta í tilsamans 5 ár.
Summi, sum melda seg til kapp ing ar -
nar, venja í 4 mánaðir, og so halda tey
seg vera í góðari venjing. Men tað tekur
minst eitt ár at venja til eitt iron man, og
tað vísir seg eisini, at tey, sum noyðast
at steðga ella ganga undir mara thoni-
num, ikki hava vant nóg leingi og nóg
mið víst.
- Hetta er ikki ein ítróttargrein, sum
man íðkar til stuttleika, men ein lívs-
stíl ur. Eg brúki so mikið nógva tíð til
hetta, at bæði familja, vinir og sjeikur
mugu verða ein partur av tí, og tey
mugu verða innstillað uppá, at eg nýti
tað mesta av míni frítíð til venjing. Ger
man hetta, so má man satsa alt.
- Til dømis eri eg altíð tann fyrsta,
sum fer heim úr veitslum, tí eg skal út
at súkkla í fimm tímar dagin eftir. Eg
kann heldur ikki fara heim til Føroyar
at ferðast, tá eg havi hug, tí eg eri
noydd at hava súkkluna við, og tað ber
ikki altíð til, sigur Karina -bara fyri at
nevna tvey dømi.
Men nógva venjingin og offr i ni á
vegnum hava givið úrslit. Eina ferð
hev ur hon luttikið í Heims meistara-
kapp ingini, sum altíð verður hildin á
Hawaii, og tá fekk hon eitt 6. pláss í
sínum aldursbólki. Nú er hon vorðin
eldri og er farin at kappast við teimum
pro fessionellu.
- Allar ironman kappingarnar, sum
eru ígjøgnum árið, eru kvali fi ka tións-
kapp ing ar til HM. Nr 1 og 2 kvalifisera
seg, og av tí, at eg gjørdist nr 2 í Eystur-
ríki í juli, eri eg kvalifiserað til HM aft-
ur í ár. Men tað er sera dýrt at fara til
Ha waii at kappast, og tí havi eg gjørt av
ikki at fara hesuferð, greiðir Karina frá.
Hon sigur, at hon arbeiðir við at
skaffa sær onkrar stuðlar, sum kunnu
hjál pa henni við tí fíggjarliga partinum,
so hon ikki verður eins bundin av at
ar beiða við síðunar av.
- Útgerðin hjá mær er sera dýr. Eg
slíti eini 6 pør av renniskóm árliga,
súkkl an kostar 50.000 kr, og hon skuldi
langt síðani verið skift út, umframt at
eg havi vátdrakt fyri fleiri túsund krón-
ur. Harafturat koma hjálmur, súkklu-
skógvar og annað.
Higartil hevur Karina goldið alt
sjálv, og hon hevur arbeitt sum fysio-
terapeutur við síðunar av allari venj-
ing ini. Men tað er krevjandi, tá tey, hon
kapp ast ímóti, einans hava venjingina
at hugsa um.
Tað læTTa
er aT geVa
- Tá man hevur Svomið 4 km, hevur súkklað í 3 Tímar, og man veiT, aT
man framvegis hevur 2 tímar Eftir á súkkluni, umframT eiTT heilT
maraTon, Tá kann man viðhvørT seTa SpurnaðartEkin við, hvaT Tað
er, man er farin í holT við. Tað sigur karina ottoSEn, sum í summar
fekk Silvur í alTjóða ironman-kapping og kvalifiseraði seg Til hm
© Altschuh
Karina beint eftir, at silvurið
var komið um hálsin