Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. september 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 131 · 10. september 2010 6 VIKUSKIFTI Sót Eldur Roykur Sminkan, sum vit í heyst og vetur fara at síggja nógv av, verður heit. SmokEy eyes, gyltiR ella bronsulittir EygnaSkuggaR og dimmar ella gyltar kolSiftiR verða heitastu amboðini í Sminkupunginum TIPS FRÁ eydnu eydna@sosialurin.fo Á mótasýningunum fyri heyst og vetur 2010 sóust koparlittu litbrigdini allastaðni. Og hóast smokey eyes hava verið inn í nakrar vetrar, so er framvegis nógv at síggja til myrka smyrslið eisini. Men vilt tú vera við í tí allarsmartasta, so eru bronsulittir eygnaskuggar eitt mást. Eisini bronsulitt tilhoyr, til dømis smúkkur og taskur, er smart í heyst og vetur. prei: Blá eygu verða enn bláari av brúnum og bronsulittum litbrigdum. prei: Hevur tú ikki mót uppá at smyrja eyguni ov nógv, so fæst eisini neglalakk í gull- og bronsulitum, eins og fleiri sólputur hava ein farra av bronsu, sum geva kinnunum eina skyggjandi effekt. prei: Minst til – tað skal síggja nattúrligt út, og tú skalt helst ikki minna um eina standmynd. Minni er meira…. prei: Til ber eisini at nýta aðrar litir, til dømis svart, sum er tað mest nýtta til smokey eyes. dámar tær ikki, at smyrslið skal vera ov prangandi, ber eisini til at nýta mattar, brúnar eygnaskuggar og ein beigelittan skugga undir eygnabrúnna. Fyrsta stig: Legg fyrst ein brosulittan eygnaskugga á alt eygnalokið. 1 Annað stig: Legg ein myrkari brúnan skugga í globelinjuna, sum víst á tekningini. 2 Triðja stig: Legg ein gyltan eygnaskugga frá globelinjuni og upp til beinið undir eygnabrúnni. Minst til at blanda allar litirnar væl inn í hvønn annan. 3 Fjórða stig: Legg ein eyelinara framvið vippunum yvir og undir eyganum. Tú kanst eisini tekna váta eygnakantin, um tú ikki hevur smá eygu. Til ber eisini at smyrja nakað av bronsulittum eygnaskugga undir eygað. Smyr at enda tvey løg av maskara. 4 Fá flott eygu við gyltum og bronsulittum eygnaskugga Gylteygu prei: Minst til, at um eyguni eru nógv smurd, skulu varrarnar helst bert hava klárt gloss. 1 Fyrst smyrt tú foundation á andlitið. Minst til at smyrja eitt gott dagkrem innanundir. Busta at enda leyst putur útyvir. 2 nýt ein stóran kust við nattúrligum hárum til at busta bronsuna á andlitið. Legg bara bronsu á tey støð, har sólin vildi rakt snýðið (pannu, kjálkar, nasarygg og høku). 3 Legg eitt sindur av bronsara á hálsin eisini, soleiðis at hann ikki er kritahvítur ímóti andlitinum, sum sær sólbrent út. Liturin skal ikki vera eins eyðsýndur, men skal tó hóska saman við andlitinum. Soleiðis nýtir tú bronsuputur til andlitið