Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. september 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. september 2010 · Nr. 131 6 Sosialurin Skeið verður fyri kvinnur og menn við danska læknanum og heilsuráðgevanum Carsten Vagn-Hansen í hølunum hjá bailine í Lucas Debesargøtu 9 í Havn týsdagin 28. september frá klokkan 9:00 til 18:00. Evnini á skeiðnum eru til dømis heilsugóður kostur, og hvat kann standast av ringum kosti, og hví tað er so torført hjá summum at lætna. Carsten Vagn-Hansen Lucas Debesargøta 8, 2 | 100 Torshavn | Tlf. 31 05 54 | www.bailine.dk Nidari Vegur 21 | 660 Søldafjørdur | Tlf. 28 08 04 bailine er for kvinder. bailine í Føroyum Ring til bailine innan 21. september tlf. 310554 ella 510554 Skeiðið kostar 3.000 krónur fyri hvønn við mati og drekka. Leo Poulsen – Eg havi fyrst og fremst stillað upp tí eg eri stillaður upp. Tað er einki, sum bein ­ leiðis drívur meg í for mans­ sessin. Tey hava helst rætt í tí, at viðhvørt er gott at endurnýggja hvør tað er, ið stendur fram, og tá eg hyggi meg um í tingbólkinum, so eru ikki so mong onnur val­ evni at velja ímillum, sigur Kári á Rógvi. Floksreglurnar siga, at tað skal vera ein ting­ ella lands stýrislimur, ið skal vera formaður í flokkinum, men kundi fráboðanin ikki verið gjørd smidligari? – Nú er tað ikki so, at tað nakrantíð hevur verið nakað stríð í flokkinum. Upp stillingin skal líka nógv síggjast sum ein roynd at skapa áhuga fyri lands fund­ inum, og Kári P. Højgaard hevði sagt mær frá, at ætln hansara var á landsfundinum at boða frá, at hann tók seg aftur sum formaður, sigur Kári á Rógvi. Tá tað so kom fram í tíð­ indunum, at stríðsval bleiv, og tíðindini hartil róðu upp undir eitt stórt stríð í flokk­ inum, varð avgerð tikin um at boða alment frá, at Kári P. Højgaard tók seg aftur sum formaður. Ein av stóru atfinning­ un um móti Kára á Rógvi er, at hann er ógvuliga trekur í sínum samskifti við fjøl­ miðlarnar, og beinleiðis nokt­ ar at svara summum spurn­ ingum, men tann linjan skal broytast. – Vit búnast jú øll við tíðini. Nú havi eg í tvy ár verið politiskur teenagari, so nú er upp á tíðina, at eg gerist vaksin, sigur Kári á Rógvi. Hann ætlar sær ikki at broyta leiðsluformin mun­ andi. – Tað verður ikki so nógv talan um nakra leiðslu broyt­ ing. Talan verður kanska meira um, at eg í størri mun komi á tal við baklandið, við aðrar aldurbólkar og onnur øki í landinum, so tað verður meira ein spurningur stíl og framtraðkan, sgur Kári á Rógvi. Nógv verður tosað um val í úrtíð, men á tí økinum er Sjálvstýrisflokkurin til reiðar. – Vit í Sjálvstýrisflokkinum eru væl fyrireikað, vit hava eina valskrá klára at senda í hvørt hús, og tá valstríðið byrjar eru vit tilreiðar nær tað skal verða, sigur kom­ andi formaðurin í Sjálv stýris­ flokkinum, Kári á Rógvi. Leo Poulsen Eftir átta ár sum formaður í Sjálvstýrisflokkinum boðaði Kári P. Højgaard frá, at hann nú leggur frá sær.Fráboðanin kemur eitt sindur óvæntað, sum Kári P. Højgaard hevur sínar grundgevingar. – Tað kemst av tí, at eg longu aftan á valið í 2008 boð aði frá, at eg undir ong­ um umstøðum kom at sita sum formaður longur enn til eg gjørdist 60, og tað vil siga hetta valskeiðið. Tann ætlanin stóð eisini við og tað merkir, at eg í seinasta lagi fór frá sum formaður á landsfundinum 2011, sigur Kári P. Højgaard. Hann sigur, at tá nú eitt annað valevnhi er til for­ mans sessin, er tað fullkomi­ liga burturvið at hava eitt stríðsval í flokkinum. – Val stendur fyri durum, og tað hevur gingið væl í flokkinum. Seinasta veljara­ kanning gav okkum eisini tvey umboð, so eg kenni, at eg gevist á toppinum, sigur Kári P. Højgaard. Hann sigur, at Sjálv stýr­ is flokkurin í dag er væl koyr andi, og harvið er væl fyri at fara inn í eitt valstríð og kanska enntá fáa triðja umboðið valt á Ting, júst við einum formansskifti. Vaksa við uppgávuni Hann heldur ikki, at timingin er vánalig og sær einki galið í, at laggt var upp til stríðsval, áðrenn hann tók seg aftur sum formann. – Eg haldi kanska tvørtur ímóti. Eg haldi nettup, at tá tað kom fram í útvarpinum fyrradagin, at lagt var upp til stríðsval, kendi eg tað tað var eitt gott høvi at boða frá, at eg taki meg aftur. Eg helt ikki, at tað fór at koma fram, og ætlaði at boða frá hesum á landsfundinum. Men eg haldi tað vera gott at hava greiðar linjur, og avgerðin er tikin fyri langari tíð síðani, sigur Kári P. Højgaard. Hann vísir á, at hann er næstelsti floksformaðurin, og alt her á fold hevr sína tíð. – So eg haldi tað vera púra náttúrligt at finna hurðina, meðan man enn kann gera tað sjálvur, og flokkurin fer ikki verri. Vit hava ein væl kvalifiseraðan mann at taka yvir, og eg fari framhaldandi at taka lut í politikki og kann hjálpa til, so tala verður ikki um ta stóru broytingina, sigur Kári P. Højgaard. Fráfarandi formaðurin hevur fingið fyrivarni við at lata stýrisvølin í hendurnar á Kára á Rógvi – heldur ikki tá tað kemur til samskiftið – ella rættari vantandi samskiftið – við miðlarnar. – Vit eru sjálvandi hvør sín persónur, einki ivamál um tað. Eg eri kanska meira útat vendur, meðan hann er tann, sum fakliga er nógv betri fyri, so saman hava vit koyrt ótrúliga væl. Og serliga við øllum tí, sum leikar á í dag er nyðugt, at hava ein skikkaðan persón at standa á odda fyri flokkinum, sigu Kári P. Højgaard. Hann væntar ikki, at tvørliga samskiftið við fjøl ­ miðlarnar fer at skaða flokk­ in frameftir. – Øll fólk vaksa við upp­ gávuni, og tað rokni eg eisini við, at Kári á Rógvi ger, sigur Kári P. Højgaard, sum altso leggur frá sær sum floksformaður á landsfundi Sjálvstýrisfloksins í oktober. Politisku teenage árini av Vit búnast øll, og eg havi nú verið politiskur teenagari í tvey ár. So nú er upp á tíðina at gerast vaksin, sigur komandi formaðurin í Sjálvstýrinum, Kári á Rógvi Vil sleppa undan stríðsvali Á tíðindafundi í gjáramorgunin boðaði Kári P. Højgaard eitt sindur óvæntað frá, at hann hevði gjørt av at leggja frá sær sum formaður í Sjálvstýrisflokkinum. Í gjáramorgunin varð boðað frá formansskiftið í Sjálvstýris­ flokkinum. Kári legði frá sær og Kári tekur við Mynd: Álvur Haraldsen