fríggjadagur 10. september 2010síða 5
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 131 · 10. september 2010
5
VIKUSKIFTI
asTa
sT
Fakta
• Anna Karina Ottosen
• Ùr Hoyvík, búsitandi í Keypmannahavn
• 29 ár
• Byrjaði við ironman í 2005
• Fyrstuferð hon var við til HM, gjørdist hon
nummar 6 í sínum aldursbólki og nr 47 samanlagt.
• Vann silvur í ironman fyri professionell
í Eysturríki í juli 2010
• Hevur kvalifiserað seg til HM,
men hevur ikki ráð at fara við
• Fer í staðin til eina ironmankapping í november
• Persónligt met á ironman er
9 tímar 34 minuttir og 50 sekund
• Styrkin er, at hon er góð til at kombinera
svimjing, súkkling og renning, og ikki
hevur nakra yndisgrein.
• Saman við Joan Bláfoss og Súsannu Skylv er
Karina Ottosen ein av bestu kvinnuligu
ironman íðkarunum í Danmark.
• Venur millum 20 og 35 tímar um vikuna
• Útbúgvin fysioterapeut, og starvast hálva
tíð á eini privatari viðgerarstovu
- Eg vil fegin arbeiða eitt sindur, so
alt lívið ikki bara snýr seg um venj ing, og
so eg fái hildið meg ajour við starvinum. Men
tað hevði gjørt tað mun andi lættari, um eg fekk
nakrar stuðlar afturat.
Miðjar eftir toppinum
Karina hevur greið mál við síni venjing.
- Eftir fáum árum havi eg flutt meg frá at vera
nummar 47 á kapp inga r listanum til at kunna kappast
í toppinum. Og eg kenni á mær, at eg havi enn meiri
at geva, og at eg kann gerast betri. Tí er málið, at eg
um eitt til tvey ár skal vera so mikið góð, at eg byrji
at vinna pengar uppá kapp ingarnar. Men tað er eitt
langtíðar mál, sum eg má arbeiða hart fyri at náa,
greið ir Karina frá.
Sum er, hevur Kar ina, sam an við danska venja-
r a num, sett fleiri krossar í kal end ar an, har Karina
skal lut ta ka í kappingum. Í november verð ur tað
fyrst ironman í Florida, og síðani skal hon vera við
í trimum iron man kapp ing um í 2011.
- Tað er øgiliga nógv, tí man plagar at siga, at
man hægst skal luttaka í tveim um ironman árliga.
Men vit miðja ímóti trimum. Eg vil gerast enn
betur og veruliga gera meg galdandi í HM kapp-
ing ini í oktober 2011.
Føroysk konubrot
Karina er ein av trimum føroyskum kvinn um,
sum klára seg sera væl í iron man kapp ingum.
Eisini Joan Bláfoss og Sús anna Skylv venja
miðvíst og hava slig ið nøvn síni føst.
- Vit eru kanska gjørdar úr onkrum ser ligum
–ella hava ein hugsunarhátt og ein mentalitet, sum
egnar seg væl til júst ironman. Eftirhondini eru tað
næst an bara vit tríggjar í Danmark, sum lut taka í
heilum ironmankappingum. Tað er rættiliga stuttligt,
at vit allar eru før oyskar, men eg veit ikki hvat tað er
sum ger tað. Um tað er tað føroyska treisk ni ella hvat.
Karina leggur tó dent á, at øll fólk kun nu meiri,
enn tey geva sær far um, og at øll, sum seta sær tað
fyri, kunnu gjøgn umføra ironman, um tey venja til
tað. Men skalt tú kappast, krevst ein greið ambitión
við ítróttinum.
- Mín ambitión er at gerast so góð, at eg kann
forvinna mær pengar av hes um. Flestu kvinnur toppa,
tá tær eru fyrst í 30’unum, so eg havi nøkur góð ár
eftir enn, um eg ikki verði skadd. Fyrs ta málið er at
klára meg væl í no vem ber, meðan langtíðarmálið er at
kvali fis era meg og klára meg væl til HM kappingina,
sum verður um eitt ár.
© Altschuh
– Tað er alla venjingina og
stríðið vert, tá man kemur á
mál. Og fær man heiðursmerki,
er tað fantastiskt, sigur Karina
Ottosen, sum vann silvur í juni