Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. september 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 13. september · Nr. 132 Sosialurin Áki Bertholdsen Gongst sum ætlað, verður kommunulæknaskipanin í Suðuroy umløgd tann 1. oktober. Tað sigur Aksel V. Jo ­ hanne sen, landsstýris maður í heilsumálum. Tá er ætlanin, at Suður oy skal knýtast upp í komm unu læknatænastuna, sum eisini umfatar restina av land inum, uttan Sandoy, Skúvoy og Dímum, sam bært heimasíðuna hjá Heilsu mála­ ráðnum. Tað merkir, at fáa suður­ oyingar brúk fyri læknahjálp uttanfyri vanliga viðtalitíð, skulu eisini teir ringja til 1870. Tað verður so komm­ unu læknavaktin á Lands­ sjúkra húsinum, sum svarar telefonini og avgreiðir sjúk­ lingin. So stendur tað til lækna­ vaktina at gera av, um sjúk­ lingurin kann avgreiðast um­ vegis telefonina. Kann hann ikki tað, verð­ ur sjúklingurin vístur til Suðuroyar Sjúkrahús, har ein læknavakt við yngri læknum tekur ímóti sjúklinginum. Men ber ikki til at fáa sjúk ­ lingin á sjúkrahúsið, verð ur ringt eftir einum komm unu­ lækna, sum hevur bakvakt og sum verður klárur at rykkja út. Bjarga Suðuroy Hetta er ein skipan, sum semja varð fyrr í ár um at seta í verk fyri at bjarga kommunulæknaskipanini í Suðuroynni. Sum støðan er nú, hava teir so nógvar vaktir, uttan fyri vanliga viðtalitíð, at tað minkar alvorliga um hugin at søkja starvið sum komm­ unulækni í Suðuroy, tí ongin vil vera kommunulækni und­ ir slíkum umstøðum. Nýggja skipanin fer at føra við sær, at kommunulæknin, sum hevur vakt fer at verða munandi minni órógvaður aftaná vanliga viðtalutíð, enn hann verður nú. aki@sosialurin.fo Tveir yngri læknar í Suðuroy Nú er ein vakt av yngri læknum skipað á Suð­ uroyar Sjúkrahúsi. Tað er gjørt eft­ ir avtaluni, sum varð gjørd ímillum sjúkra­ húsið, kommunu­ lækn arnar og Heilsu­ málaráðið fyrr í ár. Sum tað sæst í aðr­ ari grein her á síð uni, var avtalan gjørd fyri at bjarga kommunu­ lækna skipanini í oynni. Tað eru vikarar, sum eru settir fyribils, Arnold Olavson Jensen og Rógvi Rasmussen. Ein av uppgávunum hjá teimum verður at uttanfyri vanliga viðtalitíð, skulu teir vera virka forvakt í nýggju kommunu­ lækna skipanini, sum verður skipað í Suðuroy í næstu framtíð Teir sjúklingar, sum læknavaktin á tele­ fonnummarið 1870, ikki kann avgreiða umvegis telefon, verða vístir til hesa forvaktina. Hetta fer at avlasta kommunulæknarnar mun andi, tí nú fáa teir bara sjúklingar at taka sær av, sum læknavaktin ikki kann avgreiða um veg­ is telefonina og sum heldur ikki eru før ir fyri at fara á Suður­ oyar Sjúkrahús til for ­ vaktina av yngri lækn­ um. Bill Justinussen, løgtings­ maður fyri Miðflokkin, vil nú hava at vita hvussu tað ber til, at sjónvarpið hjá Kringvarpinum ikki sendi landsdystirnar í fótbólti, sum Føroyar spældu ímóti Italia og Estlandi. Í hesum sambandi hevur hann reist málið á Løgtingið, at hann beinleiðis spyr Helenu Dam á Neystabø nakrar ítøkiligar spurningar um kringvarpingina av før­ oyska landsliðnum. Bill Justinussen vil hava av vita frá landsstýris kvinn­ uni, hvussu nógv hevði tað kostað Kringvarpinum at sent landsdystin móti Italia og dystin ímóti Estlandi bein leiðis í sjónvarpinum. Men Bill Justinussen vil eisini hava at vita, hvussu nógv, fimm teir seinastu úti­ dystirnir hjá landsliðnum, sum sjónvarpið vísti bein­ leiðis, kostaðu at senda. Og at enda vil hann hava at vita frá landsstýriskvinnuni, hvussu samráðingarnar um prísirnar fram og, hvør stendur fyri hesum sam­ ráðingum fyri føroyska Kring varpið. Løgtingið kunnast um landsdystir Skjótt skulu suðuroyingar ringja til 1870 KOMMUNULÆKNASKIPAN Um tríggjar vikur skulu eisini suðuroyingar ringja til Havnar, tá ið teir fáa brúk fyri kommunulækna uttan fyri viðtalitíð LÆKNAVAKT Gongst sum ætlað verður Suðuroy knýt upp í landsumfatandi læknavaktina tann 1. Oktober. Fáa suðuroyingar brúk fyri lækna eftir vanliga viðtalitíð, skulu teir sostatt ringja 1870 og so verður tað læknavaktin á Landssjúkrahúsinum, sum tekur støðu til víðari viðgerð