mánadagur 13. september 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. september · Nr. 132
10
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Í síðstu viku var løgreglan
um borð
á
fiskiskipinum
Athenu, sum lá uttaná ein
um frystiskipi við nýggju
atløgubryggjuna á Oyrar
eingjum og umskipaði veið
ina. Á síni eftirlitsvitjan
stað festi løgreglan, at tað
var manningin umborð á
Athenu, sum gjørdi arbeiði,
og nú er løgreglan so farin
at kanna, um grundarlag
er fyri at reisa ákæru móti
skipi og reiðaríi fyri brot
á nýggjar kunngerðir í út
lendingalógini.
Sum skilst, eru nýggjar
kunngerðir lýstar á økinum
í summar – kunngerðir, sum
føroyskir myndugleikar eftir
øllum at døma ikki rættiliga
hava givið sær far um.
Ein keðilig vend
Í
samrøðu
við
Sosialin
fríggja dagin, helt Annika
Olsen, landsstýriskvinna í
lóg armálum, tað vera óhepp
ið og keðiligt, at Athena
kom til bryggju at skipa
veið ina umborð á frysti
farmaskipið.
Annika
Olsen
hev ur
nevniliga fingið svar frá
danska Integratións minister
i i num, at skip við útlendskari
manning, sum ikki hevur
arbeiðsloyvi í Før oyum, kann
arbeiða og eitt nú umskipa
veiði innanfyri 12 fjóðingar,
um hetta bara verður gjørt
nakrar fáar ferðir – í einum
stuttum tíðarskeiði.
Í samrøðuni í Sosialinum
helt
landsstýriskvinnan,
at málið nú tykist øðrvísi,
tá Athena hevur ligið við
bryggju á Oyareingjum og
hevur umskipað veiðina.
– Eg visti einki um, at
hetta var ætlanin hjá reiða
rínum, men at ætlanin var at
umskipa á opnum havi, og tí
havi eg heldur ikki spurt Inte
gratiónsministeriið um hetta.
Nú er hetta eitt mál, sum
ikki liggur í okka ra hondum,
men eitt mál, sum løgreglan,
sum er eftirlitsmyndugleiki í
útlendingamálum, tekur sær
av, sigur hon.
Síðan fyrst Athena um
skipaði veiðina á Oyrar
eingj um í síðstu viku, hev
ur eisini hin trolarin hjá
Thor, Poseidon, ligið uttaná
frystifarmaskipinum á Oyr
ar eingjum seinastu dag ar
nar.
Havnin er krav
Jacob Vestergaard, landsstýr
is maður í fiskivinnumálum,
sigur við Sosialin, at tað er eitt
krav frá Fiskimálaráðnum, at
umskiping og eitt nú bunk
ring fer fram í havn – og
ikki úti á reduni. Hetta er
galdandi fyri útlendsk skip,
sum eru í okkara sjógvi, og
má tí eisini vera galdandi
Høgra veit ik
vinstra ger
LØGIÐ MÁL Nú løgreglan í síðstu viku var umborð á fiskiskipinum Athenu, sum herfyri umskipaði veiðina
í Kollafirði og kanska soleiðis hevur brotið nýggjar kunngerðir, sum eru knýttar at útlendingalógini, er
greitt, at tað er Fiskimálaráðið, sum hevur kravt, at skipini hjá Thor umskipa veiðina í føroyskari havn – og
ikki á opnum havi. Líkt er til, at hetta krav er komið dátt við hjá landsstýriskvinnuni í útlendingamálum
Báðir trolararnir hjá Thor í Hósvík, Athena
(mynd) og Poseidon, hava seinastu dagarnir
ligið uttaná frystifarmaskipi við nýggja
havnalagið á Oyrareingjum. Løgreglan, sum
hevur eftirlitsmyndugleikan á útlendingaøkinum,
hevur verið umborð og kanna eftir, hvat fyriferst
Mynd: Vilmund Jacobsen