Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. september 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 13. september · Nr. 132 Sosialurin fyri skip, sum sigla undir føroyskum flaggi og sum í hesum førinum eitt skifti eru virkin í okkara sjógvi. Hetta vóru treytir, sum vóru galdandi, áðrenn Athena og Poseidon fingu loyvi at veiða og virka í føroyskum sjógvi, og tá hesi skip nú eru her eitt skifti, kundi landsstýrið ikki seta hesum skipum øðvísi treytir enn øðrum skipum. – Vit hava soleiðis kravt, at Athena og Poseidon um­ skipa veiðina í havn – og ikki á opnum havi. Landsstýrismaðurin vís­ ir á, at kravið hjá Fiski mála­ ráðnum um umskiping í havn hevur eisini nakað við eftirlit við veiði og umhvørvi at gera. Haraftrat merkir eitt slíkt krav, at nakrar inntøkur verða skaptar við eitt nú havnargjaldi og møguligum veitingum annars. – Er tað soleiðis, at nýggjar og skerpaðar kunngerðir, sum hava tilknýti til út­ lend ingalógina, eru lýstar í summar, sum vit ikki kenna – ella ikki kenna nóg væl – mugu vit taka krøvini um føroyska havn upp til eftir­ metingar. Hinvegin síggi eg fyri mær, at tað verður ógvu­ liga trupult at fáa arbeiðs­ loyvi til øll tey, sum sigla við útlendskum og føroyskum skipum og sum bara av og á koma til bryggju í Føroyum. Landsstýrismaðurin sigur seg einki vita um, at føroyskir myndugleikar eru kunnaðir um nýggju kunngerðirnar, og tískil er heldur ikki greitt, hvussu hesar skulu tulkast. – Men hetta er ikki eitt mál, sum eg umsiti í lands­ stýrinum, leggur hann aftr­ at. Ikki somu treytir Jacob Vestergaard sigur, at í skipsfarti hava sum heild ikki somu atlit verið tikin til arbeiðsloyvi, sum til fólk, ið koma higar at arbeiða og búgva. Soleiðis hava russisk skip og onnur skip eisini ligið við føroyskan bryggjukant og hava tikið ímóti fiski, sum er frystur ella virkaður umborð. Hetta hevur verið gjørt við bæði gulllaksi og upsa, tá trupult hevur verið at funnið aðrar loysnir. Landsstýrismaðurin vís ir á, at útlendingalógin í praksis vanliga plagar at regulera viðurskiftini inni í landinum, men tá útlendskir fiskimenn arbeiða umborð, er hetta eftir hansara tykki ein avgerandi munur. – Sum útlendskur fiski­ maður umborð á útlendskum ella føroyskum skipi er ikki neyðugt at tjena eina ávísa upphædd til lívsins uppihald á landi, tí fiskimaðurin verð­ ur fyrsyrgdur umborð á skip­ inum. Men er tað soleiðis, legg­ ur Jacob Vestergaard dent á, at kravið hjá Fiski mála ráð­ num um at umskipa veiði í føroyskari havn stríðir ímóti nýggju kunngerðunum, sum eru tengdar at útlend­ ingalógini, verður neyðugt at taka hetta mál upp. – Eg síggi tó fyri mær, at hetta kann gerast ógvuliga trupult og rættiliga umsit­ ingarligt, um eitt nú russiskir fiskimenn, sum eitt skifti virka í okkara havøki, skulu noyðast at hava arbeiðsloyvi í Føroyum. Hetta kann í síðsta enda koma at ganga útyvir tað annars góða og gevandi samstarv, vit í nógv ár hava havt við eitt nú russar á fiskivinnuøkinum, sigur hann. Yvirtøka av málsøki Landsstýrið arbeiðir við at yvirtaka útlendingaøkið, og Jacob Vestergaard sigur, at tað, sum nú sær út til at vera hent, sigur honum, at hetta eigur at gerast so skjótt, tað letur seg gera. – Føroyar hava síni áhuga­ mál í fiskivinnu samstarvi við aðrar tjóðir, og sum eg segði, kunnu umstøðurnar gerast rættiliga truplar, um vit nú ikki longur kunnu krevja, at umskiping skal fara fram í føroyskari havn, sigur Ja cob Vestergaard, lands stýris­ maður í fiski vinnu málum. vilmund@sosialurin.fo kki Hvat ... nú er hetta eitt mál, sum ikki liggur í okkara hondum, men eitt løgreglumál... ANNIKA OLSEN Vilmund Jacobsen Sum journalistur fært tú nógvar ymiskar uppgávur. Nógvar eru lættar og stuttligar at handfara, meðan aðrar, sum eisini skulu gerast, eru minni stuttligar. Tó at tú ikki vilt nøkrum ilt, sum ikki hevur fortjent tað, kunnu summi viðurskifti, tú noyðist at taka upp, tykjast so. Viðhvørt kunnu greinar og skriving um ávís mál næstan kennast sum forfylging, tó at tað heldur ikki var ætlanin. Nú stóru skipini hjá reiðarínum Thor í Hósvík virka í føroyskum sjógvi fyri eina tíð, er ikki sørt, at hesi eru komin í and glettin. Skipini hava fingið loyvi at fiska eina ávísa nøgd av makreli í før oysk um sjógvi, nú heildar kvotan av makreli, sum lansstýrismaðurin hevur ásett fyri 2010, er nógv størri enn onnur ár. Aftrat egnum fiski rætt indum eftir makreli í før oyskum sjógvi, er fe lagið, sum eigur hesi stóru verksmiðjuskipini, eisini farið í samstarv við føroysk reiðarí, sum eiga ísfiskaskip. Spurningurin er, um føroysk ísfiskaskip, sum lands­ stýris maðurin í fiski vinnumálum eisini hevur tillutað ávísa makrel kvotu, høvdu fingið nak að burtur úr hesum rætt indum, um skipini ikki vóru í einum ávísum sam­ starvi. Skal makrelur landast til matna, sum aðalmálið sjálvandi er, er neyðugt, fiskurin kemur umborð á skip, sum eru egnað til at taka ímóti. Ísfiskaskipini eru ikki útgjørd til at veiða makrel og fáa fiskin til lands sum mannaføði. Hinvegin kunnu skipini veiða fiskin, men neyðugt er, at onnur og egnaði skip taka fiskin umborð, frysta hann og føra hann til lands. Løgreglumál Síðan stóru skipini hjá Thor, Athena og Poseidon, komu í føroyskan sjógv, er eisini løgreglan komin upp í. Tað er nevniliga løgreglan, sum hevur eftirlitsmyndugleikan á útlendingaøkinum í Føroyum, og umborð á hesum báðum skipum er nógvir útlendingar. Manningarnar telja einar 200 mans tilsamans, harav yvirmenninir eru føroyingar. Í síðstu viku segði Bergleif Brimvík, politi kommi serur, at løgreglan soleiðis hevur verið um borð á Athenu, meðan skip ið umskipaði veið ina umborð á frysti farma skip. Manningin umborð tók sær av hesum, og nú situr løgreglan við málinum, hvørt ákæra skal reisast móti skipi ella reiðarí fyri brot á útlendingalógina. Meiri er at lesa um hetta mál og viðurskiftini rundan henda spurning í hinari greinini á hesi opnu. Sosialurin hevur í morg un roynt at fingið fatur í Bergleifi Brimvík fyri at vita, um løgreglan er komin til nakra niður støðu í málinum, men hann var ikki at hitta. Vit fara tó at fylgja mál inum upp, sum dag arnir ganga. Málið tykist tó nokso undarligt, tí tað sambært Jacobi Vestergaard, lands stýris manni í fiski vinnu málum, er Fiskimálaráðið, sum hevur kravt, at veiðan verður umskipað í havn – og ikki á opnum havi. Nú er so líkt til, at júst hetta krav kann føra til, at reiðaríið, sum eigur Athenu og Poseidon, verð ur ákært fyri brot á nýggjar kunngerðir í út lendingalógini. Heldur heilsa… Sum journalistur, ið skriv ar um fiskivinnu, hevði tað verið hugaligari at heilsa hes um báðum skip um væl komnum í før oyskan sjógv til øktar veiði møguleikar, heldur enn at gjørt so nógv burtur úr, um ákæra verður reist ella ei. Men hetta eru nú eina ferð kostirnir, tá mál skulu lýsast. Áhugavert verður at fylgja gongdini og síggja, hvat útfallið verður av hes um máli, sum nú er endað sum eitt løgreglumál. vilmund@sosialurin.fo Undarligt mál um fiskiveiði ... vit hava kravt, at Athena og Poseidon umskipa veiðina í havn – og ikki á opnum havi... JACOB VESTERGAARD Líkt er ikki til, at høgra hond veit, hvat vinstra hond ger. Jacob Vestergaard sigur, at Fiskimálaráðið krevur umskiping í føroyskari havn – og Annika Olsen væntaði slett ikki, at Thor-skipini fóru at umskipa við bryggju