mánadagur 13. september 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. september · Nr. 132
12
Sosialurin
Kjak
Jenis av Rana
Formaður Miðfloksins, ein flokkur við hugsjónum
Neyvan
var
viðmerking
Vágaportalsins
um
døg
verðan í Kirkjubø lisin, tá for
maður Tjóðveldsins sá sær
ein tjans at styrkja støðu sína
innanfloks. Hesaferð gjørdist
undirritaði
offrið.
Uttan
at spyrja langar hann til,
skilir ikki, at eg vági mær at
hava aðra hugsan um homo
sexuella atferð enn hann.
Tjóðveldishetjan
øtast,
hugsið tykkum, Jenis ætlar
sjálvur gera av, um hann fer
til borðs í Kirkjubø.
Tá Høgni skrivaði bræv
sítt og sendi tað í eyst og
vest, suður og norð, vóru
júst 5 dagar farnir, síðani
sama hetja noktaði at eta
máltíð saman við danska
uttanríkisráðharranum, sum
bjóðaði honum, mær o.ø. til
máltíð hjá Ríkisumboðnum.
Høgni var »súrur« inn á
Lenu, hon loyvdi sær at
harta hann, afturfyri kundi
hon eta einsmøll! Einsamøll
varð hon tó ikki, vit vóru
har, øll uttan Høgni, sum nú
bráddliga ikki skilir, at man
ikki treytaleyst vil til borðs.
Men stólur hansara stóð
tómur, og lundabringan, laks
urin, og annað gott á borðiski
hansara gløddi at okkum,
meðan prát og át gekk so
listiliga.
Men sjálvandi, Lene er
ikki íslendingur, men dani,
og eigur, sambært Høgna,
ikki at siga honum ímóti, tí
hon er gestur í Føroyum.
ein viðmerking til Høgna Hoydal
Spell at Lene Espersen
ikki er íslendingur
Fjømiðlar
eru
sjálvsagt
ekspertar at flyta tíðinda
flutningin, soleiðis at onkur
skal blíva svartiper, sann
leikarnir hava minni at siga.
Stórar yvirskriftir standa
í bløðunum, til dømis hevði
eitt blað alla forsíðuna, har
stóð »løgtingsfólk vilja ikki
niður í løn«. Har var ein
kolasvørt lygn, tí eg havi
sagt mína hjartans meining
um tað, at skulu onnur í sam
felagnum niður í løn so skulu
vit eisini.
Síðan døgurðin
í Kirkjubø
Har verði eg dúgliga citeraður
fyri alt millum himmal og
jørð, sjálvt í íslendskum miðl
um verði eg citeraður saman
við stórari mynd, teir vilja so
gjarna draga Gerhard inn í
henda almenna døgurðan,
sum eg ikki varð boðin til.
Norðlýsið hevur ymiskt,
sum eg havi sagt, men sum
eg í verðuleikanum ikki segði.
Eg vanvirði ongan, hvørki
Johannu Sigurðardóttir ella
nakran annan. Men vísti
ferð eftir ferð á, at eg ikki var
boðin til henda, eftir hondini
nógv umtalaða døgurðan, so
tað var ikki mín trupulleiki.
Men álíkavæl...
Øll kenna
Øll kenna mína støðu við
266B, samkynd og alt tað.
Eg havi skrivað nógvar
greinir og á tingsins røðara
palli havi eg sagt mítt. Tá
menn og menn sleppa giftast
og kvinnur og kvinnur, tá er
okkara land sokkið djúpt
og minnur um »Sodoma og
Gomorra«.
So tað skal ikki misskiljast,
tað fer Gerhard altíð at
kempa
ímóti,
so
kunnu
fólk skíra meg fyri at vera
gamaldags.
Gestablídni
Bíblian skrivar í Lukasa
evangelii kap. 19, vers 5 og
6: Og tá ið Jesus kom hagar,
leit hann upp og bar eyga við
hann! Sakeus skunda tær
og kom niður, tí í dag má eg
koma at gista í húsi tínum.
Og Sakeus skundaði sær
og fór niður og tók ímóti
Honum glaður.
So út frá skriftini eigi
eg at kunna sita til borðs
við øllum, eisini íslendska
forsetisráðharranum uttan
nakað, men eg nýtist hvørki
at vera samdur við henni
ei heldur góðtaka hennara
holdningar.
Men miðlarnir vera altíð
teir sterku, men vælsignaðir
ikki misnýta tykkara vald.
Fjølmiðlar
Gerhard Lognberg
løgtingsmaður
Sum stórforbrúkari av Bussleiðini í Tórshavn, skrivi eg hesar reglur.
Hon er sera hent. Bussleiðin. Vit, (sum longu í sjeytiárunum gjørdu av at velja bilin frá),
fáa illa dagin at hanga saman uttan Bussleiðina.
Og Tórshavnar býráð vil hava fólk at »seta bilin«. Bussleiðin er av somu orsøk ókeypis
eitt lekkurt luxus. Kortini tora fólk ikki at seta bilin av álvara, Havnin er vorðin ein sera
spjæddur býur og langt er at ganga. Tí er Bussleiðin so hent.
Í Havn eru nógvir borgarar, hvørs einasta álit fyri flutningi er Bussleiðin. Í býnum eru
2757 fólk yvir 65 ár, og bara í barnaskúlunum ganga 3363 børn. Øll hesi (saman við 2278
barnagarðsbørnum, fleiri miðnámsskúlum, arbeiðsfólki og teimum, ið ikki hava bil) eru
stórforbrúkarar av Bussleiðini.
Í løtuni er Tórshavnar býráð við at leggja nýggjan leist fyri hesa leið, og vit frætta, at
nú fer kanska at verða koyrt tvær ferðir um tíman í staðin fyri tríggjar ferðir. Um kvøldið
verður koyrt eina ferð um tíman.
Hetta kunnu vit ikki gera nakað við, mugu liva við tí, vit fáa jú tænastuna ókeypis. Í
staðin gjalda vit tann prís, at í vikuskiftunum steðgar Bussleiðin upp.
Tey, ið skipa fyri Bussleiðini, mugu skilja, at eingin fer at seta bil sín av álvara, um
Bussleiðin liggur still í vikuskiftunum. Støðan nú er, at einsamøll foreldur og mong eldri
fólk, ið ikki longur koyra bil, mugu leiga sær bil í kirkju/samkomu, til hugnakvøld í familju,
til konsertir og onnur tiltøk, sum skapa trivna og ríka tilveruna. Tað kostar smáar kr. 200
tur/retur, og hetta hevur einki at týða fyri fólk, sum hava pengar. Hvat gera øll hini? Vit
kunnu gita sjálvi.
Eitt boð er, at allir brúkarar frá 11100 ár keypa eitt mánanskort og at stempulkortini
verða skrottað fyri alla tíð. Institutiónir sum barnagarðar og skúlar fáa serlig kort, og
ferðafólk koyra ókeypis. Síðan koyrir Bussleiðin allar dagar í viku, og hetta fer møguliga
at hava við sær, at alt fleiri fólk »seta bilin«.
Tað er ein serligur lívsstílur, men tað ber til.
Oddvør Johansen
Bussleiðin
Útvarpið og Sjónvarpið bóru tíðindi um ein starvsfelaga hjá teimum, sum var burturvístur
úr starvi sínum vegna fíggjarundandrátt, her skal ikki viðgerast sjálvt málið.
Ein situr eftir við nøkrum spurningum?
Var tað so alneyðugt at boða øllum Føroya fólki frá hesum?
Verður tað als ikki hugsa um ta familju taðð rakar?
Hvar gongur markið hjá fjølmiðlum og fjølmiðlafólki, tá talan er um hendingar, sum
hava tað við sær, at tær hava daprar ringvirkningar fyri familjuna tað rakar?
Hvat kunnu tær almennu Føroyar gera og brúka hesi tíðindi til?
Ræður tað bert um hjartaleyst/kensluleyst at borðreiða við týðindum, sum draga
fólkasálina niður, tí langt er millum tey mótsættu tíðindini?
Ein álvarsamur spuringur stendur eftir:
Var tað neyðugt hjá kringvarpstjóranum og leiðsluni at boða Føroya fólki frá hesum,
sum hent var á stovninum?
Var hettar ikki bert at leggja stein oman á byrðu?
Er tað neyðugt
at hanga alt út á
snórarnar???
Thomas Juul Askham