mánadagur 13. september 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 13. september · Nr. 132
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Klaksvík er steypavinnari
Klaksvíkar Talvfelag staðfesti aftur um vikuskiftið, at teir
eru stinnasta talvfelagið í landinum í løtuni. FM-vinnararnir
gjørdu bart og vunnu steypakappingina. Klaksvíkingar løgdu
út sum eitt óløgi við at vinna fyrstu fýra dystirnar við fullum
stigatali. Men sum kappingin leið, dróg samanum í oddinum,
har havnamenninir treyð ugt rann aftaná. Talan gjørdist um
eina sanna finalu. Tá eitt umfar restaði í, hevði Havnin lagt
seg á odda við ½ stigi, og seinasta umfarið var móti Klaksvík.
Klaksvík vann 5-1 í seinasta um farinum. Klaksvíkingar vunnu
steypa kapp ingina í 2007, 2009 og 2010. Havnin vann í 2008.
Uni Holm Johannesen
Sámal Ímundarson, formaður
í B36, var greiður, tá venjara-
skiftið var kunngjørt.
– Vit vilja meira og síggja
ikki nakra betring, segði hann.
Allan Mørkøre loysti Sigfríð
Clementsen av sum venjari í
B36 í farna mánaða. Liðið hevur
síðan vunnið lítið sannførandi
á FC Suðuroy á heimavølli, tapt
óuppiborið á útivølli móti Vík-
ingi, og varð nærmast klætt úr
við Margáir í gjár.
Venjaraskiftið hevur ikki
rínt við alt fyri eitt. B36 hevur
tapt móti kappingarneytunum
um plássið í Evropa. Mál setn-
ingurin um evropiska luttøka
er við at fara úr eygsjón.
Men hvat ætlar B36 nú?
Kurt
Mørkøre,
Heðin
Askham, Mikkjal Thomassen,
Sig fríður Clementsen og Allan
Mørkøre hava verið venjarar
hjá B36 síðan 2007.
Eingin hevur fingið meira
enn eitt ár í starvinum. Eingin
hevur havt møguleikan at lagt
eitt grundarlag undir besta
mansliðnum hjá felagnum. Eitt
felag, sum skal stríðast millum
trý tey fremstu á hvørjum ári
annað er ikki nøktandi.
B36 hevði eitt sera vánaligt
kappingarár í fjør, og nógv
bendir á, at árið í ár verður eis-
ini miseydnað.
Hvat ætlar felagið at gera
í komandi ári? Verður Allan
Mørkøre venjari? Verður nýggj-
ur venjari settur, sum skal byrja
av nýggjum?
– Eg haldi, at eg havi fingið
ov stutta tíð, og tað er ikki
heilt fair, men B36 er trýst frá
ymsum síðum. Tað tykist mær,
sum at B36 vildi hava meg at
gera gand, men eg eri eing in
gandakallur, eg eri ein fót-
bólts venjari, segði Sigfríður
Clementsen.
Í fótbólti loysir tað seg ikki
bara at liva í løtuni. Tað ræður
um at hugsa fleiri ár fram.
Hvør skal mynda liðið kom-
andi árini? Spælir Hjalgrím
Elttør við B36 komandi ár?
Hvør skal lyfta arvin sum
lokala B36-hjarta eftir Jákup
á Borg, Herbert í Lon Jacobsen
og Klæmint Matras? Hvør
er
ætlanin
við
Stig-Roar
Søbstad?
Tað hevur B36 ikki dugað
nóg væl seinastu árini.
Tí noyðist leiðslan at gera
greitt, hvat felagið ætlar. Hvør
ætlanin er komandi árini?
Hvør skal stjórna ætlanini?
Viðhaldsfólkini
eru
ikki
nøgd, og tey vita ikki, um tað
er nakað at síggja fram til.
Hvat
ætlar B36?
KLUMMA
• Lýsing frá HB: »Ókeypis stig kunnu
avheintast í Gundadali«
• HB stovnað í 1904 og sovnað við 1-4
• Sådan, FC Suðuroy, koyr HB í skápið. Hvat
siga havnarmenn nú? »Bygdamenn«
Viðmerkingar frá
3. Hálvleiki:
Uni Holm Johannesen
Pole J. Hansen verður biðin um at
gita, hvar í røðini Team Klaksvík
verður við kappingarenda.
– Vit verða nummar fimm, er
hann skjótur av svara.
Í Klaksvík brynjar best mansliðið
í býnum seg til eitt strævið kapp-
ingarár í bestu deildini. Fyri fyrstu
ferð nakrantíð skal besta mansliðið
hjá Team Klaksvík royna seg millum
teir bestu í Føroyum.
Maðurin við evstu ábyrgdini
av liðnum er Pole J. Hansen. Hann
var settur sum venjari í farnu viku.
Hann ræðist ikki stóru avbjóð-
ingina, sum hinvegin er orsøkin til,
at tók av tilboðnum.
Pole J. Hansen og leikararnir
fyrireika seg nú til uppgávurnar,
sum standa fyri framman.
Fara at verja
Púra óroyndir fara klaksvíkingar at
bjóða teimum royndu av.
Tað verður helst ein torfør upp-
gáva hjá venjaranum. Og tað stað-
festir hann eisini.
– Vit hugsa fyrst og fremst um
at verja. At standa rætt í verjustøðu
og geva mótstøðuliðunum so lítið
pláss, sum tilber. Tað er serliga tað,
sum vit leggja dent á í venjingunum
í løtuni. Tað verður torført, og tí
skulu vit verja okkum frægast,
greiðir Pole J. Hansen frá.
Tveir útlendingar eru í hópinum.
Damir Oros, sum hevur roynt seg í
føroyskum hondbólti í drúgt áramál,
verður spælandi hjálparvenjari, og
felagið kunngjørdi í farnu viku, at
Zarko Pejovich úr Bosnia er knýttur
at hópinum.
Pole J. Hansen er týðiliga bilsin
av leikarahópinum.
– Eg hevði ikki væntað, at eg
skuldi stjórna einum so dugnaligum
liði. Eg eri bilsin av leikarunum, sum
standa seg væl betri, enn eg hevði
væntað, sigur Pole J. Hansen.
Hann vísir á, at Zarko Pejovich
fer at hjálpa klaksvíkingum væl í
hesum kappingarárinum.
Ræðist ikki
Fyrstu uppgávan hjá Team Klaksvík
í hesum kappingarárinum verður
helst møtumikil.
Hin 27. september vitja greipu-
vinnararnir úr Neistanum í Klaks-
vík, og tá fáa klaksvíkingarnir seg
av álvara royndar.
Pole J. Hansen stúrir ikki fyri,
at kappingarárið verður ein van-
lukka.
– Nei, tað hugsi eg als ikki. Málið
hjá okkum er at vinna nakrar
landskappingardystir, og annars
at vaksa við uppgávunum. Vit ætla
at strívast og strevast og hugsa
ikki um, at vit verða botnproppur,
tá kappingarárið er liðugt. Nú fara
vit at bretta upp ermar og stríðast,
sigur Pole J. Hansen.
TEAM KLAKSVÍK
Felagið varð stovnað hin
12. september í 2006.
Formaður er Fríðin Ziskason
Endamálið var, at menn og dreingir
skuldu hava møguleikan at spæla
hondbólt í Klaksvík
Besta mansliðið spældi í triðbestu
deildini í 2006/2007 og vann sær
uppflyting.
Liðið spældi í næstbestu deildini í tvey
kappingarár, men flutti upp í bestu
deildina í vetur
Millum spælararnar, sum hava spælt
við, eru Allan Mørkøre, Meinhardt
Joensen, Jákup Mikkelsen, Jens Martin
Knudsen og John Petersen, sum hava
spælt á føroyska landsliðnum
í fótbólti
Vit verða nummar fimm
HondbóLTUr Pole J. Hansen tók við venjarastarvinum hjá Team
Klaksvík fyri einari viku síðan. Hann ræðist ikki uppgávuna,
og stúrir als ikki fyri, at kappingarárið verður ein vanlukka