mánadagur 13. september 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. september · Nr. 132
18
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Ólavur Øre Hansen
Myndir: Sofus Johannesen
Tað gongur sum eftir ánni hjá EB/
Streym í løtuni, og dysturin ímóti
B36 við Margáir sunnudagin, var
ein staðfesting av jaligu gongdini
hjá sundalagsmonnum, sum annan
dystin á rað vunnu stórsigur. Úr
slitið hevur við sær at EB/Streymur
nú bert er trý stig frá oddaliðnum
úr Runavík, sum tó hevur spælt ein
dyst færri.
Arnbjørn skorar eftir vild
Ímyndin av góðu gongdini hjá
sundalagsmonnum er Arnbjørn
Hansen, sum í síðstu tveimum
dystunum hevur skorað heili átta
mál, og er nú toppskjútti í Voda
fonedeildini við 17 málum.
Hetta hevur við sær at Arnbjørn
er mest markanti spælarin í
Voda fonedeildini í løtuni, men
sjálv ur
metir
skarprættarin
úr Kolla firði, ikki at hann ger
nakað ørvísi nú í mun til fyrr í
kapp ingini. Heldur metir hann
at hansara avrik skal síggjast í
ljósinum av góða liðavrikinum hjá
sundalagsmonnum
Gott liðavrik ella ei, so skerst
ikki burtur at Arnbjørn hevur gott
máltev, og hevur eygað fyri at vera
á rætta staðnum.Bæði fyrsta og
triðja málið hjá honum, vóru typisk
fyri sannar málrevar, har hann bert
skuldi seta fótin á, meðan næsta
málið var úrslit av einum frálíkum
einmansavrikið frá Arnbirni.
Persónlig mistøk
Meðan
Sundalagsmenn
kunnu
fegnast um trivaliga sigurin, so eru
teir í B36 alt annað enn nøgdir við
teirra egna avrik, sum als ikki var
nøktandi.
– Vit eru okkara egnu mótstøðu
menn í dag, har vit gera fleiri
persónlig mistøk, og geva teimum
fleiri bílig mál, segði ein vónsvikin
B36 venjarin, Allan Mørkøre, eftir
dystin.
B36 venjarin hevur grein í sínum
máli, tí avrikið hjá B36 var als ikki
gott nokk. Har var ov lítil stríðsvilji,
og fleiri at spælarunum spældu
langt undir vanligt støði. Av tí sama
manglaði strukturur og hugflog
yvir spælinum hjá B36.
Naivt verjuspæl
Hóast fyrri hálvleikur var javnur
hvar spæli viðvíkur, so skoraði
EB/Streymur heili trý mál. Sunda
lags menn
dugdu
at
gagnnýta
óvanliga naivt verjuspæl frá B36
til at skora trý mál fyrsta hálva
tíman. Arnbjørn skoraði tey bæði
fyrstu málini, meðan Gudmund
Niel sen skoraði triðja málið. Beint
fyri steðgin fekk inn skifti Heini
í Skorini minkað um munin, so
støðan var 31 eftir fyrra hálvleik.
Í seinra hálvleiki hevði EB/
Streymur fult tamarhald á dyst
inum, og spældu til tíðir sera væl.
Tískil var tað fult í trá við spæl
og kjansir, tá Arnbjørn
økti til 41, sum gjørdist
endaliga støðan.
hansenolavur@hotmail.com
EB/Streymur
nærkast oddinum
EB/Streymur 4
B36
1
vodafonedeildin Arnbjørn Hansen vísti enn einaferð sítt virði fyri EB/Streym, tá hann
skoraði trý mál í 4-1 sigrinum á B36 sunnudagin. Sigurin ber við sær at sundalagsmenn
nærkast oddinum í Vodafonedeildini, meðan B36 ikki hevur annað enn æruna at spæla fyri
Viðmerkingar í 3. Hálvleiki:
Í dag vann EB/Streymur, og málmaðurin hjá EB/Streymi hevði alt upp
á det Rene ;)
Nú kann man arga HB og B36 í senn við 82
Eg má siga tað nú eftir at hava sæð dystin við Margáir, at ikki ein maður
hevur uppiborið at ganga í tí flottu B36blusini. Fúl skomm, siga eg og
fleiri onnur.
Arnbjørn Hansen
er toppskjútti í
Vodafonedeildini