Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-13, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. september 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 13. september · Nr. 132 Sosialurin Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen Seks gul kort og fýra reyð kort. So ofta er Símin Hansen revsaður í hesum kappingarárinum. Piotr Krakowski ræðist ikki at fjala veruleikan. - Nei, vit góðtaka ikki atburðin hjá Símini Hansen, sigur venjarin hjá B71. Símin Hansen hevur staðið seg sera væl í hesum kappingarárinum. Hann hevur gingið undan hjá sandoyingum. Klárt betri enn viðleikararnir. Bólteygað og spælskilið er sjáldsama gott. Hann er gløggur spælari og heldur seg ongantíð aftur. Hann er altíð sjónligur á vøllinum. Snúningsdepilin á miðvøllinum. Ein leiðari. Skjótur og væl vaksin. Ein fram úr dugnaligur fótbóltsspælari. Men hann hevur ein stóran trupulleika. Hann fer oftast um markið, sum verður ruddiliga staðfest, tá hugt verður at revsingunum, hann hevur fingið frá dómarunum í hesum kappingarárinum. Seks gul kort og fýra reyð kort. Tað er sera óheppið í kroystu støðuni, sum Piotr Krakowski og B71 eru í. Sandoyingar stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting, men mugu verða stjørnuspælaranum fyri uttan í heilum. Í gjár kundi liðformaðurin væl gjørt munin á Svangaskarði. Stríddust fyri tí B68 hevði ikki stórvegis at bjóða á heimavøllinum í gjár. Toftamenn vóru nógv á bóltinum, men so skjótt sum bólturin nærk- aðist brotsteigarmarkinum hjá gestunum, so var spælið tilvildarligt og lítið hugflogsríkt. Ibrahima Camara legði B68 á odda aftaná 12. minuttir. Onkurs- vegna sendi hann skotið avstað, sum umvegis ein mótstøðuleikara, fór í einum boga upp um Predrag Markovic. Jóhan Dávur Højgaard sigur seg vita, hví B68 hevði ongantíð tamarhald á dystinum. – Vit duga ov illa at skapa dystin. Avrikið hjá okkum er ikki nøktandi, sigur hann. Thomas Hans Rubeksen javnaði fyri gestirnar. Hann stýrdi bóltin í málið við høvdinum og tryggjaði B71 eitt sera umráðandi stig. – Vit høvdu ikki uppiborið meira, sigur Jóhan Dávur Højgaard. – Vit royndu at fáa avgerandi málið, men tað er torført at spæla á Toftum, sigur Piotr Krakowski. Men tað var saknur í Símini Hansen. Gestirnir høvdu lítið skipa álopsspæl, og tað var sjáld- an, at sandoyingarnir tóku røttu loysnina á spælihálvuni hjá heima- liðnum. B71 hevði pláss at spæla á, serliga í seinna hálvleiki. Símin Hansen hevði heilt víst bøtt um skaðan. Hann hevur evnini at spæla frísendingar í dýpdina ella í renni teini hjá viðleikarunum. Men liðformaðurin hevði aftur leikbann. Piotr Krakowski sigur bart út, at tað var saknur í liðformanninum. – Hann manglar í dag, tað er einki at siga til, sigur hann. Saknur í honum Símin Hansen er ímyndin av liðnum hjá B71. Hann eigur serstakt pláss liðnum hjá sandoyingum. Tað er eisini uppiborið. Hann hev ur vunnið barndómsfelagnum fleiri stig í hesum kappingarárinum. Takkað verið hansara avrikið, hevur liðið hórað undan. Piotr Krakowski hevur ikki stórvegis fólk at taka av. Tí hevur hann ongan møguleika at revsa Símin Hansen. Tað merkist, tá Hansen er við, og tí fáa mongu kort- ini ikki avleiðingar. Venjarin góðtekur ikki hans- ara atburð, men tað fær ikki av- leiðingar. – Vit arbeiða við støðuni, soleiðis, at hann fær ikki fleiri kort í hesum kappingarárinum, sigur Piotr Krakowski. uni@sosialurin.fo Símin Hansen er so evnaríkur fótbóltsspælari, at Brian Kerr kundi givið pláss fyri honum í føroyska landsliðshópinum. Mongu gulu kortini og reyðu kortini leggja bein fyri úttøkuni. Tað metir Helgi L. Petersen, sum er fótbóltsviðmerkjari hjá Miðlahúsinum. Hann ivast ikki í, at Símin Hansen hevur førleikar sum standa einki aftan fyri fleiri av landsliðsleikarunum. Stríðsviljin er fyrimyndarligur, hann er sera væl fyri kropsliga og dugir væl við bóltinum. Hann er millum fimm teir fremstu leikararnar í Føroyum, sigur Helgi L. Petersen. Hann vísir millum annað á dystin í Gundadali á ólavsøku móti HB, tá Símin Hansen vann væl og virðisliga nærdystin móti Fróða Benjaminsen, sum stundum hevur ræðið á miðvøllinum í landsdystum. - Trupulleikin er hansara sinnislag. Brian Kerr veit helst, at hansara mongu kort kunnu gerast sera kostnaðarmikil á landsliðnum. Landsliðið hevur tað oftast sera torført, og at spæla við 10 monnum er ein ógjørlig uppgáva. Men fótbóltsevnini hjá Símini Hansen røkka til landsliðsfótbólt, sigur Helgi L. Petersen. Símin Hansen hevur bara spælt við B71 í bestu deildini, sæð burtur frá nøkrum fáum mánaðum í B36 í 2006. Framherjin er altíð eyðsýndur á liðnum, sum hevur stríðst í botnstríðnum. Men hevði hann eisini tað hjá einum oddaliði? - Tað kann hugsast, at hann riggar serliga væl á einum liði, har hann hevur høvuðsleiklutin. Hann riggar í øllum førum væl í leiklutinum, har alt snýr seg um hann á vøllinum. Men tað ber ikki reiðiliga til at siga, tí hann hevur ikki fingið seg royndan av álvara á hægsta støði í Føroyum, sigur Helgi L. Petersen, fótbóltsviðmerkjari. uni@sosialurin.fo Keita er ikki orsøkin Hann skeyt 15 mál í farna kappingarári. Men hann hevur ikki skotið fleiri enn fimm mál í ár. Ahmed Keita hevur ikki verið eins støðugur málskjútti hjá B68 í hesum kappingarárinum sum í fjør. Tað er tó ikki trupulleikin hjá B68, sigur Jóhan Dávur Højgaard. – Tað ber ikki til at geva einum manni skyldina, sigur verjuleikarin. Hann hevur lands­ liðs støðið Venjarin saknar Símin Hansen Vodafonedeildin Símin Hansen er revsaður við kortum fleiri ferðir í hesum kappingarárinum. Venjarin, sum saknar stjørnuspælaran í heilum, góðtekur ikki atburðin hjá Hansen, men tað fær ikki avleiðingar B68 1 B71 1 Mynd: Álvur Haraldsen • Suðuroyingar kunnu gott gloyma at fara fram um B71. Símin var ikki við, so B71, teir vístu seg sum menn í dag. • Er nú einki fýrverk eftir á Toftum? Viðmerkingar í 3. hálvleiki: