Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-13, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. september 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. september · Nr. 132 20 Sosialurin Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Tað kundi sæð út sum byrjanin til endan hjá FC Suðuroy, tá HB longu í fimta minutti legði seg á odda í gjár. Talan var um mynsturálop, ið endaði við, at Símun Samuelsen kom til bak­ linjuna í høgru síðu og spældi útfrá, so Milan Kuljic bara skuldi seta innarsíðuna á til 1­0. HB sat tungt á bóltinum so at siga allan fyrra hálvleik, og kjans­ irnir at økja til 2­0, 3­0 og kanska meira, trutu heldur ikki tann fyrsta hálvan tíman. Men neyv­ leikin var slett ikki har, og tí bleiv við at standa 1­0 á máltalvuni, meðan minuttirnir gingu. Andrew av Fløtum hevði harð­ an skallara sentimetrar uttan fyri stongina, Símun Samuelsen rund aði einar fýra mans og skjeyt beint á málmannin, Milan Kuljic hevði eina góða skotroynd aftrat, Fróði Benja minsen var fyrst akkurát ov stuttur til innlegg og royndi seg seinni við einum heil­ fluktara beint uppum… Hetta var dysturin, har HB hevði møguleikan at vinna og leggja seg á odda í Voda fone­ deildini – í øllum førum til í kvøld, tá NSÍ á heimavølli tekur ímóti ÍF. Um nú NSÍ skuldi snáva, var umráðandi hjá HB at fáa sítt til høldar, so oddasessurin kom aftur til Havnar, har hann ikki hevur síðstu tríggjar mánaðirnar. Vónin fekk veingir Gestirnir úr Suðuroynni høvdu eisini brúk fyri at fáa stig, tí kappingin í botninum er gróthørð og náðileys. FC Suðuroy var undan dystinum trý stig frá aftasta plássinum og trý stig frá at koma upp um niðurflytingarstrikuna. Og hóast eitt botnlið kanska ikki so ofta vinnur á HB í Gundadali, so var vónin í øllum førum, at – um ikki annað – eitt stig skuldi koma burturúr. Henda vónin fekk veingir, tá góður hálvur tími var farin av dystinum í gjár. Mamuka Toronjadze, ið var klárt besti maður á vøllinum, fór um koll frammi í vinstru síðu, miðskeiðis á HB­hálvuni, og Jón Krosslá Poulsen skuldi taka frísparkið. Tað gjørdi hann sera væl, tí inni fyri mál inum kundi Henning G. Joensen bara seta krúllin á bóltin, sum smeyg sær inn um stongina til 1­1. Síðstu løtuna av fyrra hálv­ leiki var FC Suðuroy betur við, enn frammanundan, men tá spæl ararnir kom útaftur eftir hálvleikssteðgin, líktist alt aftur fyrra hálv leiki, tí aftur vóru tað teir í HB, ið høvdu bóltin tað Einki var at siga til, at frøin á teimum í FC Suðuroy var stór eftir dystin ímóti HB, tí tá av­ tornaði, fingu teir meira burt­ urúr, enn teir høvdu væntað og vónað: – Vit komu higar eftir ein­ um stigi, tí tað høvdu vit brúk fyri. Vit máttu kempað all an dystin og komu fyrst upp á 1­1 og endaðu so við at vinna 4­1. Tað er heilt ótrúligt, segði ein av málskjúttunum á suðuroyar­ liðnum, Jón Krosslá Poulsen, ið byrjaði frammi í álopinum, men endaði við at liggja afturi á vøllinum ta síðstu løtuna av dystinum. – HB hevði bóltin allan fyrra hálvleik, og vit runnu bara aft­ an á teimum alla tíðina. Fyri okkum kom tað tí væl við, at hálv leikurin kom og at vit longu tá høvdu javnað. Vit máttu bara royna at fáa eitt skjótt mál eftir steðgin og ikki leggja okkum ov langt aftur, og tað eydn aðist tíbetur. Samstundis sum hann var fegin um sigurin, viðgekk Jón eisini, at úrslitið kanska ikki segði alt um, hvat í veru­ leikanum var hent á vøllinum í Gundadali: – Eg kann ikki siga, at úrs­ litið lýsir dystin, tí HB hevði alt spælið so at siga alla tíðina. Vit løgdu okkum aftur, tá eitt korter var eftir, og tá teir so eisini koyrdu sín sterkasta verju­ spælara fram at vinna luft bólt­ arnar, bleiv uppaftur opn ari í hinum endanum, so vit kundu kontra og skora tvey mál aftrat. hilmarjan@sosialurin.fo Hetta er heilt ótrúligt Hilmar Jan Hansen Í fyrra førinum, sum var sjey minuttir fyri tíð, fekk Henning G. Joensen hjá FC Suðuroy ein snudd og varð liggjandi á vøll­ inum, men spælið helt fram. Dómarin steðgaði ikki spæl­ inum – hóast teir hjá FC Suðuroy týðiliga væntaðu tað og tí meira ella minni steðgaðu upp, og HB helt fram við at spæla. Í staðin fór Símun Samuelsen ígjøgnum og gjørd­ ist eftirfylgjandi partur av samanstoyti við bæði Stanislav Kuzma og Heina Vatnsdal, ið blivu liggjandi eina góða løtu. Serliga málverjin fekk so mikið av skaða, at hann var týð­ iliga darvaður av tí restina av dystinum. Í seinna førinum, sum var fimm minuttir seinni, sparkaði málverjin hjá FC Suðuroy bóltin út, tí Heini enn eina ferð fekk ein snudd og varð liggjandi inni í egnum brotsteigi. Men HB gjørdi skjótt av, tók innkastið beinanvegin og royndi at fáa eitt álop í lag. Kring vøllin vóru tað fleiri – undirritaði íroknaður – ið undraðust á vantandi Fair Play­ andan hjá HB, men hetta var ógrundað, um hugt verður í Stevnuna fyri 2010, sum er ein veg leiðing til dómarar, venjarar og spælarar, tá støða skal takast til eitt nú skaddar spælarar. Stevnan skal gera sítt til, at eitt nú andin í fótbóltslógini verður havdur fremstur í huga. Tá lisið verður ígjøgnum Stevnuna 2010 í brotinum um skadd ar spælarar, so er tað upp til dómaran at gera av, nær skaðin er av slíkum slagi, at spælið skal steðgast og við gerð gevast tí skadda. Og í hvørgum førinum metti Eiler Rasmussen, sum dømdi í Gunda dali í gjár, at neyðugt var at steðga spælinum ella annars at handla eftir tí, vit vanliga kalla Fair Play­ meginreglan. Í fimta broti í Stevnuni stend­ ur undir yvirskriftini Fair Play, at »um spælari verður smá skaddur undir dystinum, er tað dómarin sum ger av, um og nær dysturin skal steðgast, fyri at viðkomandi spælari kann verða eftirhugdur og fara av vøll inum fyri at fáa viðgerð. Um spælari er álvarsliga skadd ur, skal dómarin steðga dyst inum við tað sama.« Víðari verður staðfest, at »um annað av liðunum sparkar bóltin út av vøllinum, fyri at spælari kann fáa viðgerð, so skal liðið ikki vænta at fáa bólt in aftur.« Fair Play ella ikki… Fótbóltur Ímóti endanum á dystinum vóru tvær støður, ið fingu summi at undrast á, hví HB ikki vísti størri Fair Play-anda. Men reglurnar eru øðrvísi nú, enn tær vóru fyrr VodaFonedeildin Hetta var dysturin, har HB hevði ætlað sær at endurvunnið oddasessin, men so skuldi ikki verða. Í staðin fyri væntaða heimasigurin í Gundadali, gjørdist talan um rætta eyðmýking, tá FC Suðuroy vísti ein stríðsvilja, ið fekk tankarnar at leita aftur til ein annan dyst júst 20 ár frammanundan HB 1 FC Suðuroy 4