Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-13, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. september 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 13. september · Nr. 132 Sosialurin Ítróttarblaðið – Hetta er eitt sindur løgið. Vit koma framum 1-0 beinanvegin og hava so nakrar kjansin at avgera dystin, men gera tað ikki. So fingu teir eina deyðbóltsstøðu og komu upp á 1-1, so vit fóru øgiliga vónbrotnir inn til hálvleik. Teir skora aftur, tá eitt korter er farið eftir steðgin, men eg haldi ikki, at teir áðrenn tað í seinna hálvleiki vóru framman fyri miðjuna. Soleiðis tók Símun Samuelsen saman um dystin ímóti sínum bygdarmonnum í Gundadali í gjár, samstundis sum hann eisini tók í egnan barm: – Vit v ó r u b a r a i k k i nóg kaldir, tí vit góvu teimum bóltin til mál nummar tvey, og tað er ikki nóg gott. Tú kanst siga, at vit í dag verða eyðmýktir á heimavølli, men bæði FC Suðuroy og B71 hava nú gjørt av við okkum á heimavølli, staðfesti vágbingurin í HB, sum ljóðaði eitt sindur uppgevandi. – Tá tú gevur teimum niðastu stig frá tær, so kanst tú ikki vænta at gerast meistari. Einki er tó liðugt, fyrr enn tað er liðugt, og so leingi, sum vit hava møguleikan, fara vit eftir tí. Men skal eg siga tað realistiskt, so sóu vit ikki út sum nakað topplið, soleiðis sum vit spældu í dag. hilmarjan@sosialurin.fo nógva av tíðini. Góðar kjansir høvdu bæði Þórður S. Hreiðarsson og Fróði Benjaminsen, sum skallaði á stongina, men tað kom ikki nærri enn tað sama. Kortini gjørdust tað hinvegin gestirnir, ið fingu næsta málið, tá HB-verjan var óskettin og læt Mamuka fáa bóltin, so hann kundi dribla seg til baklinjuna vinstrumegin og leggja innfyri til Jón Krosslá Poulsen, ið var tryggur og skoraði til 1-2. Heilt annar dystur Nú fekk dysturin eitt heilt annað innihald, tí hóast tað mest náttúrliga vildi verið, at FC Suður- oy fór aftur at verja og HB setti meira trýst á frameftir, gjørdist restin av dystinum tann veruliga úrlatingin av HB, ið hvørki vísti sál, stríðsvilja ella spæligleði, meðan FC Suðuroy vísti seg at hava hug á einum máli aftrat. Brádliga komu kjansirnir hjá gestunum sum á samlibandi. Palli Augustinussen fekk frírennara, Jón Krosslá Poulsen hevði tvær málroyndir í einari og innskifti Tóki Brattalíð gjørdi alt rætt, tá hann einsamallur við Tórði Thomsen í HB-málinum lyfti upp um hann – men eisini upp um málið… Og sum dystinum leið, fór at alt at líkjast meira og meira dystinum í Landskrona júst 20 ár frammanundan, tá undirtippaðu Føroyar koppaðu Eysturríki. Inn satsurin hjá FC Suðuroy var heil hjart aður um allan vøllin, og ikki minst í verjuni stríddust teir sum sannir b r a n d a r, so HB mest minti um eitt lið, ið slett ikki hevði tikið mótstøðuliðið í álvara. HB hótti millum lítið og einki, men í staðin gjørdist tað Mamuka Toronjadze, ið kundi krýna inn- satsin við tveimum málum í yvir tíðini, tá HB hevði tikið fólk úr verjuni fram í álopið, so væl lá fyri hjá teimum í FC Suðuroy at metta seg av sjálvtøkuborðinum. Uppiborni sigurin kom sjálv andi væl við hjá FC Suðuroy, ið nú brádliga bara er eitt stig frá at koma av niðurflytingarplássinum, meðan HB heldur ikki hesa ferð spældi frægari enn so, at fáur man undrast á, at áskoðaratalið í Gundadali sær út til at vera í fríum falli! hilmarjan@sosialurin.fo Líktust ikki oddaliði Mamuka skeyt tvey av málunum hjá FC Suðuroy Mynd: Hilmar Jan Hansen SKRÆDL Henda royndin hjá Palla Augustinussen endaði ikki við máli, men var tó eitt dømi um, hvussu FC Suðuroy læt HB úr í Gundadali í gjár Mynd: Hilmar Jan Hansen Mynd: Hilmar Jan Hansen