Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-13, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. september 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 13. september · Nr. 132 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge – Goodison Park SPÆL BÓLTIN Steven! RYGG UR Phil! HYGG UPP Mikel! Soleiðis ýla og skrála tríggir mælskir Everton viðhaldsmenn næst an allan dystin ígjøgnum. Teir eru uppá fornavn við allar leik arar nar og kundu ivaleyst hvør í sinum lag gjørt Everton til Premier League vinnarar, so væl sum teir vistu. Men tónin broytist, tá 4. dómarin stígur fram við skelt inum, sum sigur frá hvussu nógv tíð er løgd afturat – hon vísir eitt lýsandi reytt trý tal . – DREP HANN! Ljóða boðini nú til Everton leik­ ararnar, tá ein Manchester United leikari hevur bóltin. Tríggar minuttir hevur Everton at venda einum hóttandi 3­1 tapið og tað trúgva sjálvt ikki teir mest bjartskygdu uppá. Everton hevur gjøgnum dystin eitt ótal av óneyvum inn­ leggum, sum Manchester United verjan lættliga ruddar burtur. Men í fyrsta minuttinum í eykatíðini ber til. Leighton Baines leggur eitt perfekt innlegg til Tim Cahill, ið stútar bóltin í netið og minkar um munin til 2­3. Fleiri Everton viðhaldsfólk eru longu farin av Goodison og fá eru tey í veruliga fegn ast, tí tíðin er mest sum farin. Síðu mað­ urin hevur tó ikki mist vónina. – Nú skal bara ein langur bóltur til, sigur hann. Dysturin er ikki meir enn tikin upp aftur, so fer Everton í álop av nýggjum. Nú eru boðini frá Everton viðhaldsmonnum aftur á einum sámuligum støðið. FRAM! INNFYRI! Og innfyri kemur bólturin eisini, og hesa ferð er tað Tim Cahill, ið leggur bóltin fyri føturnar á Mikel Arteta, sum skorar. – YYEEEEAAAAHHHH!!! 3­3 í evstu løtu og síðumaðurin fær ein alboga í høvdið frá ovurkátu Everton viðhaldsmonnunum, sum fegn ast uppá góðan gamlan enskan manér við stórum fysiskum rørsl­ um. Ein ótrúligur endi uppá ein ótrúliga spennandi dyst, sum mangl aði leikaran, ið skuldi spæla høvðus leiklutin – Wayne Rooney. Sir Alex Ferguson hevði valt at verja fyrr verandi Everton leikararan ímóti tí ágangi, sum altíð er tá Rooney spælir á Goodison Park í Man chester United troyggjuni. argetrondur@sosialurin.fo Dramatikkur á Goodison Park Premier League – Drep hann! Soleiðis ljóðar uppgevandi ýlið frá mælska Everton viðhaldsmanninum á setrinum aftanfyri. Tá resta bara fýra minuttir í dystinum millum Everton og Manchester United á Goodison Park og Manchester United er á odda 3-1. Vónbrotið lýsir úr eygunum á Everton viðhaldsfólkunum – eingin Wayne Rooney at harta og tap til Everton í eygsjón Wayne Rooney: Tað bleiv ikki gjørt so nógv burtur úr Wayne Rooney, sum hevur verið á forsíðunum á tabloid bløðunum í Onglandi, tí hann hevur verið konuni ótrúgvur við upp til fleiri skøkjum. Tó vóru nakrir Everton viðhalds menn so beinasamir at blása eina Lolita dukku upp, og tveita hana á vøllin til stóra gleði og undirhald fyri Everton viðhalds fólkini. Fakta: Dysturin leygardagin var nummar 700 hjá Sir Alex Ferguson sum oddamaður fyri Manchester United í Premier League. Av teimum 700 hevur hann vunnið 450, tapt 100 og spælt 150 javnar. Í teimum 700 dystinum hevur Manchester United skorað 1382 mál og latið 595 ígjøgnum. Samlaða málúrtøkan er +787! (Her manglar ein dystur í rokniskapinum). Tony Hibbert: Mitt í dystinum mátti høgri bakkur hjá Everton, Tony Hibbert, skifta brøkur. Tað gjørdi hann ósmæðin framman­ fyri øllum á Goodison Park, og tað fekk meginpartin av áskoð­ arunum at floyta eftir honum. Dagsins mál: Dimitar Berbatov til 3-1. Manchester United vinnur bóltin uttanfyri egnan brotssteig. Bólturin endar hjá Paul Scholes, sum leggur eina millimetur neyva avlevering til Dimitar Berbatov, sum rennur frá Everton verjuni og avsluttar elegant við uttarisíðuni til 3­1. eVra Liggur aFTurÁ Patrice Evra og Manchester United vóru í fríum falli seinastu minuttirnar. Everton fekk tvey mál í tíðini, sum dómarin sum legðu afturat Mynd: Polfoto