Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-13, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. september 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. september · Nr. 132 24 Sosialurin Ítróttarblaðið Heri Simonsen Miðlamaðurin hittin hin nú 61 ára gamla Ole Skoubo á Hvonn í Tórs­ gøtu í farnu viku. Í 1983 var Ole Skoubo venjari hjá bæði HB og føroyska landsliðnum. Árini frá 1986 til 1989 var Ole Skou bo venjari hjá GÍ. ­ Eg havi nógv góð minnir úr Før­ oy um, slær Ole Skoubo fast. ­ Í 1983 høvdu vit eftir mínum tyk ki eitt gott kappingarár í HB, sum tíverri ikki gav okkum meist­ ara heitið. Tað var ein skrivi borðs­ feil ur á einum dómaraseðli, sum for kom okkum møguleikan, men eft ir mínum tykki, so var HB tað besta liðið hetta kappingarárið, har eg hevði ta stóru gleðina at sam­ starva við fleiri av spælarunum, sum seinnu spældu á føroyska lands liðnum, sigur hann. Ikki beiskur Spurdur, um hann er beiskur um ser s tøku hendingina í 1983, svarar Ole soleiðis. ­ Eg eri ikki beiskur longur. Men í 1983 var eg eitt sindur harmur um tað. Mest vegna felagið og spæl ar­ ar nar, men tú kann ikki altíð taka hædd fyri tingum, sum henda utt­ an fyri vøllin, sigur Ole Skoubo. Hann viðgongur tó, at tá miðla­ mað urin ber tiltikna málið frá 1983 fram aftur, so vitjar eitt pinkalítið sin d ur av beiskleika aftur. ­ Vit høvdu Jóannes Jakobsen og Jóanes Eidesgaard á liðnum, og tað kom bland í nøvnini, so ann­ ar kom at standa tvær ferðir á dómaraseðlinum, men tað skulu teir ikki hoyra eitt ónt orð fyri í dag, sig ur gamli danski venjarin, meðan hann flennir. Hendan dagin hevur Ole Skou bo sett gomlu HB­ og lands liðs kempu­ num, Julian Hansen og Jóannes Jakobsen, stevnu á Hvonn. ­ Jóannes var ein av teimum bestu spælarunum tá, og ein av ber andi kreftunum. HB vann 3­0 á MB á vøllinum, men tapti síðan 0­3 móti MB, orsakað av mistakinum á dómaraseðlinum. GÍ var eitt stig framm an fyri HB á stigatalvuni, og MB megnaði ikki at bjarga sær í bestu deildini hetta kappingarárið, men flutti niður í 2. deild. Grønland var eins serstøk uppliving Føroyska landsliðið spældi fýra lands dystir við Ole Skoubo sum venjara í 1983. ­ Tað var ein rættiliga serstøk upp living. Tað var jú í tíðini áðrenn FIFA­góðkenningina. Vit spældu ein góðan dyst móti danska U21­ lands liðnum, sum endaði við javn leiki 1­1. Danska U21­lands­ liðið hevði Richard Møller Nielsen sum venjara. Og fleiri av donsku spælar unum vunnu seinni evropameistaraheitið við danska A­lands liðnum í 1992, so talan var um eitt gott føroyskt úrslit, slær Ole Skoubo fast. Hann harmast um stóra 0­6 tapið móti Íslandi á veg til Grøn­ lands. Hann minnist, at fyrsti dyst­ ur in millum Grønland og Føroyar end aði 0­0, sum var eitt vónbrot. Før oyska liðið vann 3­2 í seinna dysti num. Talan var um eina minniliga upp liv ing, men tað gjørdist fyrsta og einasta ferðin, at Skoubo var lands liðsvenjari. Meistari við GÍ Ole Skoubo kom aftur til Føroya í 1986, har hann stóð á odda fyri GÍ í fýra ár. Hann metir, at talan var um eina fant ast iska uppliving. GÍ vann meistaraheitið í 1986, vann bronsu í 1987, varð nummar fimm í 1988 og varð nummar sjey í 1989. Ole Skoubo greiðir flennandi frá, at tá var tíðin búgvin, at hann gavs t, tí annars hevði liðið kanska flutt niður í 2. deild. Danin hevur hug at framhevja Jarn skor­brøðurnar, og málrevin Sím un Petur Justinussen, sum ber­ an di kreftir á besta liðnum hjá GÍ hesi árini. Venjari aftur Ole Skoubo hevur verið víða sum fótbóltsvenjari. Umframt í før oys­ k um fótbólti, hevur hann fingið seg royndan í Danmark, Noregi og Grikka landi. Hann koyrdi úr Noregi til Lands­ krona at síggja fyrsta undan kapp­ ing ar dystin hjá Føroyum móti Eystur ríki hin 12. september í 1990. Hann sigur, at tað var ein minni­ lig hending, og tað var stuttligt at sígg ja sensasjónina. Nú hevur hann vitjað Føroyar við síni nýggju konu, og hann hevur eitt brennandi ynski at gerast venjari í Føroyum aftur. Hann hevur framvegis nakað at geva, sigur hann. Ynskir sær venjara­ starv í Føroyum Í 1980-árunum var Ole Skoubo venjari hjá bæði HB og GÍ. Í 1983 var hann eisini føroyskur landsliðsvenjari. Nú hevur hann vitjað aftur á slóðina Frá vinstru: Julian Hansen, Jóannes Jakobsen og Ole Skoubo Mynd: Álvur Haraldsen