mánadagur 13. september 2010síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 13. september · Nr. 132
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Rólant Waag Dam
Hvussu nógv Brian Kerr og
Troels Bech, ávíkavist lands liðs
venjari hjá føroyska fót bólts
landsliðnum og høvuðsvenjari
hjá Silkeborg, tosa saman, er
ikki greitt. Greitt er tó, at báð
ir valdu at síggja burtur frá
Christ ian Lamhauge Holst, tá
teir skuldu seta liðið til síðstu
upp gávu teirra.
Troels Bech valdi, í mun til
Bri an Kerr, als ikki at brúka
Holst í dystinum. Neyvan var
tað høvuðsorsøkin til, at Silke
borg – rættiliga óvæntað – fekk
eitt stig burtur úr dystinum,
sum teir spældu á útivølli. Men
Bech, Holst og hinir kunnu tó
allir harmast um, at teir ikki fin
gu meiri enn tað sama burtur úr.
Silkeborg førdi nevniliga við
tveim um málum, tá 55 minuttir
vóru spældir, men tað eydnaðist
FCK at koma aftur í aftur og jav
na, soleiðis at dysturin endaði
22. Javnleikurin merkir, at
Silke borg framvegis er aftast
við fýra stigum og hevur fyrsta
sig ur in til góðar í ár. Í hinum
enda num er FCK fresmt við 20
stigum, fimm fleiri enn FC Midt
jylland og Brøndby.
rolant@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam
- Hesum hava vit bíðað leingi
eftir, var tað fyrsta Atli Danielsen
segði,
tá
vit
fingu
orðið
á
hann eftir dyst in í gjár. Við
trimum málum móti tveim um,
eydnaðist tað botn lið num at basa
Fredericia, sum megin partin av
kappingarárinum í fjør luttók í
uppflytingarstríðnum.
Trý stig merkja, at FC Roskilde
meiri enn tvífaldaði samlaða
stiga talið, sum undan hesum
um fari num taldi tvey stig – ein
javnleikur móti Skive og annar
móti AB farna viku skiftið. Trý
stig merkja eisini, at FC Roskilde
dregur fram um tvey onnur lið,
og leggur seg røttu megin mark ið.
Eitt mark, teir akkurát megnaðu
at halda seg omanfyri í fjør, og
sum teir eftir øllum at døma eisini
fara at stríðast fyri í ár.
Men hóast FC Roskilde og Atli
Daniel sen ivaleyst fara at berjast í
niða s ta partinum av stigatalvuni,
so tykist tað sum um, at einki
er vist og skal takast fyri givið í
donsku 1. división í ár.
Jú, AGF er oddalið og tað
vera tey allarfægstu, sum fara at
megna at gera nakað við teir.
– Tá tað kemur til hini liðini,
haldi eg øll kunnu taka stig frá
hvørjum øðrum. Tað meti eg
eisini, at vit fara at klára, heldur
Atli Daniel sen.
Óvæntað úrslit
Metingarnar byggir klaks vík ing-
ur in á úrslitini í deildini higartil
í ár. Uppflytararnir Hobro og FC
Hjørr ing hava níggju stig hvør, har
Ho bro eigur tey fyri tríggjar sigrar,
með an FC Hjørring hevur vunnið
tveir, spælt tríggjar javnleikir og
soleiðis bara tapt ein dyst, av teim-
um fyrstu seks.
Sera óvæntað er tað eisini, at HB
Køge, sum í fjør spældi millum land-
sins bestu lið, men flutti niður, ein-
ans er trýs stig frammanfyri Atla
Danielsen og FC Roskilde í løtuni.
Somu leiðis er tað eisini merkisvert,
at eitt lið sum Viborg, sum spældi
í Superliguni fyri tveimum árum
síð a ni, ikki hevur fleiri stig enn FC
Ro s kilde.
Viborg hevur annars markerað
seg sum eitt felag við nógvum æt-
lan um. Ein teirra sigur, at liðið um
trý ár aftur er at finna millum land-
sins bestu. Í løtuni røkist tó lítið
fyri hesum.
Nú verður betri
Í mun til Viborg og HB Køge, so
høvdu tey flestu ikki vænta tað
stóra av FC Roskilde. Við sigrinum í
gjár eru teir komnir á beint, men tá
skal havast í huga, at teir á ongan
hátt hava havt eina lætta skrá tey
fyrs tu umførini.
- Nei, avgjørt ikki. Vit møttu
fleiri av toppliðunum, og næsti
dyst ur in er sambært pappírinum
held ur eingin løtt uppgáva, men so
koma vit til nakrar dystir, har mót-
støð an er lið, vit kunnu meta ok k-
um við, greiðir Atli Danielsen frá.
So statt er eisini líkt til, at sigrarnir
verða tað fleiri.
rolant@sosialurin.fo
Holst á
beinkinum
Eins og landsliðsvenjarin gjørdi seinast,
so valdi Troels Bech eisini at seta
føroyska landsliðsleikaran á beinkin frá
dystarbyrjan. Holst var tískil ikki partur
av javnleikinum móti FCK um vikuskiftið
Óvæntaður sigur í
merkis verdari kapping
Atli Danielsen og FC Roskilde vunnu rættiliga óvæntað á útivølli
móti FC Fredericia seinnapartin í gjár. Hetta er ársins fyrsti
sigur hjá Atla og teimum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini,
har kappingin ikki tikið tað skap, tey flestu høvdu roknað við
Ragnar Isaksen var fremstur
Ragnar Isaksen var
fremstur í Tórshavn
Open, sum var um
vikuskiftið. Hann
hevði 166 sløg í alt
Uni Holm Johannesen
Kappingin “Tórshavn Open” var
um vikuskiftið á golfbreytini á
Glyvursnesi. Luttakararnir spældu
18 hol leygarmorgunin, og aftur 18
hol sunnudagin.
Fimtan mans høvdu teknað seg
til kappingina, og fremstur var
Ragnar Isaksen, tá avtornaði. Hann
hevði 166 sløg um holini. Næstur
honum var Janus Norðberg,
sum hevði 169 sløg.
Talan var um seinastu
úttøkukappingina
í
Før-
oy um til Oyggjaleikirnar,
sum verða á Isle of Wight
komandi summar. Úttøku-
nevndin hjá DNSÍ, sum er
deildarsbambandið
fyri
ný stovn aðan
ítrótt,
fer
nú at meta um úrslitini og
taka støðu til, hvørjir skulu
um boða Føroyar í golf á
oyggjaleikunum.
FAKTA:
ÚRSLITINI UM VIKUSKIFTIÐ:
1. Ragnar Isaksen
166 sløg
2. Janus Norðberg
169 sløg
3. Andrias F. Hansen 170 sløg
4. Eyðun av Reyni
174 sløg