Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-13, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. september 2010síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. september · Nr. 132 36 Sosialurin Jan Müller Hóast struktururin, sum ENI nú fer eftir í føroysku undirgrundini ikki er lítil og heldur ikki ein av teimum størstu, so vóna italsku jarð­ frøðingarnir kortini, at bor­ ingin á Anne Marie leiðini fer at raka við eitt stórt olju­ fund. – Oljugoymslurnar um allan heim minka, og eftir­ spurn ingurin eftir kol vetni bara veksur. Tí vóna vit at raka við okkurt stórt – »Big« – í Føroyum. Hetta segði leitistjórin hjá italska fyristøðufelagnum ENI, Eugenio Antonielli á Olju­ tinginum í farnu viku. Hann vildi tó ikki siga, hvussu stór ur møguleikin er fyri at gera eitt fund. Segði at Før­ oyar eru partur av Het lands­ lagdini, sum hevur víst seg at goyma fleiri stórar olju­ og gasskeldur. – Jarðfrøðin kennir ikki politisk og geo­ graf isk mørk, og tí meta vit møguleikarnar fyri at finna kolvetni føroysku megin mark ið at verða góðar. Leitistjórin nevndi tó eisini tær forðingar, sum eru í føroysku undirgrundini, eitt nú basaltið. – Vit halda, at vit skulu bora gjøgnum nakrar hundrað metrar av basalti. Hetta er ein avbjóðing, sum vit tó halda er atkomilig. Vón andi kann okkara bori­ arbeiði eisini vera við til at skilja undirgrundina betri og Hava brúk fyri einum stórum oljufundi Sjeyndi brunnurin Oljufelagið ENI roknar við at røkka tí endaliga málinum í boringini á landgrunninum um miðjan oktober. Boripallurin West Phoenix borar á landgrunninum, her síggjast eisini supplyskip og hjálparskip á leiðini