Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-13, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. september 2010síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 Mánadagur 13. september · Nr. 132 Sosialurin Jan Müller – Líka mikið hvussu nógv tað kostar, so vilja vit gera alt fyri, at henda bor ingin á føroyska land­ grunninum skal vera trygg. Tí hava vit eisini brúkt stórar upphæddir til at betra um allar okkara trygdarskipanir, soleiðis at tær geva optimala verju av umhvørvi og fólki. Hetta segði italski leitistjórin hjá oljufelagnum ENI, Eugenio Antonielli á Oljutinginum í Havn í farnu viku. Hann greiddi teim um hálvthundrað áhoyr ar un­ um frá verkætlanini, sum er vorðin rættiliga nógv dýrari, nú ENI gjørdi av at steðga boringini í umleið ein mánað fyri at betra um og uppgradera trygdarventilin (Blow out Preventer). Hesin skal forða fyri, at gass og olja bráddliga streyma upp úr boriholinum, skuldi har verið eitt óhapp. Eugenio Antonetti helt fyri, at ENI hevur tikið øll hugsandi trygdarfyrilit í tí boringini, sum fer fram á landgrunninum, og tí kunnu føroyingar kenna seg tryggar. Við hesum sip aði hann eisini til nógv umrødda óhappið í Meksikoflógvanum. Við ver andi prísum fyri leigu av boripallum kann end­ ur skoðanin av trygdar­ skipanunum um borð á West Phoenix hava kost að ENI og hinum fýra olju­ feløgunum umleið 100 mill. kr. Øll boriverkætlanin er mett at kosta meira enn hálva milliard krónur. jan@sosialurin.fo ENI-stjóri: Føroyingar kunnu kenna seg tryggar Tryggleiki ENI hevur brúkt stórar upphæddir til tess at endurskoða allar trygdarskipanir umborð á boripallinum. ikki minst basaltið, sum so aftur kann gagna framtíðar boringum. Seks mál Eugenio Antonielli segði, at ENI hevur peikað út seks mál (target) í boriholinum. Teir nærkast einum av hes­ um og væntandi koma teir heilt á mál miðjan oktober. Hann vísti eisini á stóru oljufundini, Rosebank og Cambo, sum eru gjørd á bretska landgrunninum ikki so langt frá Anne Marie leið ini, har borað verður nú. Jarð frøðin her er rættiliga mein lík henni í Føroyum. – Vit hava góð viðurskifti við føroyskar myndugleikar, okkum dáma væl at vera her, fólkið er sera vinarligt, og so sær undirgrundin eisini sera áhugaverd út. Vónandi finna vit kolvetni, sum kann gagna lokala samfelagnum og eisini okkum, sum gera hesa stóru íløguna. ENI sær eisini, at man ger gassfund, tí gass er reinari orkukelda. Italski leitistjórin vísir annars til, at olja longu er funnin í Før­ oyum og sipar til Marjun fund ið. – Sjálvur haldi eg, at oljuídnaðurin eigur at fara aftur til hetta fundið og gera sítt heimaarbeiði og kanna, hví úrslitið varð sum tað bleiv. Opinleiki Vit spurdu ENI stjóran, hvussu tað ber til, at ENI sum fyritøka hevur so ilt við at vera opin og svara spurn­ ingum frá fjøl miðlunum, nú tá onnur oljufeløg eru nógv meira opin um teirra virk­ semi, og nú tað føroyska sam­ felagið eisini leggur upp tí ein meira opnan dialog mill­ um myndugleikar og íleggj­ arar. Til tað viðgongur hann, at ENI hevur ein rættiliga restriktivan informa tións­ politikk. Hann verjir hetta og sigur, at ENI hevur valt bara at siga nakað, tá okkurt er at siga frá. – Øll oljufeløg hava sìn egna politikk, hvussu tey kunna almenningin. Okkum dáma ikki at tosa ov nógv, men tá vit siga nak­ að, so skal nakað vera at siga frá, og tá siga vit bara sannleikan. Føroysk vinna Tá hann verður verður gjørd­ ur varugur við, at føroyskt vinnulív ikki er nøgt við politikkin hjá ENI at brúka føroyskar vørur og tænastur svarar italski leitistjórin, at hann er nýggjur á Før­ oya økinum, og kann tí ikki svara fyri tí, sum er farið fram frammanundan, tá ENI boraði sín fyrsta brunn í 2003. – Eg kann bara vóna, at vit eru betri til at brúka føroyskt vinnulív í dag, enn vit vórðu tá. jan@sosialurin.fo – Vónadi gera vit eitt stórt fund á Anne Marie­ leiðini, sum minnir ikki sørt um stóru fundini bretsku megin markið, Rose bank og Cambo segði italski leiti stjórin á Oljutinginum Mynd Jan Müller Eugenio Antonielli, leitistjóri hjá ENI her saman við tveimum fyrrverandi føroyskum oljumálaráðharrum á Oljutingi í Havn, Tórbjørn Jacobsen og Bjarna Djurholm Mynd Jan Müller