Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-13, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. september 2010síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Mánadagur 13. september · Nr. 132 Sosialurin Mazda 1500 var fyrsti Mazda, sum kom til Føroyar í 1967 Í ár eru 50 ár liðin síðan fyrsti Mazda persónbilurin varð framleiddur í Hiroshima í Japan. Hóast 90 ár eru liðin síðan verksmiðjan varð stovnað í 1920, varð tað ikki fyrr enn í 1960 at verksmiðjan Toyo Kogyo Co í Hiroshima kom á marknaðin við fyrsta Mazda persónbilinum, sum var ein Mazda R360. Áðrenn tað hevði verksmiðjan m.a. framleitt maskinur og akfør á trimum hjólum. Mazda hava verið seldir í Føroyum síðan 1967, tá fyrstu Mazda 1500 komu higar til lands. Fyrsti Mazda persónbilurin var Mazda R360 frá 1960 Hósdagin 16. september kl. 16.10 Í sendingini Bilradio á Rás2 hósdagin 16. september verður samrøða við Oliver Andreasen á Argjum, sum fortelur um sínar gomlu bilar og um áhugan fyri bilum. Eisini er samrøða við fyrrverandi starvs fólk hjá Wenzel Petersen, sum savn ast leygardagin 25. september. Wenzel Petersen var ein stór fyri tøka við t.d. bilmekanikarum, maskin monnum, rørsmiðum, jarn smið um, blikksmiðum og skriv stovu fólk um. Fyritøkan umboðaði m.a. Ford bilar og Alfa-Diesel motorar. Í fyri reik ingarbólkinum eru Steinfinnur Mittel stein, Hannis Joensen, Heðin Morten sen, Kristina Højgaard og Sól borg Anthoniussen. Fyrrverandi starvsfólk hjá Wenzel Petersen f.v.: Heri Weihe, John Ellefsen, Poul Øregaard og Hans Mortensen Oliver Andreasen Mazda persón bilar 50 ár