mikudagur 15. september 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 15. september 2010 · Nr. 133
Sosialurin
Leo Poulsen
Fríggjadagin
var
fundur
í Klaksvík, har framtíðar
ferðavinnan var til viðgerðar,
og har Jørgen Niclasen,
landsstýrismaður við ferða
vinumálum, greiddi vinnuni
frá, hvør almenna ætlanin
innan serliga marknaðar
føring av føroyskari ferða
vinnu er.
Og teir umleið 50 luttar
ararnir hildu seg fáa eitt
sindur burtur úr fundinum.
– Jú, vit fingu eitt sindur
burtur úr. Vit høvdu valt
at leggja fundin í Klaksvík,
partvís tí vit ynskja at
menna øll øki í landinum, og
tí Klaksvík er ein miðdepil,
tá tað ræður um ferðavinnu,
sigur Jákup Sverri Kass,
sum er formaður í Føroya
ferðavinnufelag.
Tað møttu einir 50 limir
til fundin, og tað metir
formaðurin er gott.
– Tað, sum vit fingu burtur
úr ítøkiliga frá uttanríkis
ráðharranum var, at teir fram
vegis raðfesta ferðavinnuna,
og tað er at fegnast um.
Men vit ynskja eisini nakað
ítøkiligt á borðið, og har
kom fram, at uttanríkisráðið
saman við Visit Faroe Islands
fer at arbeiða tættari saman
við vinnuni í sambandi við
marknaðarføringsætlanir og
fígging til hesar, sigur Jákup
Sverri Kass.
Men tað, sum vinnan
allarmest saknar, er at fáa
frið yvir ferðavinnuøkið, og
fáa eina ítøkiliga staðfesting
av, hvat tað almenna vil við
ferðavinnuni.
–
Seinastu
tvey,
trý
árini hava verið rættiliga
ørkymlandi hjá vinnuni, hjá
flutningsfeløgunum, hotell
unum, matstovunum, hjá
incoming fyritøkunum og
so framvegis. Alt tí at tað
hevur verið so óvist, hvat
tað almenna vil við vinnuni,
sigur Jákup Sverri Kass.
Afturgongd
Formaðurin í Føroya ferða
vinnufelag sigur, at verður
lurtað eftir politiska myndug
leikanum,
landsstýri
og
løgtingi, so ynskja politikarar
at styrkja og fjølga um
føroyska ferðavinnu.
– Men tað er ikki akkurát
tað, vit hava upplivað sein
astu tíðina, og tí eru vit fegin
um útmeldingina og taka
eisini landsstýrismannin upp
á orðið tá hann sigur, at ferða
vinnan framvegis er raðfest,
sigur Jákup Sverri Kass.
Men tá tað er sagt, so
hevur tað skund.
– Vit hava eina ferðavinnu
í dag, sum hevur merkt
afturgongd. Tað er gamaní
partvís tær privatu fyri
tøkurnar, sum eru skuld í tí,
men almenni myndugleikin
má eisini taka sína skuld, tí
tað hevur verið so nógv óvissa
um
ferðavinnupolitikkin.
Vit vita ikki, hvat vit hava
at arbeiða við árið eftir,
og tí vilja vit fegtin, at tað
almenna setur út í kortið,
hvat vit skulu gera og hvar
vit
skulu
fokusera,
sigu
Jákup Sverri Kass.
Hann sigur, at vinnan sær
grannarnar, Ísland, Noregi og
eisini Skotland, skunda fram,
meðan Føroyar merkja eina
afturgongd.
– Og tað er eitt tekin um, at
tann almenni myndugleikin
ikki vil ella veit, hvat hann vil
við ferðavinnuni, sigur Jákup
Sverri Kass.
Hann heldur tó, at tað
er eitt positivt tekin, at
landsstýrismaðurin í ferða
vinnumálum meldar út, at
ferðavinnan skal gerast meiri
aktiv í marknaðarføringini
av Føroyum.
– Sjálvandi er tað positivt,
og er privata vinnan við, kann
hon eisini skjóta eitt sindur
av peningi inn í ætlanina,
sigur Jákup Sverri Kass.
Tað almenna við
Men formaðurin í Føroya
ferðavinnufelag heldur tað
vera sera umráðandi, at tað
almenna er sjónligur partur
í vinnuni.
–
Tað
má
vera
tað
almenna, sum blástemplar
tær ætlanir, ið arbeitt verður
við, tey komandi trý til fimm
árini. Og vit hava brújk fyri,
at tað almenna setur út í
kortið hvør leiðin verður,
sigur Jákup Sverri Kass.
Formaðurin
í
Føroya
ferðavinnufelag leggur dent
á, at tað er alneyðugt, at
tað almenna er ein aktivur
partur av ferðavinnuni.
–
Tað
er
av
stórum
týdningi, at tað almenna
er við, serliga tá tað kemur
til miðlarnar. Eitt tíðinda
skriv frá einum av flutnings
feløgunum ella frá einum
hotelli verður ofta als ikki
tikið við, meðan ein upp
lýsing frá almennu myndug
leikunum hevur nógv størri
tyngd, sigur Jákup Sverri
Kass.
Hann er tó heldur bjart
skygdari nú enn undan fundi
num í Klaksvík.
– Eg síggi ljósari upp á
framtíðina stuttsiktað. Har
komu nøkur lyftir fram á
fundinum, og landsstýris
maðurin lovaði at arbeiða
skjótt við at útgreina og
klárleggja ætlanirnar við
ferðavinnuni, og vit taka
hann upp á orðið. Vit hava
brúk fyri, at nakað hendir
rættiliga skjótt, so 2011 ikki
fer fyri bakka, sigur Jákup
Sverri Kass.
Ferðavinnan
er
longu
byrjað at arbeiða við 2011 og
2012 eisini.
– Tí kunnu vit ikki bíða
leingi eftir, hvat almenni
myndugleikin hevur at bjóða
upp á, sigur Jákup Sverri
Kass, formaður í Føroya
ferðavinnufelag.
Neyðugt við tryggum
kørmum í ferðavinnuni
Ferðavinnan er rímiliga væl nøgd við úrslitið av fundinum í Klaksvík um framtíðar føryska feðavinnu.
– Tað er neyðugt, at almenni myndugleikin greitt boðar frá, hvørja leið hann ynskir at ganga í spurninginum
um framtíðar ferðavinnu í Føroyum, sigur Jákup Sverri Kass, formaður í Føroya ferðavinnufelag
Jákup Sverri Kass er formaður
í Føroya ferðavinnufelag