Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. september 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. september 2010 · Nr. 133 10 Sosialurin Leo Poulsen Ferðavinnan hevur bíðað spent eftir boðunum út Tinganesi, hvør lagnan hjá vinnuni fer at verða, nú fleiri fólk eru spard burtur í Uttan­ ríkisráðnum. Men hóast hetta var boðskapðurin ikki dapur. – Í Uttanríkisráðnum hava vit væl færri fólk, og vit hava eisini færri pengar komandi ár, men tað sum eg boðaði ferðavinnuni frá er, at vit vilja raðfesta ferðavinnuna. Tær bygnaðarbroytingar, vit fara at gera, vilja vit raðfesta ferðavinnuna, og tá tað kemur til marknaðarføringspengar, so hava vit nakað færri, men komandi ár koma vit at hava meiri pengar at gera gott við, sigur Jørgen Niclasen. Hann sigur, at hann á fundi­ num segði við fundarfólkið, at ferðavinnan er størsta vinnu­ grein í heiminum. – Vit síggja fyri okkum møguleikarnar har. Ferða­ vinnan sjálv hevur ment tilboðini til tey ferðandi sera nógv seinnu árini, og ferðavinnan er savnað saman í Føroya ferðavinnufelag, ið sjóðar tey saman. Og vit vilja knýta tey tættari at okkum so vit saman veruliga kunnu marknaðarføra Føroyar, sigur Jørgen Niclasen. Hann boðaði á fundinum frá, at sett verður á stovn eitt ferðavinnuráð, umboðandi vinnuna, har tað almenna er við. – Hetta ferðavinnuráð skal so ráðgeva okkum um, hvussu vit skulu brúka okkara markn­ aðarføringspengar, bæði yvir­ orðnað og krónu fyri krónu, sigur Jørgen Niclasen. Meira burtur úr Landsstýrismaðurin í ferða­ vinnumálum sigur, at hetta ferðavinnuráð eisini skal verða við til at leggja ætlanir um, hvørjar marknaðir og hvøji lond, innsatsurin skal miðast ímóti. Miðað verður ímóti, at hava eitt munandi tættari samskifti millum vinnuna og almenna myndugleikan, og vinnan er greið um fíggjar­ ligu støðuna. – Vinnan er sjálvandi vitandi um, at vit hava minni av peningi at arbeiða við, og at vit eru færri fólk, og tí hevur ein ávísur ekki verið á ferðavinnuni. Men tað, sum eg legði dent á, er, at vit politiskt vilja leggja dent á og raðfesta ferðavinnuna, sigur Jørgen Niclasen. Hann sigur, at boðskapurin yvirhøvur var væl móttikin, men at spurningarnir vóru nógvir, eins og nógvir ivar. – Nú eru bygnaðarbroyt­ ingarnar ikki lidnar, so spurn­ ingarnir vóru nógvir, men eg haldi, at vinnan og vit í felag eru samd um, at vit mugu lyfta í felag og fáa onnur inn eisini. Kommunurnar eru ein møguleiki, eins og hini ráðini eru eisini upplagdur møguleiki. Innlendisráðið við vegakervinum, Strandferðsl­ an undir Vinnumálaráðnum og ikki minst Mentamálaráðið við allari mentanini. Neyðugt verður at savna kreftirnar enn meira fyri at styrkja vinnuna, tí hetta er altso størsta vinnugrein í heimi­ num, sum vit eiga at fáa størri lut av, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í ferðavinnumálum. Ferðavinnuráð at ráðgeva marknaðarføring Á fundi í Klaksvík fríggjadagin vissaðu Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við ferðavinnumálum, fundarfólkið um, at hóast niðurskurðir í Uttanríkisráðnum, so raðfestir landsstýrið framvegis feðavinnuna Jørgen Niclasen vissaði vinnuna um, at almenni myndugleikin raðfestir ferðavinnuna Leo Poulsen Hjálparfelagsskapurin, KRIS, hevur í dag 10 ár á baki. KRIS stendur fyri Kris, Ráðgeving, Insest og Siðamisbrot. Gvøðbjørg West hevur verið við alla tíðina og er dagligur leiðari á KRIS. ­ Vit skulu eini 11, 12 ár aftur í tíðina. Tá vísti seg at vera in stórur tørvu á einum slíkum felagsskapi, og vit høvdu uppliva nakrar hendingar her sum førdu til, at felagsskapurin varð stovn­ aður, sigur Gvøðbjørg West. Tey fingu samband við ein danskan lækna, Vibeke Møller, sum samanlagt var í Føroyum í trý ár og undirvísti, og hareftir varð støða so tikin til, at stovna felagsskapin KRIS. Tørvurin hevur alla tíðina verið stórur á felags­ skapinum. ­ Ja, tað haldi eg, vit kunnu siga. Vit hava ført hagtøl í longri tíð og tað tykist, sum vit hava ein nýggjan tilburð hvørja viku. Vit vóru niðri á 42 síðsta ár, og nú vit skriva 15. september hava vit tríggjar nýggjar tilburðir í hesum mánaðinum, sigur Gvøðbjørg West. KRIS er ikki ein felags­ skapur, ið vendir sær til børn, sum eru misnýt kynsliga. ­ Nei, okkara felagsskapur vendir sær til fólk yvir 18 ár. Tað merkir, at vit taka okkum av seinárinunum av kynsligum ágangi. Ofta koma ofrini ikki fram við tí, fyrr enn tey eru vorðin rímiliga vaksin, sigur Gvøðbjørg West. Ynskja miðstøð Felagsskapurin hátíðar­ heldur føðingardagin við einari móttøku leygardagin í hølunum hjá KRIS á Heiðavegi 15 í Saltangará, har øll sjálvandi eru vælkomin. Eisini hava tey fingið sett upp eina skipan, har tað ber til at stuðla KRIS fíggjarliga. ­ Vit hava fingið eitt nummar, har tað ber til at senda sms. Nummarið er 1919, og við at skriva KRIS og senda til hetta nummarið, stuðla fólk við 50 krónum, sigur Gvøðbjørg West. Skipanin sjálv fer tó ikki at virka fyrr enn fríggjadagin og verður síðani virkin 14 dagar fram. Men stóra føðingardags­ ynskið hjá KRIS er at fáa eina miðstøð, at fólk kunnu koma inn, sum hava verið fyri kynsligum ágangi. ­ Vit hava fyri árum síðani verið í samband við fíggjarnevndina hjá løgtingi­ num, har vit settu okkara ynski fram. Vit hava samband við eina kvinnu í Noregi, sum hevur tætt samband við norska stórtingið, við atliti at teimum mongu líknandi felagsskapunum, sum finnast í Noregi, sigur Gvøðbjørg West. Enn eru long útlit til eina slíka miðstøð, men trupul­ leikin, sum KRIS hvørvur ikki, og enn er líka stórur tørvur á felagsskapinum sum tá felagsskapurin varð stovnaður fyri 10 árum síðani. Út við ein tilburður um vikuna KRIS fyllir í dag 10 ár, og tørvur er á felagsskapinum, um fær útvið ein nýggjan tilburð um vikuna Gvøðbjørg West hevur verið við frá byrjan og er dagligur leiðari á KRIS