Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. september 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 15. september 2010 · Nr. 133 Sosialurin Nøvn Her er ein mynd av seks systrum á Tvøroyri. Frá vinstru: Carla Nielsen, 77 ár, Margit Beck, 76 ár, Oda Michelsen, 75 ár, Jonny Dimon, 71 ár, Daniana (Nenna) Larsen, 70 ár og Diana Johannesen, 61 ár. Allar, uttan Jonny og Diana, fylla í september. Jonny fyllir í august og Diana í oktober. Tríggjar búgva í Danmark, tær eru Carla, Margit og Nenna. Hinar tríggjar búgva í Trongisvági og á Tvøroyri. Myndin er tikin nýliga, tá tær allar vóru samlaðar á Tvøroyri. Seinast allar vóru saman var fyri fýra árum síðani til eina jarðarferð. Annars ganga nógv ár ímillum at tær allar eru saman. Mynd: Áki Bertholdsen Fýra fylla í september Merkisdagar 90 ára føðingardagur Hósdagin 16. sept. fyllir Johs. Andr. Næs, Tórshavn, 90 ár. Dagurin verður hildin við hátíðarløtu í Meinig heits húsinum í Havn leygardagin 18. sept. kl. 15. 80 ára føðingardagur Sunnudagin 12. sept. fylti Petur Danielsen, Hósvík, 80 ár. Dagurin verður hildin 23. sept. á Giljavegi 40 frá kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. 80 ára føðingardagur Fríggjadagin 17. sept. verður Tórgerð Høgnesen, Klaksvík, 80 ár. Dagurin verður hildin kl. 18 í Emmaus. 75 ára føðingardagur Mánadagin 20. sept. fyllir Tórfinnur Hansen, Skála, 75 ár. Hann er burturstaddur føðingardagin. 70 ára føðingardagur Leygardagin 18. sept. fyllir Emly Vestergaard 70 ár. Dagurin verður hildin heima frá kl. 11 til 16. 70 ára føðingardagur Sunnudagin 19. sept. fyllir Sámal E. Debes, Oyri, 70 ár. Dagurin verður hildin hjá dóttrini, Millum Gilja 52, Hoyvík, frá kl. 17. Øll eru hjartaliga vælkomin. 60 ára føðingardagur Leygardagin 18. sept. verður Rúna Berghamar í Havn 60 ár. Prógv Týsdagin 14. september fekk Regin Skarðhamar handa prógv á Teknisk Skole Holstebro sum Delikatessuslaktari. Regin hevur lært hjá Superbrugsen í Vildbjerg. tíðindaskriv Bailine í Føroyum hevur fingið avtalu í lag við danska læknan og heilsuráðgevan Carsten Vagn-Hansen um, at hann kemur til Føroya síðst í september at halda nakrar fyrilestrar um í høv uðsheitum lívsstíl og lívsvirði. Mánakvøldið 27. sep- tember eru evnini: Magin, tín besti vinur, kostur, sodn ing, tarmfunktión, Typa 2 diabetes og natúrlig viðgerð. Mikukvøldið 29. september eru evnini: Sangur, heilsa og lívsgleði. Krabbameinsfyribyrging og natúrlig viðgerð. Tað er avmarkað, hvussu nógv fólk sleppa til fyri- lestrarnar hjá Carsten Vagn-Hansen. Atgongumerkir eru at fáa frá 16. september hjá Siri, FK um alt landið, Bailine Tórshavn og Bailine Søldarfirði fyri 150 krónur hvørt kvøldið. Umframt fyrilestarnar er skeið fyri kvinnur og menn við Carsten Vagn-Hansen í hølunum hjá Bailine í Lucas Debesargøtu 9 í Havn týsdagin 28. september frá klokkan 9 til 18. Evnini á skeiðnum eru til dømis heilsugóður kostur, mjólk, hvíttmjøl og sukur við atliti at vekttrupulleikum, gikt, sclerose, diabetes, fybro- myalgi, sýru/basu, teimum við stoffskiftissjúku og teirra trupulleikum at lætna. Carsten Vagn-Hansen ar beiddi í Føroyum hjá Andreas Petersen, komm- unulækna í Gøtu, tíggju summur upp í slag í 1980'unum og 90'unum, so hann gleðir seg til at koma aftur til Føroya og halda fyrilestrar saman við konu síni, Joan. Fyrilestrar um lívsstíl og lívsvirði