Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. september 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. september 2010 · Nr. 133 12 Sosialurin Nøvn Minningarorð um Jenny Falkvard Gudmundsen Góða Jenny, tað er við tungum huga eg festi orð niður á blað um teg. Mín kæra vinka, saknurin er so ómetaliga stórur, nú tú ikki longur er ímillum okkum. At frætta at tú Jenny mín góða vinkona skuldi fara frá okkum á so ungum árum vardi meg ikki. Var hjá tær á Vestanstevnu í Sørvági, vit fingu okkum sum so mangan eitt gott prát, ikki vardi tað meg tá, at hettar var seinastu ferð vit báðar skuldu síggjast her á jørð. Ringt er tá tung boð koma so bráðliga, tað følist so endaleyst, havi so nógv eg kundi hugsa mær at sagt við teg, innan tú fór frá okkum. Góða Jenny, hugsi nógv um teg og ikki minst um børn tíni og hjúnarfelag tín Evan, saknurin hjá teimum man verða ómetaliga stórur, tí Jenny tú var eitt menniskja ið fylti nógv, tú var so fitt, lívlig og smílandi, aldrin gjørdi tú mun á fólki, altíð hevði tú tíð til eitt prát, um tað so vóru børn ella eldri, tað var tær líkamikið. Øll hava vit mist, vit syrgja teg á hvør sín hátt, sakna tað er tú og aldrin gloymd fyri tað tú var. Tú hevði fingi til tín lut at liva við einum sjónligum breki, hettar kláraði tú bara avbera gott mín kera, aldrin hoyrdi eg teg tosa negativt um hendan lut tær var givin, tú livdi bara sum vit onnur og royndi títt besta. Vit eiga nógvar góðar løtur saman Jenny, heilt frá vit vóru tannáringar og til nú, hesar løtur renna nú fram fyri mær, sum um tær vóru frá í gjár, stuttligt var og tosaðu við mangan aftur á gomul minnir. Tað kemur at verða stórur saknur, nú tú ikki longur er her at minnast afturá saman við mær. Orð eru fátøk, tá ein familja missir tað allarbesta hon eigur. Vit standa spyrjandi eftir, hví at lagnan rakar soleiðis, hví hon skal raka so hart og følast so órættvís? Góðu til øll familjan hjá Jenny, tit fingu nógv góð ár saman, má Harrin styrkja tykkum. Góðu Evan, Sólja og Hilmar, tey góðu minnini eiga vit og sum Jenny so ofta segði, Jesus fylgi tykkum. Við djúpastu samkenslu Ragna Tað vakurt er at droyma um sól, ið farin er, og finna millum minni eitt lítið fagurt ber; men vakrast, tá ið gloymskan, tað hevði burturbeint, og finna tað so aftur at vera frískt og reint. (Flóvin Flekk – 1949) Ja, Jóhannes Andreas Næs droymdi, granskaði og fann longu, tá ið hann var ungur. Sum óviti festi hann orð á blað bæði í bundnum og óbundnum máli. Farin um konfirmeringsaldur royndi hann tað sama, sum so mangur bygdadrongur undan honum. Hann fór til skips eitt skifti, men bókin dró hann aftur upp á turt, og hann fór í Læraraskúlan at ganga. Hann bleiv lærari longu 22 ára gamal og arbeiddi øll tey fyrstu árini í Suðri, har hann fann konuna, Brynhild. Tey fingu fýra børn. Tvær gentur og tveir dreingir. Eitt langt skifti var Jó­ hannes Andres Næs lærari við Vágs Skúla. Aftur at vanliga læraraarbeiði sínum var hann millum teir fremstu at útvega bygdini eitt bókasavn og ein tekniskan skúla, har hann í fleiri ár var formaður. Eisini var hann blaðstjóri á Sunnudagsblaðnum í ein mansaldur. Seinni í 1960’unum, tá ið Jóhannes Andreas Næs fekk aðrar uppgávur innan skúlaverkið, flutti familjan til Havnar at búgva. Í álitisstørvum sínum í Før oyska skúlaverkinum hev ur Jóhannes Andreas Næs verið ein av teimum, sum rættiliga hevur gjørt vart við seg – ikki bara sum lærari – men eisini sum skúlaráðgevari innan serskúlaundirvísingina og føroyska skúlabókaútgávu, har hann í eini 20 ár var stjóri á Skúlabókagrunninum, lim­ ur í Føroya Lærarafelagi og harav formaður í 8 ár. Eisini hevur Johannes Andreas Næs verið í stýrinum fyri Út varpi Føroya í eitt langt ára mál. Allastaðni – har hann hev­ ur luttikið – hevur Jóhannes Andreas Næs gjørt sín góða mun galdandi bæði í sínum almenna virksemi eins væl og privat. Ikki bert ein ørgrynna av skúlabókum hava sæð dagsins ljós gjøgnum hansara hendur, men eisini hevur hann sjálvur skrivað fleiri bøkur og ritgerðir av ymsum slag – bæði í bundnum og óbundnum máli. Hóast Jóhannes gavst við sínum lønta virksemi fyri meira enn tjúgu árum síðan, er hann ikki givin at arbeiða enn. Hvønn morgun fer hann snimma á føtur, fær sær ein drekkamunn og leitar síðan yvir at onkrum av mongu arbeiðsborðum sínum, har pappír hópar seg upp í mappum við ymsum frámerkjum á. Hetta eru bøkur, hann er í holt við, nú hann onki hevur at gera og bara kann skriva, sum honum lystir. Og ikki er tað hissini, sum kemur frá hansara hond av frásøgnum, sum hann eigir í ríka minni sínum, hevur granskað í ella fingist við í fyrilestrasamanhangi. Minn ingar, smálestrar til hvønn gerandisdag, frásagnir um Adventssálmar og ikki minst stóra bókaverkið: Varð ar á Kirkjugøtuni, sum framvegis kemur við einum bindi afturat um árið – eisini í ár, nú rithøvundin fer um tey níti. Jú, av sonnum kunnu vit geva rithøvundanum rætt, tá ið hann í poesisavni sínum, Keldufar, í 1949 yrkir fyri okkum: Tað vakurt er at droyma um sól, ið farin er, og finna millum minni eitt lítið fagurt ber; men vakrast, tá ið gloymskan, tað hevði burtur beint, og finna tað so aftur at vera frískt og reint. (Flóvin Flekk – 1949) At fara um tey níti árini og framvegis at eiga so mong frísk og føgur ber at bera okkum yngru, prógvar bara, at aldur ikki altíð skal teljast í árum, men heldur í frískari heilsu og góðum huga til tær løtur, vesturskini unnir okkum. Verð tí heilsaður á níti­ áradegnum, hósdagin, 16. september, við teim bestu ynskjum um mong góð ár enn, har hugur og hegni eru frísk til gott verk við Guds signing. Vit eru mong, sum gleða okkum til hugnaløtuna í Meinigheitshúsinum í Havn nú leygardagin, 18. sept.emb­ er, kl. 15. p Heilsan til Jóhannes Andreas Næs á 90-ára føðingardegnum, 16. september 2010