mikudagur 15. september 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 15. september 2010 · Nr. 133
Sosialurin
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Góði Næs, hjartaliga til
lukku við føðingardegnum
16. sept. Ein skuldi næstan
ikki trú, at tú ert blivin 90
ára gamal, so gott berst tú
teg, tað sæst ikki høgg á
føti, raskur og stinnur til
beins sær ein teg enn spáka
í havnargøtum.
Johannes Næs er sonur
Martin Næs í Nesi, og Juli
annu Hammer av Hamri úr
Hvalba. Næs er giftur við
Brynhild Stenberg úr Sumba.
Tey fingu fýra børn: Unna,
Martin, Uni og Julianna. Unna
er sjúkrasystur gift við Petur
Martin Petersen, og búgva
tey í Fuglafirði. Martin hevur
verið landsbókavørður, giftur
við Tóru av Akuroyri, og tey
búgva í Havn. Martin kom at
ganga í faðirsins fótasporum
og er nú deildarleiðari í
menta málaráðnum,
tey
eiga m.o. landsliðsleikaran
Jónas Tór Næs. Uni er
prestur og giftur við Emly
av Strondum. Tað var ein
stórur dagur fyri tykkum
bæði Brynhild og Næs at
uppliva, at Uni varð settur
sum dómpróstur í Føroyum.
Julianna er pedagogur og
gift við Fríðfinni Jónsson
skúlaleiðara og búgva tey í
Lorvík. Abba og ommu børn
ini eru 11 í tali.
Í Vági komu Brynhild
og Næs fyrst at búgva á
Marknoyri í húsunum hjá
Johs Larsen, seinni keyptu
tey
húsini
hjá
Kristiani
Nol søe eitt sindur longri
vesturi.
Heimið hjá Brynhild og
Næs í Vági, har eg kenni tey
best frá, var eitta valaheim,
har børnini vuksu upp undir
sera tryggum og góðum
umstøðum, og komu tey øll
væl fyri her í lívinum.
Brynhild hevur verið tær
Næs ein góð kona og tær
ikki minni ein góður stuðul
gjøgnum lívið. Hetta er av
mær als ikki ov nógv sagt,
tí eg minnist, tá ið vit vóru
í silvurbrúdleypinum hjá
tykkum, sum stóð á hotel
Føroyum niðuri á Konga
brúnnið, at presturin og vin
maðurin Johan Weihe segði
í talu sínari til silvur brúðar
parið, at um hann skuldi
fingið sær eina konu, skuldi
hon vera sum Brynhild, so
tað sigur ikki so lítið.
Næs tók læraraprógv í
Havn undir seinna heims
bar daga og starvaðist síðani
sum lærari ymsa staðni í
Suðuroynni,
á
Tvøroyri,
Sumba, Øravík, eitt longri
skifti í Porkeri, og í Vági frá
1949 til á heysti í 1962, tá ið
hann fyribils varð sett ur sum
skúlaráðgevari í ser undir
vísing fyri alt landið.
Í 1965 varð hann út nevnd
ur í nýggja starvið sum
skúlaráðgevari í serundir
vísing fyri allar Føroyar.
Í 1962 tók eg prógv og
bleiv lærari í Thyborøn, men
tá ið starvið hjá Næs varð lýst
leyst sum vikarstarv í Vági,
tí Næs var í farloyvi, søkti
eg, og komu Marna og eg til
Vágs sum lærarafólk eftir
summarfrítíðina 1963.
Okur, sum vóru næmingar
við
Vágs
skúla
minnast
Næs, sum okur altíð róptu
hann, sum ein avbera góðan
lærara
í
t.d.
føroyskum,
sum hann hevði stóran alsk
til og ikki minst í fimleiki,
har hann í hvítum búna
altíð gekk undan at gera
fimleik, tí framúr fimur var
hann, antin tað so var til
reiðsskapsfimleik,
fimleik
á gólvinum ella í togunum.
Men fram um alt minnist
eg og øll við mær á mínum
aldri hann fyri tað eyka
arbeiði, hann gjørdi aftaná
skúlatíð, uttan løn, við at
læra okkum at svimja vesturi
á Vatninum, har hann við
einari langari bambusstong
við stórum glúpi í endanum
lærdi okkum svimjitøkini
og at halda okkum uppi.
Við Vatnið var eitt hús til
umklæðing. Á sunnaru síðu
á Vatninum skipaði hann
fyri at gera eina brúgv, harfrá
hann við bambusstongini
lærdi okkum at svimja.
Eftir lokna skúlagongd í
Vági, fór eg at lesa til lærara á
Nr. Nissum sem.Skúlastjórin
J.O.Djurhuus søkti fyri meg.
Tá søkti man ikki sjálvur,
men fekk onkran at gera
tað fyri ein. Men Marna,
seinni kona mín, heitti tvey
ár seinni á Johs. Andr. Næs,
sum eisini er skyldmaður
hennara, um at søkja fyri
seg á læraraskúla. Um Næs
hevði nakran baktanka við
at søkja fyri Marnu júst á
Nr.Nissum, veit eg ikki, men
hann skal hava eina stóra
tøkk uppiborna frá mær fyri
at hann sendi hana hagar.
Fleiri ferðir seinni hevur
Næs sagt við okkum, at eg
visti tað altíð, at tað blivu
tit bæði. Heimið hjá Marnu
var tilhaldshús í Vági hjá
familjuni Næs í Hvalba.
Næs kom á landsskúla
fyri sitingini at starvast sam
an við góðum monnum so
sum Ludvig Petersen, lands
skúlastjóra, ein av fremstu
skúlamonnum, sum landið
hevur fostrað. Hann fekk m.a.
sett á stovn musikkskúlarnar
í Føroyum. Næs hevur har í
húsinum gjørt sína ávirkan
galdandi á skúlaviðurskifti
okkara, ikki minst í Vági.
Í 1975/76 varð viðtikið
at
útbyggja
Vágs
skúla.
Við
landsmyndugleikanna
hjálp varð H.F., sum hevði
verið á Tvøroyri í 3 ár, flutt
til Vágs, tí umframt fakhøli
vóru bygd eyka høli, sum
eisini kundi hýsa H.F., til
framtíðarbygging av einum
studentaskúla varð gjørd.
Tað, sum serliga frøddi okk
ara gamla svimjilærara og
pioner Næs undir hesari
bygg ing, var, at Vágs skúli
fekk ein 25 m langan svimji
hyl, sum enn dagin í dag er
einasti skúlahylur í land
in um, sum er 25 m. Nú var
sett út í kortið til, at Vágur
skuldi verða skúlabýurin í
Suðuroynni burturav. At so
landsstýris samgongan, sum
tá var, slitnaði, og byggingin
av nýggjum studentaskúla í
Vági bleiv steðga, tí tekningin
skuldi broytast, gjørdi at
byggingin ongantíð kom í
gongd aftur. Hetta bleiv og er
í dag ein vanlukka fyri Vág.
Næs var eisini fyri støðu
maður fyri Vágs tekn iska
skúla í mong ár, men eisini
hesin er burtur. Hann var
bókavørður á bygdar bóka
savninum
tað
tíð,
hann
var í Vági. Ein kann bara
spyrja, hvussu Næs hevur
kunna nátt alt tað hann
hevur verið uppií og framt.
Nevndarlimur og formaður
í Føroya Lærarafelag í mong,
mong ár. Hevur skrivað
bøkur til skúlabrúks og aðrar
bøkur. Yrkt sálmar og sangir.
Tann størsta partin av sínari
tíð hevur hann nýtt á tí
andaliga økinum. Blaðstjóri
á Sunnudagsblaðnum í ein
mansaldur. Heimamissiónini
ikki minst, sum á øllum
øðrum økjum, hevur hann
verið ein framúr trúgvur
tænari.
Eg fari at gevast her,
sjálvt um eg kundi hildi
áfram við at sagt nógv nógv
gott afturat.
Næs, nú tú lítur aftur
um bak og sær alt tað góða,
tú hevur framt og lagt úr
hondum hesi 90 ár, tú hevur
livað, so kanst tú bara vera
sera væl nøgdur og takka
Gudi fyri alt og ikki minst
fyri eina góða heilsu.
Marna og eg fara at
takka Brynhild og tær fyri
vinalag, trúfesti og eisini
fyri jólakortini á hvørjum
ári øll hesi mongu ár, og vit
fara hervið at biðja Harran
signa og verða við tykkum í
komandi tíðum.
Marna og eg fara at
ynskja tær Næs, saman við
tínum, ein góðan føðingardag
nú tann 16. og ein góðan
komandi leygardag.
Jákup Olsen
Johs. Andr. Næs, fyrrv.
skúlaráðgevari, 90 ár