mikudagur 15. september 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. september 2010 · Nr. 133
14
Sosialurin
Kjak
- røða á mentunarvikuni í
Sunda Kommunu í 2010
Seinni partur av røðuni hug
leiðir um aðrar orkumøguleikar
í
Føroyum,
orkustøðuna
í Føroyum og spurningur
verður settur við, um ætlaðu
útbyggingarnar er tað besta, ið
fáast kann fyri 3 milliardir.
Aðrir orkumøguleikar
Eg havi nevnt, at orka úr vatni
og vindi er grøn við nakað
væl av gráum ísletti. Myllur,
sum
framleiða
streym
úr
streymi, elektriskan streym
úr
sjóavarfalsstreymi,
eru
kanska grønari. Tað tykist
at liggja millum reglurnar í
verkætlanarlýsingini.
Tær
síggjast jú ikki. Vit menni
skju síggja tær jú ikki. Hvørja
ávirkan eitt stórt tal av sjóvar
falsmyllum fer at hava á
streymviðurskifti, djóralív og
umhvørvi á føroysku firðun
um, dugi eg ikki at meta um.
Men sjálvandi hevur tað sína
ávirkan. Ein fyrimunur við
sjóvarfalsorku fram um vatn
orku og vindorku er, at tað
ber til at spáa um sveiggini í
framleiðsluni fyri alla framtíð.
Men sveiggini gera eisini, at vit
skulu hava fleirfaldan fram
leiðslumátt fyri at fáa javna
framleiðslu, og tað dýrkar.
Hvat við orku úr sólarljósi,
kann hon gera nakra mun
í Føroyum? Ella orka úr
aldunum, sum vit hava í
føroyskum sjóøki viðhvørt,
men ikki altíð? Hvat við
vatnorku
úr
Íslandi
ella
atomorku? Øll hesi eru grøn
upp á tann mátan, at tey ikki
lata CO2 frá sær av týdningi,
meðan tey framleiða orku.
Orka frá biogassi ella spritti,
sum er vunnin úr lívrunnum
evnum,
sum
matleivdum,
tøðum og tara, verður mett at
vera grøn, hóast útlát av CO2.
Orka frá brenning av timbri og
líknandi somuleiðis. Tað kemur
av, at hetta CO2ið verður mett
at vera ein partur av ringrásini
hjá CO2 í nútíðar náttúru.
CO2ið varð fyrst bundið til
lívrunnað tilfarið, meðan tað
vaks, og verður so leyslatið
aftur, tá tilfarið verður niður
brotið ella brent.
Føroyska orkustøðan
Góðu fundarfólk! Nú eri eg
komin hartil í hugleiðingunum
um orku, sum er so tekniskt
og umfatandi og fløkt, at eg
kenni meg sum Jákup Sibba.
Eg kenni ikki S fyri K. Tað er
eisini trupult í eini røðu, at
greiða frá so nógvum tølum
og tekniskum hugtøkum. Men
eg geri eina stutta roynd.
Vit føroyingar brúka eini
225.000 tons av olju um árið til
saman. Hetta svarar til umleið
2.600.000 MWh (megawatt
tímar) um árið. Fiskiskip,
onnur skip og flogfør brúka
aðra helvtina, meðan vit á
landi brúka hina helvtina til
upphiting, ljós og flutning.
Harafturat framleiða vit
orku úr vatni og vindi. Higartil
hevur framleiðslan úr vatni
ligið um 100.000 MWh um árið
og úr vindi um 12.000 MWh
um árið. Tað merkir, at orka
úr vatni seinastu árini hevur
snarað um 34 % av samlaðu
orkunýtsluni í Føroyum, og
orka úr vindi ríður um tað hálva
prosentið. Hesi 45% svara til
ein triðing av elframleiðsluni í
Føroyum. Tveir triðingar verða
framleiddir við olju, tungolju.
Hon er bíligari, men hon dálkar
eisini meira. Ætlanir eru um, at
lutfallið skal vera umvent; tveir
triðingar úr vatni og vindi ella
meira.
Tað eru í høvuðsheitum
tvær grundgevingar fyri at
byggja vatnorkuna út. Tann
fyrra er at gera okkum leysari
av olju sum orkukeldu, og hin
seinna er at minka um útlátið
av CO2. Ella var tað øvugt fyri
einum ári síðani?
Ætlanir eru um at byggja
vatnorkuna út við Víkavatn
(frá Langasandi til Tjørnuvíkar,
norður í Sjeyndir og yvir til
Saksunar), í Saksunardali,
við Fjallavatn, við Tíggjará,
í Árnafirði, í Fámjin og í
Botni. Hetta kemur sjálvandi
afturat útbyggingingini, sum
er í gongdi frá Norðskála til
Selatraðar. Hesar útbyggingar
fara at økja elframleiðsluna
til 220.000 MWh um árið. Í
tíðarskeiðinum meðan tað
verður bygt út, økist vanliga
elnýtslan kanska til 300.000
MWh. Kann vindorkan tá
framleiða 30.000 MWh um
árið, verður framvegis neyðugt
at framleiða 50.000 MWh
við tungolju, svarandi til eini
10.000 tons.
Mett verður, at tað fer at
kosta slakar 3 milliardir krónur
at gera hesar útbyggingarnar og
harvið at økja vatnorkupartin
av samlaðu orkunýtsluni frá
34% til ein 78%. Útlátið av
CO2 minkar við 8%. Tríggjar
milliardir eru ikki smápengar í
einum landi við eini fíggjarlóg
upp á góðar 4 milliardir krónur
og 800 mió krónum í halli.
Var hetta tað besta?
Góðu fundarfólk. Ein áhuga
verdur spurningur um eini
1015 ár, tá vit hava brúkt
einar 34 milliardir krónur,
og sita eftir við einum sera
viðtikinum
umhvørvið,
er,
um Føroyar eru meira ella
minni tengdar at oljuni, um
vit mangla brúkbara orku til
90% av orkutørvinum ella 95%
av orkutørvinum?
Tá fara vit at spyrja okkum
sjálvi, um hesar íløgurnar í
vatnorku fyri 34 milliardir
krónur vóru tað besta, sum
kundi gerast, fyri at fáa
eina 5% betri støðu í eini
frammanundan
vánaligari
støðu? Vóru íløgur í vatnorku
fyri 34 milliardir krónur besti
háttur at minka útlátið av
veðurlagsgassum við eini 8
10%? Vóru hesar 34 milliardir
krónurnar í vatnorku tað besta
fyri náttúruna, fyri umhvørvið,
fyri ferðavinnuna, fyri fólk
ið í Sunda kommunu, fyri
fólkið í Føroyum, fyri Føroyar
og fyri Heimin? Tað eru teir
orkukrevjandi spurningarnir!
Fyri mær snýr tað seg
kanska ov nógv um kenslur.
Kenslum fyri ljósi og ljóðum,
fyri litum og skapum, fyri
vatni og lendi, fyri livandi og
lívleysum, fyri at liva og ikki
at liva.
Tí bleiv eg bæði illur og
máttleysur
ein
summar
morgun herfyri, tá stjórin
í okkara elfelag tosaði um
bygging av orkuverkið við
Víkarvatn í Útvarpsins morgun
sending. Eg má bara biðja um
umbering beinan vegin fyri,
at eg nú verið eitt sindur
persónligur. Tað ljóðaði so
lætt og einfalt og sjálvsagt og
hevði einki upp á seg. We do it
the american way. Teir skrúva
Niagara Falls frá og fyri, tá tað
er hóskandi. Og so vil okkara
elfelag hava dialog, samrøður,
samskifti um útbyggingina av
vatnorkuni í Norðurstreymoy.
Tað ljóðar gott, tí tað hevur
verið tøgn um útbyggingarnar
av vatnorku í ov langa tíð.
Men samrøður við hvønn?
Eitt prát við býráðið í Sunda
kommunu, og ætlanir um
kunning av borgarunum norð
uri í Vík! Alt gott um tað, men
hvussu smátt kann tað vera?
Tað snýr seg ikki um at
skrúva fossin í Fossá frá
ella fyri, tá ein bussur við
ferðafólki
kemur
framvið.
Føroyski
orkutørvurin
og
føroyska náttúran viðvíkja
øllum føroyingum. Tað ber
ikki til at blíva við at leggja
lutir í eitt putlispæl, har tú ikki
kennir tað liðnu myndina. Tí
skulu nógv onnur góð fólk upp
í leikin. Vinnumálaráðharrin,
umhvørvismálaráðharrin,
løgtingið,
serfrøðingar
hjá
SEV, serfrøðingar hjá Røkt,
uttanveltaðir orkufrøðingar,
umhvørvisfrøðingar,
sam
felagsfrøðingar,
samskiftis
frøðingar, áhugafelagsskapir
og helst onnur við.
Vit mugu fáa greiðu á,
hvør er tann tryggasta, besta
og bíligasta orkuloysnin fyri
Føroyar? Ikki eina loysn fyri tey
15% av føroyska orkutørvinum,
men
øllum
orkutørvinum.
Brúkið eitt ár ella tvey og nakrar
milliónir krónir upp á tað. Og
hetta er líka nógv ein áheitan til
landsins mynduleikar, sum til
okkara orkufelag. Íløgan kostar
hóast alt nógvar milliardir!
Tað skaðar ikki at hugsa stórt.
Tað er ikki altíð, at smátt er
gott. Komið við eini samlaðari
niðurstøðu
um
orkustøðu
Føroya
og
skilagóðum
og
burðardyggum
loysnum.
Breiðið tær út fyri okkum øllum
fólkinum í Føroyum.
Takk fyri at tit góvu mær
ljóð og lýddu á!
Ingvard Fjallstein
Hugleiðingar um grøna orku
Jóna Mortensen hevur í bløðunum enn einaferð vavt
alt saman, hvussu ábyrgdin viðvíkjandi eldrarøkt og
røktarheimum her á landi er skrúvað saman.
Í grein leggur hon eftir Tórshavnar kommunu fyri at
hava sovið í tímanum, tí at kommunan einki røktarheim
hevur at bjóða teimum, sum ikki hava pláss í dag.
Vit kunnu skjótt verða samd um, at tørvurin á
røktarheimsplássum er stórur í høvuðsstaðnum, men
ketan hjá Jónu loypir fullkomiliga av, tá hon sigur tað vera
“revnandi líkamikið”, um tað er land ella kommuna, sum
skal veita borgarum eldraøkt og røktarheimspláss.
Hetta er bara ikki so. Hvussu so fegin kommunan vil,
so kann hon ikki einvegis taka ábyrgd á einum øki, sum
við lóg er lagt til annan myndugleika at taka sær av. Og á
eldraøkinum er ein greiður lógarásettur skilnaður.
At kommunan ikki hevur bygt røktarheim, frátekur
á ongan hátt landinum ábyrgdina av allari eldrarøktini,
herundir at byggja røktarheim ella at veita annað hóskiligt
røktartilboð.
Nú er Jóna Mortensen ikki hvør sum helst. Hon hevur
politiskar ambitiónir, og tí skuldi mann gingið út frá,
at hon skilti, at ein myndugleiki ikki kann vassa inn á
ábyrgdarøkið hjá einum øðrum. Slíkt rópast anarki, tað er
vónandi ikki tað, ið Jóna Mortensen ynskir.
Harumframt skuldi mann vænta, at hon fylgdi
nøkulunda við í almenna tíðindaflutninginum, tá um
Boðanesheimið viðvíkur. Tí um hon gjørdi tað, so kendi
hon gongdina í málinum og visti, at tilboðini uppá
Boðanesheimið í løtuni verða viðgjørd, og at farið verður
at byggja í hesum árinum.
Men tað er møguliga ikki tað, sum hevur hennara
áhuga.
Tað gongur eftir ætlan við
Boðanesheiminum, Jóna
Heðin Mortensen
borgarstjóri