mikudagur 15. september 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 15. september 2010 · Nr. 133
Sosialurin
90 ára føðingardagur í Miklagarði
JØRGEN 60 OG MICHAEL 30
ROSE HØSNARUNGI
1300 g
3000
VANL. PRÍSUR 48,95/STK
ÚTBEINAÐ
LAMBSTJÓGV
1,3-1,5 kg.
9000
VANL. PRÍSUR 129,95/STK
4 stk. víkingabúffar
Uml. 0,8 kg.
90,-
2 stk. lambaspeigipylsa
Íalt 500 g
30,-
2 lítlar fleskasteikir
1,2 kg
60,-
VANL. PRÍSUR 29,95/STK
VANL. PRÍSUR 39,95/STK
VANL. PRÍSUR 115,00/STK
Tilboðini eru galdandi frá hósdegi 16. september til og við leygardagin 18. september 2010
Fyri nøkrum árum síðani skrivaði eg eina grein undir
hesi yvirskrift. Haldi at eg fari at nýta hana aftur,
kanska nakrar ferðir. Ein hevur jú altíð loyvið at
spyrja, ella?
Nú øll skrivingin v.m. hevur verið um Jenus
av Rana og hansara »fornermilsi« av íslendska
forsetisráðharranum og hennara samliva, loyvi eg mær
at koma við hesum íkastinum og einum spurningi til
tykkum, sum takað undir við hesum kalda og kyniska
stemmu »fiskara«, JaR.
Tað sum fyrst fall mær í huga, tá ið eg læs
samrøðuna við JaR í Vágaportalinum, var eitt sitat
av Martin Niemöller. Martin Niemöller var týskur
theologur og prestur, og so var hann samførdur
antikommunist. Hann tók fult undir við Hitler og
nazistunum, tá teir tóku valdið í Týskalandi í 1933. Men
í 1937 varð hann tó sjálvur settur fastur, tí hann vildi
ikki góðtaka, at staturin tók valdið á kirkjuni.
Niemöller yvurlivdi uppihaldið í KZ-leguni og bleiv
eftir kríggið mest kendur sum fyrilestrahaldari. Eitt
tað kendast sitatið úr hansara fyrilestrum, var tað sum
kom mær til hugs, tá ið eg læs um JaR og hannsara
skansgerð, og havi eg loyvt mær at umseta hetta:
»Fyrst tóku teir kommunistarnar
men eg segði onki, tí eg var ikki kommunistur
So tóku teir fakfelagsfólkið
men eg segði onki, tí eg var ikki fakfelagsfólk
So tóku teir jødarnar
men eg segði onki, tí eg var ikki jødi
So komu teir eftir mær
men tá var ongin eftir at tala at.«
»Eg spyrji bara«.
Er hetta gongdin vit ynskja fyri Føroya Land? Skal
onki verða loyvt, um tað ikki er OK sambært JaR'sa
útlegging av Svørtubók. Hvat verður tað næsta, ið ikki
hugar JaR
Hvar er tolsemið, eg eri stórliga bangin fyri tí!
Nú nýggj tilboð frá Articon, MT højgaard og J & K Petersen komu inn
1. September 2010 til Boðanesheimið, fer bygginevndin at gjøgnum-
ganga og døma innkomnu tilboðini. Væntandi verða vit liðug við
hetta síðst í september. Tá hetta arbeiðið er liðugt í bygginevndini
fer tað í Sosialunevnd, Fíggjarnevndina og síðan í Býráðið.
Tað var soleiðis, at tey fyrru tilboðini høvdu grundleggjandi
manglar í mun til byggiskránna og mynduleikakrøv og tá mælti
ein meiriluti í bygginevndini til:
Meirilutin í bygginevndini hjá Tórshavnar kommunu mælti
herfyri frá at taka av nøkrum av innkomnu tilboðunum at byggja
ellis- og røktarheim Yviri við Strond, tí øll teirra hava grundleggjandi
manglar í mun til byggiskránna og myndugleikakrøv, sum
gera, at tað er ikki ráðiligt at realisera nakað av uppskotunum á
fyriliggjandi grundarlagi.
Síðst í juni mánaði segði eg í grein í fjølmiðlunum, at spakin
vónandi verður settur í í november í ár. Eg eri so mikið bjartskygd,
at sjálvt um vit nú blivu nakað seinka, trúgvi eg at vit seta spakan
í í november ella december í ár.
Eg spyrji bara!
Nýggj tilboð til
Boðanesheimið
Halla Samuelsen
forkvinna í sosialu nevnd
Hilmar Augustinussen