mikudagur 15. september 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. september 2010 · Nr. 133
16
Sosialurin
Kjak
Annika Mittún Jacobsen
kringvarpsstjóri
Málið má vera,
har brúkarin er
Føroyingar hyggja, eins og
fólk í øðrum londum, at
sjónvarpi og eru dagliga á
internetinum í fleiri tímar.
Bókalesnaður harafturímóti
er í stórari minking, og før
oyingar flest síggja ikki ofta
rætta stavseting og rættar
føroyskar vendingar, eftir at
tey eru farin úr skúlanum.
So um ein fer at gera upp, so
er ringt at fáa eyga á, hvar
føroyingurin skal fáa íblástur
til at viðlíkahalda og menna
sín
móðurmálsførleika
í
tí dagliga. Tí er átrokandi
neyðugt at vit, eins og londini
kring okkum hava gjørt í
áravís, føroyska allar talgildu
miðlarnar og ongantíð ov
skjótt byrja at brúka hesar í
skúlunum. Las eina grein um,
at skúlin ikki kann krevja,
at børn skulu brúka teldur.
Kann skúlin so heldur ikki
krevja, at næmingarnir hava
blýant, heftir, skúlatasku,
fimleikaklæði
og
mangt
annað, ið er neyðugt, tá
ið eitt barn fer í skúla?
Foreldur keypa mangt og
hvat til barnið: fartelefon,
mótaklæði,
góðgæti
og
sodavatn. Havi sjálv eina
gamla teldu standandi á
stovuborðinum, heima við
hús, sum eg keypti brúkta
fyri kr. 500. Hesin hugburður
til nýmótans miðlatøkni er
helst grundað á eina vana
hugsan og mótstøðu móti
broytingum.
Trupulleikin
er bert, at so leingi føroyska
tilfarið í skúlunum er alt ov
gamalt og ikki er har, sum
børnini eru á internetinum,
soaverður hetta ikki ein
natúrligur partur av undir
vísingini.
Avleiðingin
av
hesum verður, at málsligi før
leikin hjá tí yngra ættarliðn
um verður verri og verri.
Nógv verri at læra
mál, tá ið ein er
farin um tey tríati
Eingin loyna er, at lættari
er at læra mál á yngri árum.
Ættarliðið, sum veksur upp
í
føroyska
samfelagnum,
hevur, sum Svenning Tausen
er inni á í Dimmalætting
fríggjadagin, holla útbúgving
og “málfrøðingar í føroyskum
máli tróta ikki, og kortini er
málið kanska ongantíð verri
enn nú”. Trupulleikin er, at
har sum føroyingurin er á
netinum ella í sjónvarpinum,
er høvuðsmálið útlendskt.
Soleiðis hevur tað verið frá
barnsbeini,
øll
skúlaárini
og eisini í dagliga vaksna
mannalívinum. Hetta merkir,
at móðurmálsligi førleikin
ikki er á nóg høgum stigi, tá
nýggja ættarliðið veksur upp,
og verður starvsfólk í eitt nú
Kringvarpinum.
Sjálvsagt
leggja vit í Kringvarpinum
okkum eftir at tosa rætt
føroyskt og hava regluliga
málfrøðing knýttan at stovni
num at undirvísa starvs
fólkunum. Men fyri at kalla
ein spaka fyri ein spaka, so
er tað mótbrekka at læra
tilkomin fólk eitt mál, sum
tey ikki eru von at nýta ella
hoyra í professionellum høpi.
Afturat hesum mugu før
oyingar flestir av landinum,
um tey ynskja sær eina hægri
útbúgving. Tí hava tey, tá ið
tey venda heimaftur, ikki
hoyrt ella lisið rætt føroyskt
í áravís. Eiga hesi smábørn,
eru møguleikarnir at læra
børnini føroyskt, avmarkaðir.
So hóast føroyska málið
og menningin av hesum er
ein hornasteinur í øllum
arbeiðinum, ið fer fram í
Kringvarpinum, kennist tað
mangan tungt at standa
við hesari týdningarmiklu
uppgávu, vitandi, at um ikki
okkurt munagott hendir í dag
ligdegnum hjá tí vanliga før
oyinginum, so verður hesin
dystur tyngri og tyngri.
Vit eru bara menniskju
Samanumtikið kann sigast,
at sjálvsagt hevur Kringvarp
Føroya eina uppgávu og
eina ábyrgd at gera sítt til at
betra um málsliga førleikan.
Men eisini starvsfólk í Kring
varpinum eru partur av tí
samfelagi, sum vit liva í, og
eitt úrslit av tí málpolitikki
ella mangul uppá sama, sum
verður førdur her á landi. Ofta
verður sagt, at føroyingar
eru meiri tilvitaðir um málið
enn eitt nú danir. Hetta er
ein myta, sum snøkt sagt
ikki passar. Danir hava júst
nú stovnað eina barnarás,
Ramasjang, ið sendir danskar
barnasendingar
størsta
partin
av
samdøgrinum.
Danir hava so langt aftur eg
minnist, sett danska talu til
teknirøðir, filmar, telduspøl
og annað. Hetta hevur ikki
verið gjørt í Føroyum, og tí
duga føroyingar sítt móður
mál nógv verri enn aðrar
tjóðir duga. At hava mál
frøðingar, ið gera nýggj orð
og geva bøkur út av ymsum
slagi, er sjálvsagt gagnligt
fyri føroyska málið, men
er ikki tað, sum flytur ta
stóru fjøldina, ið veksur til
við útlendskum máli megin
partin av gerandisdegnum.
Niðurstøða
Vit mugu burtur frá vana
hugsanini og venda kjakið
um mál til at verða eitt
kjak um, hvussu nýtt og
gamalt føroyskt tilfar fær
eina dimensjón, ið ger, at
tað verður partur av dag
ligdegnum
hjá
vanliga
føroyinginum.
Vit
mugu
hugsa Google Maps, fartele
fonir, sosialu netmiðlarnar,
filmar, talgildar bøkur, útvarp,
sjónvarp, skúla, arbeiðspláss,
heimasíður o.s.fr. Vit mugu
hugsa føroyska málið inn í
samtíðina, vit liva í.
Í Kringvarpi Føroya eru
vit bara menniskju
Kjak
Um føroyskt skal hava lív lagað, er átrokandi neyðugt, at vit gevast at
keglast, um tað skal eita Bornholm ella Borgundarhólmur, um vit skulu
hava eitt føroyskt ella altjóða stavrað, um málnevndin skal gera hetta
ella hatta, og at nú mugu tey tosa rætt í Kringvarpinum. Skal nakað
munagott henda, eiga vit at bretta upp um armar og føroyska telduspøl,
teknifilmar, Ramasjang, Cartoon networks og leggja eina ætlan, hvussu
eitt nú nýggja føroyska heimsatlasið kann gerast partur av Google Maps
Klage om sproglig formulering i Refleksjón d. 12.
september 2010
Kære Annika
Jeg vil hermed klage over en speakerformulering
i Reflektion d. 12. september 2010. Udtalelsen starter
tid: 14.02 og er som følger:
"Foreldrini hjá Mikael eru danski komponisturin
Kristian Blak og amerikanski floytuspælarin Sharon
Weiss".
Som du ser af min understregning inddrager
speakerteksten personernes etnicitet og kulturelle
baggrund på en måde, der indikerer, at de er
fremmedelementer i den færøske kontekst og
kultur.
Kristian Blak har været bosiddende på Færøerne
siden 1974 og Sharon Weiss siden 1975, og de har
været væsentlige bidragsydere til det, vi i dag kalder
færøsk kultur.
At
betegne
disse
som
udlændinge
i
en
kulturudsendelse i KVF i 2010 er en grov ekskludering
og stereotypering af to færøske borgere, der
fuldgyldigt kan betegnes som færinger.
Jeg er klar over, at denne sproglige formulering
er gængs sprogbrug i det færøske samfund og jeg vil
derfor bruge denne anledning til at kaste lys på, at
konsekvensen af dette sprogbrug er eksludering af
fuldgyldige færøske borgere.
Mit formål med denne henvendelse er at få dette
nationalistiske sprogbrug italesat, bevidstgjort og
ændret.
Jeg forventer at få udtalelse fra Kringvarp
Føroya om hvordan man stiller sig til denne form for
sprogbrug og hvad man vil gøre for at ændre den.
På forhånd tak for dit svar.
DANSKI komponisturin
Kristian Blak og AMERIKANSKI
floytuspælarin Sharon Weiss
Klaga til
Kringvarp
Føroya
Ole Wich
Til Kringvarp Føroya, Annika M. Jacobsen, stjóri