mikudagur 15. september 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 15. september 2010 · Nr. 133
Sosialurin
Oyggjablaðið
Snorri Brend
Trongisvágur: Mourits er sand
ingur. Pápin, Eyðun Viderø, spældi
urgu í Skálavíkar kirkju, og sum
smá drongur plagdi Mourits ofta at
vera við pápanum.
Í 1980 kom mamman, Ragnheiður,
til trúgv, og hon fortaldi soninum
bíbliusøgur, og hann varð eisini
tikin við til møtir og annað.
– Í fýra ár á rað var eg á summ
arlegu á Zarepta. Har hoyrdu vit
sjálvandi nógv Guds orð, og einaferð
spurdi kamarsleiðarin, um vit
ynsktu at verða frelst. Eg segði ja,
og vit bóðu eina bøn saman, sigur
Mourits Mohr Viderø í samrøðu
við Trúboðin, sum er málgagnið hjá
Heimamissiónini.
Mourits hevði alla tíðina havt
eina barnatrúgv, og hóast hon fjaraði
nakað burtur í ungdómsárunum, so
hugsaði og tosaði hann positivt um
tey trúgvandi. Og hann hugsaði
eisini, at ein dag, so fór hann at
verða tað.
Hann byrjaði at spæla gittar í
ungdómsárunum. Serliga spældi
hann saman við einum vinmanni,
og teir kundu brúka nógvar tímar
at sita heima og spæla sangir hjá
Alex Bærentsen og Petur Oluf &
Niels.
– Vit hildu sangirnar vera sera
góðar, men hjá mær hevði inni
haldið í sangunum ikki so nógv at
siga, – ikki tá í øllum førum, vísir
hann á.
Einaferð verður tað
Í ungdómsárunum byrjaði Mourits
at ganga í býnum og at ganga í
dans.
– Eg hevði tað ikki heilt gott við
tí, og onkuntíð vónaði eg, at bara eg
ikki doyði í nátt.
Sum 16 ára gamal fór Mourits
til Havnar at læra til eletrikara hjá
Leif Mohr. Hesa tíðina spældi hann
til dans við bólkinum Sunrise, og
teir ferðaðust kring alt landið at
spæla.
Eftir at vera útlærdur, fór hann
at arbeiða hjá Atla Nielsen í Skopun.
Hann var millum annað við til at
gera elarbeiðið á teimum trimum
ellisheimunum í oynni.
Mourits kom eisini at arbeiða
saman við einum málara. Hesin
var trúgvandi og tosaði ofta við
teir ungu um tey andaligu viður
skiftini.
– Hann segði einaferð við meg, tá
ið vit prátaðu, at »einaferð verður
tú frelstur«. Eg hugsaði, hví hann
mundi siga so.
– Eg gekk ikki á møti tá. Mamma
spurdi onkutíð, um eg vildi koma
við, men hon var ikki ágangandi.
Las í loyndum
Seinni fór Mourits aftur til Havnar
at arbeiða, hesaferð hjá Eyðuni
Jespersen. Hóast tað ikki sást á
honum, so bilgdist ein longsul í
honum at læra Jesus at kenna.
– Eg byrjaði í loyndum at lesa í
Bíbliuni, greiðir Mourits frá. Nakað
eftir hetta byrjaði Lindin at senda,
og onkuntíð lurtaði Mourits eftir
hesi rásini.
Á Sandoynni hoyrdu tey ikki
Lindina tá, so Mourits bjóðaði sær
til at taka ymsar sendingar upp
fyri mammu sína, sum hann so tók
suður við, tá ið hann fór í vikuskifti.
Sjálvur lurtaði hann eisini, og
sendingarnar ávirkaðu hann ikki
sørt.
– Eg hoyrdi millum annað
onkran vitnisburð, har viðkomandi
greiddi frá, hvat Jesus hevði at týða
fyri hann, og eg hugsaði, at hetta vil
eg eisini uppliva, sigur Mourits, sum
um hetta mundið búði í eini íbúð á
Argjum.
– Eg bað eisini onkuntíð fyri
meg sjálvan, og aðrar tíðir koyrdi
eg niðan á Oyggjarvegin og fór ein
gongutúr fyri at biðja.
Pappírskrossur
Á verkstaðnum, har Mourits ar
beiddi, plagdu ymisk fólk at koma
inn, og Jústi Poulsen var ein, sum
kom og tosaði um andlig viður
skifti.
Ein dagin hevði hann eitt pappír
við, sum hann foldaði og skræddi
ymiskar vegir, og tá ið hann tók tað
sundur aftur, var tað ein krossur
og bókstavirnir 'hell'. Samstundis
fortaldi hann um glatanarvegin og
himmalvegin.
– Eg var hugtikin av hesum, og
tá ið eg kom heim, fór eg sjálvur
at royna at gera henda krossin
við pappírinum. Meðan eg stóð og
vaskaði upp, er tað sum eg hoyrdi
eina rødd, sum segði, at eg skuldi
heingja krossin á veggin.
– Í sama sekundi sum eg standi
við teknistiftini og skal heingja
krossin upp, kemur henda gleðin
yvir meg. Eg bleiv sannførdur um,
at alt er fullgjørt, og eg skal ikki
gera meir, sigur Mourits.
Hann byrjaði nú at ganga møti
hjá nógvum ymiskum meinig heit
um í Havnini. Tað var skjótt, at
hann varð biðin at syngja til okkurt
møti. Hóast smæðin, so fór hann
avstað at syngja og sang nakrar av
sangunum hjá Alex Bærentsen og
Petur Oluf & Niels.
– Tað sjáldsama var, at eg eisini
fekk nógvar ferðir meiri burturúr
lestrunum, ið vórðu lisnir í kirkjuni
í Skálavík, sigur Mourits við einum
brosi.
snorri@sosialurin.fo
– Mamma og onnur hava biðið fyri mær í nógv ár. Og bønin varð svarað, sigur 41
ára gamli Mourits Mohr Viderø, sum nú er búsettur á Trongisvági
Mynd: trubodin.fo
BØNIR
Mourits Mohr Viderø byrjaði at
syngja á møtum kring landið.
Á eini møtiferð í Suðuroy hitti hann Jeannu.
Tey gjørdust góð hvørt við annað, og í
dag eru tey gift, og taka lut í arbeiðinum
í missiónshúsinum í Trongisvági.
Mourits spælir undir til sangin í
sunnudagsskúlanum, og hann syngur
eisini av og á til møtir í oynni.
- Eg havi eisini skrivað nakrar sangir,
sum eg havi framført á møtum.
Kærleiki
Mourits Mohr Viderø býr
í Trongis vági, er giftur
við Jeannu og tey eiga
døturnar Jórunn (7 ár) og
Mariu (4 ár)
Hann arbeiðir sum
elektrikari umborð á
norskum veitingaskipi
Fakta
Eg hevði tað ikki
heilt gott við tí, og
onkuntíð vónaði eg, at
bara eg ikki doyði í nátt
Eg bað eisini onkuntíð
fyri meg sjálvan, og aðrar
tíðir koyrdi eg niðan á
Oyggjarvegin og fór ein
gongutúr fyri at biðja
Tað sjáldsama var, at eg
eisini fekk nógvar ferðir meiri
burturúr lestrunum, ið vórðu
lisnir í kirkjuni í Skálavík