mikudagur 15. september 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. september 2010 · Nr. 133
22
Sosialurin
Oyggjablaðið
Vilmund Jacobsen
Tað eru kommunurnar í Sandoynni,
ið standa aftan fyri Sandoyar
Skúla sam band, sum aftur stendur
aftan fyri Megin skúlan á Sandi og
fótbólts vøllin Inni í Dal, tey rópa.
Gerhard Lognberg hevur í fleiri
ár verið formaður í Sandoyar Skúla
sambandi, og hann sigur, at arbeitt
verður við at fáa verkætlanina upp
á pláss, soleiðis at sandoyingar
kunnu hava ein vøll við nýggjum
graslíki til kappingarbyrjan næsta
ár.
– Men hetta er ikki so lætt, tá
kommunurnar í oynni, sum skulu
byggja vøllin, eru sperdar fíggjar
liga.
Hann vísir á, at okkurt er um, at
Fótbóltssamband Føroya kann lata
stuðul til verkætlanina, men hann
sigur seg ikki vita, um talan soleiðis
kann gerast um fjórðing, triðing ella
helvt av íløguni.
– Vit eru í løtuni í holt við at
kanna hesar møguleikar, men eru
ikki komnir á mál enn, leggur hann
aftrat.
Evsta freist
Gerhard Lognberg sigur, at sand
oyingar hava fingið at vita frá FSF,
at vøllurin má gerast av nýggjum.
Annars verða eingir dystir leikir á
Sandi í komandi kappingarári.
– Hetta er greið tala, men eg eri
ikki fult greiður yvir, um hetta bara
er galdandi fyri Vodafondeildina.
Hinvegin er hetta nakað, sum má
gerast nú, tá evsta freist rennur út,
sigur hann.
Fótbóltsvøllurin Inni í Dal er
millum teir elstu í Føroyum, sum
ikki eru lagdir við nýggjum gras
líki.
– Eg haldi, at hesin vøllurin er frá
seinna helmingi av áttatiárunum.
Hann er slitin og vánaligur, og vit í
Sandoyar Skúlasambandi eru full
greið yvir, at graslíki má skiftast,
sigur hann.
Turt og gott
Gerhard Lognberg heldur annars
ikki, at so nógv verður at gera við
undirlendið undir graslíkinum, sum
hann heldur er rímiliga turt og gott.
– Men tá hetta kortini er ein
íløga, sum helst fer at liggja rundan
um tvær miljónir krónur, og lítil og
eingin peningur er at arbeiða við, er
greitt, at vit heldur ikki bara kunnu
rista hesa verkætlan úr ermuni,
sigur hann.
Formaðurin í Sandoyar Skúla
sambandi er kortini slett ikki í iva
um, at tað hevur skund at fáa nýtt
graslíki á fótbóltsvøllin Inni í Dal.
vilmund@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen
Tað fer eftir øllum at døma ikki at
ganga so long tíð, til sandoyingar
hava eina ítróttarhøll á Sandi.
Lendis og planeringsarbeiði
er boðið út, og á seinasta fundi í
bygginevndini varð sett út í kortið,
at tilboð upp á liðugtgerð skulu
verða Landsverki í hendi í seinasta
lagi hin 1. desember í ár.
Soleiðis er eisini væntandi, at
ítróttarhøllin á Sandi kann standa
liðug einaferð í komandi ári, um alt
gongur væl.
27 miljónir krónur
Gerhard Lognberg, sum er ein av
limunum í bygginevndini, sigur,
at nóg mikið av peningi er sett
av á fíggjarlóg løgtingsins til at
gera lendið, har ítróttarhøllin skal
byggjast, byggibúgvið.
– Tað er landskassin, sum
byggir ítróttarhøllina Inni á Dal,
og tað er soleiðis Landsverk, sum
er byggiharri. Brúkast kunnu í
mesta lagi 27 miljónir krónur til
hesa verkætlan, men nú tíðirnar
eru fíggjarliga trengri, enn tær
hava verið í nógv ár, er ikki vist,
at verkætlanin ikki kann fremjast
nakað bíligari.
Tey, sum sita í bygginevndini
aftanfyri ítróttarhøllina á Sandi,
eru eitt nú tvey umboð fyri
Sandoyar
Skúlasamband,
sum
umboðar kommunurnar í oynni,
skúlastjórin við Sandoyar Megin
skúla, eitt umboð fyri B71, umboð
fyri Mentamálaráðið og umboð fyri
Landsverk.
Fegin og spent
Bygginevndin hevur í tíðar skeið
num, hon hevur sitið, verið ein
rundtúr kring oyggjarnar og hevur
hugt at ymiskum ítróttarhallum.
– Vit í Sandoynni eru sjálvandi
ógvuliga fegin um, at henda verk
ætlan er við at mynda seg, og vit
eru sera spent eftir at fáa hesa
høll upp at standa, sigur Gerhard
Lognberg, sum er annað umboðið
av tveimum umboðandi Sandoyar
Skúlasamband í bygginevndini fyri
verkætlanina.
vilmund@sosialurin.fo
Nýggjur
fótbólts
vøllur er
neyðugur
Gerhard: Ítróttarhøllin kemur væl við í oynni
SANDUR Herfyri varð lendisarbeiði til ítróttarhøll, sum skal byggjast Inni í Dal á Sandi, boðið út, og í
seinasta lagi hin 1. desember í ár skulu tilboð upp á liðugtgerð verða komin Landsverki í hendi
... hetta er nakað, sum má
gerast nú, tá evsta freist
rennur út...
GERHARD LOGNBERG
... vit eru sjálvandi
ógvuliga fegin um, at henda
verkætlan er við at mynda
seg...
GERHARD LOGNBERG
Hóast kommunurnar í Sandoynni eru sperdar fíggjarliga, er formaðurin í Sandoyar Skúlasambandi
slett ikki í iva um, at tað hevur skund at fáa nýtt graslíki á fótbóltsvøllin Inni í Dal
gAmAl og SlitiN