Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-15, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. september 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 15. september 2010 · Nr. 133 Sosialurin Oyggjablaðið Vilmund Jacobsen Einki er, sum bendir á, at Gerhard Lognberg hevur mist sína trúgv uppá, at ein undirsjóvartunnil fer at knýta Sandoynna upp í meginøkið áðrenn langt um líður. – Sjálvandi kemur ítróttarhøllin, sum tað almenna nú fer at byggja í Sandoynni, ikki í staðin fyri nakran undirsjóvartunnil. Tað er so sólarklárt. Tað sigur Gerhard Lognberg, sum er borgarstjóri í Skopunar kommunu og løgtingsmaður á tingi. – Eg trúgvi framhaldandi, at ein undirsjóvartunnil, sum knýtir Sandoynna upp í meginøkið, liggur beint hinu megin hornið, sum løg­ tingsmaðurin tekur til. Gerhard Lognberg ásann ar kortini, at fíggjarligu brota sjógv­ arnir, sum føroyska samfelagið eins og heimurin allur hevur rent seg inni í, hava seinkað hesi verkætlan. Eingin ivi – So leingi, sum nakar neisti er eftir í mær, fari eg at tosa fyri og arbeiða miðvíst fram ímóti, at henda verkætlan verður framd. Eg trúgvi framvegis, at so skjótt, sum búskaparútlitini gerast betri, verður eisini farið í holt við hesa verkætlan, ið er hitt einasta, sum kann bjarga Sandoynni. Gerhard Lognberg sigur, at ein undirsjóvartunnil, sum knýtir Sandoynna upp í meginøkið, ikki bara fer at bjarga Sandoynni, men hann fer eisini at vera gevandi og mennnandi fyri alt tað føroyska samfelagið. – Sandoyggin hevur nógvar møgu leikar, sum sanniliga kunnu vera gevandi fyri Føroyar sum samfelag, sigur borgarstjórin og løgtingsmaðurin. vilmund@sosialurin.fo Tunnilin beint hinu megin hornið TUNNIL – Tað einasta, sum kann bjarga Sandoynni, er ein undirsjóvartunnil, ið verður gevandi og mennandi fyri alt tað føroyska samfelagið, sigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri og løgtingsmaður ... so leingi, sum nakar neisti er eftir í mær, fari eg at arbeiða miðvíst fram ímóti føstum sambandi við meginøkið... GERHARD LOGNBERG – Eg trúgvi framhaldandi, at ein undirsjóvartunnil, sum knýtir Sandoynna upp í meginøkið, liggur beint hinu megin hornið, sigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri og løgtingsmaður Vilmund Jacobsen Brandur Sandoy, sum er borgarstjóri í Sands kommunu, var í fleiri ár formaður í B71. Hann kennur tí felagið innanífrá og veit, hvat tað merkir og kostar at reka eitt felag, sum eisini hevur lið í bestu deildini í fótbólti. Hann sigur, at Sands kommuna í fleiri ár hevur stuðlað B71 fíggj ar­ liga, tó at raksturin av kommununi hevur verið og er í tungum sjógvi. Av fullum huga – Vit stuðla ítróttarfelagnum eftir førimuni og av fullum huga. Her er eingin slingur í valsinum. Tá felagið fylti 40 ár fyrst í hesum árinum, lótu vit teimum føðingardagsgávu á 40.000 krónur og hava síðan latið teimum 100.000 krónur aftrat. Brandur Sandoy heldur soleiðis, at Sands kommuna man hava stuðlað B71 við millum 80.000 og 180.000 krónum um árið í nógv ár. – Eg veit, at eystankommunurnar eftir førimuni eisini hava stuðlað felagnum væl, leggur hann aftrat. Vøllurin ov harður Borgarstjórin í Sands kommunu sigur seg vóna, at tað fer at eydnast at fáa nýtt graslíki á fótbóltsvøllin og annars at fremja tær ábøtur, sum eru neyðugar. – Eitt er, at graslíki er illa farið og má skiftast. Annað er, at vøllurin er ov harður, og hetta gongur út yvir kroppin hjá teimum, sum íðka fótbólt, sigur Brandur Sandoy, borg­ arstjóri. vilmund@sosialurin.fo Stuðla B71 fíggjarliga SANDUR Í fleiri ár hevur Sands kommuna stuðlað B71 á hvørjum ári við millum 80.000 og 180.000 krónum, og higartil í ár hevur felagið fingið 140.000 krónur úr kommunukassanum Sands kommuna stuðlar B71 av fullum huga. – Her er eingin slingur í valsinum, sigur borgarstjórin, Brandur Sandoy GÓÐUR STUÐUL