mikudagur 15. september 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. september 2010 · Nr. 133
24
Sosialurin
Oyggjablaðið
Snorri Brend
Sandoy:
Hesin
møguleikin
er
bert ein av mongum, sum Kunn
ingarstovan á Sandoynni hevur at
bjóða teimum vitjandi.
Hevur ein hinvegin hug at leiga
seg inn í eini meiri vanlig sethús
bæði á Sandoynni ella Skúvoynni,
er eisini møguleiki fyri hesum.
Tað er júst hetta sum mong
ferðandi veruliga hava gjørt í
summar: Hetta, at vitja Sandoynna
og luttaka í teim serstøku upp liv
ingunum sum oyggin kann bjóða.
Eitt skifti í summar var áhugin
so mikið stórur, at trupult var at
fáa fleiri av húsunum, um ein júst
ætlaði sær tað ávísa húsið.
Hetta frøast tey á Kunn ingar
stovuni sum vera man um. Men tey
hava samstundis tilboð til teirra,
sum ynskja aðrar møguleikar fyri
gisting.
Her kunnu tey vitjandi velja
millum vallaraheim, fleiri felagshús,
kampingpláss og Ból&Biti.
300 ára gomul
Eitt av teimum støðunum, sum
fólk hava møguleika at velja sum
summarhús, eru hugnaligu húsini
»Í Soylu« á Sandi.
Her er talan um eini snotulig hús
frá 16 1700talinum, og sum altso
eru umvæld av nýggjum. Hetta
hevur kortini ikki tikið hugnan úr
teimum.
Inni í húsinum er nevniliga
ein hópur av gomlum lutum, sum
hoyrdi til í føroyska húsarhaldinum
í gomlum døgum.
Húsini Í Soylu venda sær
til familjur, men eisini til fólk í
koyristóli. Her er gjørdur ein rampi
til endamálið, og innanveggja er
eingin gátt nakrastaðni. Haraftrat
eru hurðarnar breiðari enn van
ligt.
Hóast húsini eru omanfyri
300 ára gomul eru allir hentleikar
herinni, so sum køliskáp, mikro
ovnur, útvarp og sjónvarp við
Televarpi.
Hesi gomlu húsini hava, helst í
mun til flest onnur hús, eis ini sína
egnu heimasíðu –
www.123hjemmeside.dk/annikahjalt.
Her ber til at síggja myndir av hús
unum, og frá teimum umvælingum
sum gjørdar eru tey seinnu árini.
Ein heilt annar fyrimunur við
húsunum er hann, at húsini liggja
væl fyri í bygdini, tætt við handil,
bakarí, kirkju og Listasavnið.
Eldri
Húsini Í Soylu eru sum nevnt bert
eitt av mongum, ið fólk kunnu leiga
á Sandoynni.
Hevur ein ístaðin hug til eini
meiri vanlig hús av eldri dato
og øðrvísi útgerð, so finnast tey
eisini.
Húsini eru at finna í øllum
bygdum í oynni, og liggja ymiskt
plaseraði – summi meiri fyri seg, og
onnur mitt í bygdini, og so eitt, ið
liggur sera væl fyri beint við stóra
og vakra sandin á Sandi.
Eisini í Skúvoy er møguleiki
at leiga sær eini summarhús. Her
ber til at búgva í tveimum slíkum,
har allir nútíðar hentleikar eru at
finna.
snorri@sosialurin.fo
Gomul hús í
nútíðar búna
SUMMARHÚS Tað er ikki á hvørjum degi ella á hvørjum staði,
at fólk hava møguleika at búgva í húsum frá 1600-talinum og
kortini hava atgongd til allar teir hentleikar, ið nútíðin krevur
Hóast
húsini eru
omanfyri 300
ára gomul
eru allir
hentleikar
herinni
GOTT GAMALT
Húsini Í Soylu eru ein blandingur
av tí gamla og øllum tí, sum
nútíðar ferðafólk ynskja sær
Mynd: visitsandoy.fo