Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. februar 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 24 - 5. februar 2002 Nr. 24 - 5. februar 2002 9 Á fólkatingsvalinum 20. november, skipaði Sosialurin fyri einari Exit Poll kanning á valstaðnum á Hálsi í Havn. Síðani hevur málið verið uppi og vent fleiri staðni, og síðsta orðið átti Fólkatingið. Nú vil landsstýrið steðga tílíkum kanningum í framtíðini. Vit hyggja nærri at málinum VALKANNINGAR Heri á Rógvi 20. november var fólka- tingsval í Føroyum og rest- ina av kongaríkinum. Í Før- oyum fóru fólk av húsum, og valluttøkan var eisini avbera góð. Heili 26.393 fólk vóru á valinum. Hetta gav eitt valluttøkuprosent upp á 79,72. Á størsta valstaðnum í landinum, Ítróttarhøllini á Nabb, skipaði Sosialurin fyri einari sokallaðari Exit Poll kanning. Í einari tí- líkari kanning snýr tað seg um at fáa eina meting av, hvussu fólk hava atkvøtt. Fólkið verður spurt á veg úr valstaðnum, um tey vilja luttaka í einari tílíkari Exit Poll. Vanliga hevur manna- gongdin verið tann, at fólk eru spurd, tá ið tey eru á veg út um dyrnar. Úrslitini er síðani almannakunn- gjørt, tá ið valhølið er latin aftur. Í størri londum, har tað oftani tekur rættiliga langa tíð við at telja at- kvøðurnar eru tílíkar kann- ingar oftani við til at økja um spenningin sjálvan val- dagin. Kanningin hjá Sosialin- um á Nabb var øðrvísi á tann hátt, at úrslitið av kanningini leypandi varð lagt út á heimasíðuna hjá Sosialinum(www.sosialuri n.fo). Hetta skapti mikið rok, og síðan varð eisini so mikið væl vitjað, at Sosial- urin varð noyddur at leggja um, soleiðis at tey mongu vitjandi fingu fylgt við. Síðani eru kærur latnar inn um málið. Kærur Hin 20. november 2001 letur Høgni Hoydal ríkis- umboðinum eina kæru um fólkatingsvalið á valstað- num á Nabb. –Tað hevur skelkað meg – bæði sum formaður í ein- um uppstillaðum politisk- um flokki, sum valevni og sum veljari. Eg fari tí hervið at kæra um, at loyvi er givið til slíka kanning, skrivaði Høgni Hoydal m.a. í sínari kæru. Burturúr hesum kann lesast, at Høgni Hoydal kærir, at loyvið er givið, og harvið valnevndini, sum hevur givið loyvi. Høgni Hoydal nevnir í kæru sínari, at tað eru tríggjar orsøkir til, at hann hevur valt at kæra loyvið, sum varð givið til eina Exit Poll kanning: 1.Hetta er eftir mínum tykki í stríð við allan anda í eini valskipn, sum skal tryggja, at ein og hvør skal atkvøða eftir sínari sannføring, og at tað bert er valstýrið, ið ger úrslitið upp av valin- um, tá seinasta atkvøðan er latin... 2.Hetta er eftir mínum tykki eisini í stríð við vanliga og hevdvundna siðvenju um, at møgu- leikin hjá politiskum flokkum ella valevnum at ávirka veljararnar nær- hendis valhølunum, verð- ur avmarkaður... 3.Vandin fyri, at fólk kunnu sita á valstaðnum og hyggja at, hvør leggur atkvøður í kassan og síðani gita um, hvussu útslagið er á internetin- um, tykist somuleiðis stórur. – Samanumtikið er hetta eftir mínum tykki í stríð við alla demokratiska siðvenju. Hetta verður hervið kært við umbøn um, at hetta verður steðgað. Hin kæran kom frá Ólavi Petersen á Argjum. Hansara kæra varð latin inn 22. november 2001. Hann sigur m.a. (í danskari umseting): ”Und- ertegnede vil hermed klage til folketinget, om den ulovliga måde Exit Poll prognoserne fra Torshavn blev foretaget på, og at de blev fremlagt hele valg- dagen.” Aftursvar Í sambandi við fólkatings- val í Føroyum er LOV NR. 458 AF 30. JUNI 1993 OM FOLKETINGSVALG PÅ FÆRØERNE, SOM ÆND- RET VED BEKENDT- GØRELSE NR. 506 AF 13. JUNI 1994 OG BE- KENDTGØRELSE NR. 792 AF 17. OKTOBER 1997 galdandi. Talan er um eina ríkislóg, ið bert Fólkatingið hevur heimild til at broyta. Indenrigs- og Sunheds- ministeriet hevur viðgjørt málið, og gjørt tilmælið til Fólkatingið hin 3. de- sember 2001. Í skrivunum frá Inden- rigs- og Sunhedsministeriet (bæði eru so gott sum líka) stendur sum niðurstøða: “Efter Indenrigs- og Sunhedsministeriets op- fattelse var det således ikke i overensstemmels med de nævnte valgretlige grund- sætniger om neutralitet, at der i selve valglokalet blev foretaget meningsmålinger efter vælgernes stemmeaf- givning”. “Indenrigs- og Sund- hedsministeriet kan end- videre oplyse, at der efter ministeriets opfattelse ikke af forbuddet i loven mod foretagelse af stemmeop- tælling og offentliggørelse af resultatet inden kl. 20 på valgdagen kan udledes et forbud mod offetnliggør- else af sådanne menings- målinger, inden afstem- ningen på valgdagen er afsluttet.” Hetta merkir, at innan- ríkismálastýrið ikki gevur teimum báðum kærarunum viðhald, men tó viðmerkir, at tað ikki heppið, at gera slíkar kanningar á sjálvum valstaðnum (samsvarandi partvíst við síðsta punktið í kæruni hjá Høgna Hoydal). Broyta í Føroyum Í kjallarvørinum á kærun- um um fólkatingsvalið hevur landsstýrið gjørt av at broyta vallógina í Før- oyum. Talan er um sjey ymsar broytingar, harav ein snýr seg um Exit Poll kanningar. Loyvt verður ikki at gera tílíkar kann- ingar á valstaðnum, men einki forboð er sett ímóti, at kanningin leypandi verður løgd út á netið - um hon altso verður gjørd uttanfyri valhølið. – Sosialurin hevur tikið til eftirtektar, at einki ólógligt varð gjørt sjálvan valdagin. Tað var eisini tað, ið vit fingu at vita frá myndugleikunum. At landsstýrið nú fer at gera lógarbroyting fyri at forða, at líknandi kanningar verða gjørdar í framtíðini, verður eisini tikið til eftirtektar. Vit mugu so finna fram til, hvussu vit í framtíðini kunnu gera aðrar nøktandi og áhugaverdar kanningar í sambandi valini, sigur Jan Müller, blaðstjóri á Sosial- inum. Søgan um eina Exit Poll Tað var hendan teldan, ið var miðpunktið í teirri so nógv umtalaðu Exit Poll kanningini á Nabb valdagin, 20. november. mynd: Álvur Haraldsen Stórur áhugi var fyri kanningini hjá Sosialinum. Fólk í Høllini vóru forvitin at vita eftir, hvussu leikur fór. Tað vóru tó bert tey vitjandi á heimasíðuni hjá Sosialinm, sum kundu fylgja úrslitinum leypandi, og hetta gjørdu nógv eisini mynd: Álvur Haraldsen FØSTULÁVINT Ragnhild Ellingsgaard Klaksvík: Mong hava óivað lagt til merkis allar tær vøkru tunnurnar fyltar við bommum, ið hava fing- ið pláss á Statoil-støðum kring alt landið. Tað eru børnini í frítíðar- skúlanum í Klaksvík, ið hava málað hesar tunnur eftir áheitan frá J.F.Kjølbro Heilsølu. Hetta við føstulávint er nakað, ið upptekur børnini nógv, siga tey úr Sornhúsi- num. Síðstu dagarnar hava tey prátað nógv um føstulávint, og hóast føstulávint ikki rættuliga er byrjað enn, so hevur andlitsmálingin longu verið frammi hvønn dag. Men hetta er fyrstu ferð, at tey hava málað tunnur, sum skulu útstillast. - Fyri tveimum vikum spurdu teir á Heilsøluni okkum, um børnini kundu mála tunnurnar, sum teir skuldu nýta til góðgæti og annað. Hetta hildu vit verða stuttligt hjá børnunum, so síðstu vikuna hava vit mál- að av allari orku, siga tey úr Sornhúsinum Sum takk fyri ómakin fingu børnini eina rúgvu av góðgæti, ið skal fyllast í tunnurnar, sum børnini í frítíðarskúlanum sjálvi eiga. Føstulávintsmánadag verða so øll børnini boðin í Sornhúsið at sláa tunnu. Frá Kjølbro Heilsølu frætta vit, at teir eisini síðsta ár til føstulávint sendu tunnur fyltar við góðgæti runt til sølubúðir kring landið, men vóru hes- ar tunnur tó ikki málaðar. Hetta varð so væl móttik- ið, at teir aftur í ár gera tað sama, men hesuferð skulu tunnurnar vera snøggari ein seinasta ár. Tí spurdu teir børnini í Sornhúsinum, um tey ikki kundu hjálpa við hesum, og tað vildu tey sjálvandi fegin. Frítíðarskúlin Sornhúsið hoyrir til sjálvsognarstovn- in Mylnuhúsið, og hevur góð trý ár á baki. Ì frítíðar- skúlanum húsast 45 børn, sum ganga í 1. og 2. flokki í Klaksvík. Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum, norðurlandamálum og lógarmálum, Høgni Hoydal, er farin uttanlands á arbeiðsferð uttan- lands, sum fevnir um øll málsøkini. Hann verður burtur alla vikuna POLITIKKUR Eirikur Lindenskov Í gjár skuldi hann hitta út- lendsk tíðindafólk í Keyp- mannahavn, har »Det Inter- nationale Pressecenter« hevur boðið honum til fundar at greiða frá føroy- ska fullveldismálinum. Har skuldi hann eisini svara spurningum frá tíðinda- fólki. Í dag gongur leiðin til Brússel í Belgia, har ráð- harrarnir í norðurlandamál- um hava sín árliga fund við ES-sendiharrarnar hjá Norðurlondum. – Í Brússel skal eg, sam- an við føroyska umboðs- mannin, Hákun Jógvansson Djurhuus, vitja íslendska sendiharran, Gunnar Snorra Gunnarson, á ís- lendsku sendistovuni, sigur landsstýrismaðurin. Mikudagin skal Høgni Hoydal vitja tjóðartingið hjá flamlendingum í Bel- gia, sum eins og føroyingar viðgera spurningin um sjálvstýri. Hósdagin verður fundur í Keypmannahavn, har Høgni Hoydal skal hitta danska ráðharran í útlend- ingamálum, Bertel Haar- der. Teir skulu umrøða, hvussu føroyingar kunnu yvirtaka bæði umsiting og lóggávu í útlendingamál- um. Á hesum fundi verða eis- ini embætisfólk av Løg- deildini við. Tey skulu dag- in eftir á samráðingarfund í nevndini sum fyrireikar yvirtøkuna av løgreglu og rættarskipan. Høgni Hoydal á arbeiðsvitjan í Brússel og í Keypmannahavn Í gjár hitti Høgni Hoydal út- lendsk tíðindafólk í »Det Internationale Pressecenter« í Keypmannahavn. Í dag fer hann til Brússel í Belgia, har hann skal hitta norðurlend- sku ES-sendiharrarnar Børnini í Sornhúsinum úr at gera Jóannes Eidesgaard hittir norðurlendsk tíðindafólk POLITIKKUR Eirikur Lindenskov Í dag skal Jóannes Eides- gaard, formaður Javn- aðarfloksins, at halda fyrilestur fyri norður- lendskum tíðindafólkum á Nordisk Journalistcent- er í Århus. Nordisk Journalist- center er stovnur undir Norðurlandaráðnum, har journalistar úr norður- londum koma á eftirút- búgvingarskeið, og nógvir av journalist- unum, sum eru á skeið- num í løtuni, hava verið í Føroyum og kenna til føroysk viðurskifti. Jóannes Eidesgaard helt eisini fyrilestur á har í fjør, og hesaferð skal hann røða um evnið »Dagens Færøerne«. – Teir eru ógvuliga áhugaðir í at hoyra um politisku støðuna og um búskaparligu støðuna, serliga nú vit møguliga fáa eina oljuvinnu í Før- oyum, sigur Jóannes Eidesgaard, sum eisini sigur, at fyrilesturin ikki bara verður kunnandi. – Eg fari sjálvandi eis- ini at halda ein politiskan fyrilestur, men tað eru journalistarnir fyrireik- aðir uppá, sigur hann. Sjúrðaberg afturkomin Klaksvík: Sjúrðaberg kom á Klaksvík sunnu- kvøldið við 450 tonsum av rundfrystum toski. Teir hava verið í russisk- um sjóøki í Barentshavi- num. Tað eru góðir tveir mánaðir, síðani teir fóru, og teir steðga í umleið eina viku. Sundaberg er staddur eystanfyri. Tað er ein mánaður síðani, teir fóru av Klaksvík. Teir hava 235 tons av flaki. Vøkur tunna millum fittar gentur. Føstulávint eiti eg... C M Y K 9 8