týsdagur 5. februar 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 24 - 5. februar 2002
Nr. 24 - 5. februar 2002
7
Alt ruggar ikki rætt á
Fróðskaparsetri
Føroya. Ákærur móti
stovninum eru so
mikið álvarsligar, at
Finnur Helmsdal,
tingmaður vil hava
landsstýrismannin
Óla Holm at svara
fleiri spurningum.
FYRISPURNINGAR
Á TINGI
Jan Müller
Finnur Helmsdal, ting-
maður hjá Tjóðveldisflokk-
inum hevur sent Óla Holm,
landsstýrismanni
fleiri
skrivliga spurningar um
Fróðskaparsetur Føroyar.
Spurningarnir eru hesir:
1.Hvørjar
eru
manna-
gongdirnar og siðvenjurnar
í sambandi við doktaraheiti
á Fróðskaparsetrinum?
2. Finst nakar útlendskur
stovnur, sum eftirmetir og
góðkennir
vísindaliga
arbeiði
Fróðskaparsetur-
sins?
3. Er tað rætt, at Søgu- og
samfelagsdeildin er for-
sømd, er ov illa mannað og
tí ikki megnar leiklut sín?
4. Er tað satt, at sáttmáli
um vísindaliga arbeiðið í
Menas
málinum
varð
undirskrivað av oljufelag
og útlendskari ráðgevandi
fyritøku, uttan at Fróð-
skaparsetrið var vitandi um
tað?
5. Hvør hevur skrivað rit-
verkið, sum í dag liggur á
borðinum og er úrslitið av
Menas verkætlanini?
6. Er tað rætt, at hetta rit-
verk- ella partar av tí - er á
so lágum vísindaligum
støði, at tað ikki er borð-
bart?
7. Um tað verður lands-
stýrismanninum greitt, at
álvarsliga atfinningarsom
viðurskifti valda ella fara
fram á Fróðskaparsetrinum,
hvat ætlar hann so at gera
við tað?
Viðmerkingar
Í viðmerkingunum sigur
tingmaðurin, tá hann sein-
astu tíðina beinleiðis eins
og óbeinleiðis hevur fingið
fleiri ábendingar um, at alt
ikki er, sum tað skal vera á
Fróðskaparsetrinum, kan-
ska eina mest á Søgu- og
samfelagsdeildini, hevur
hann avgjørt at royna at fáa
hesi viðurskifti fram í ljós-
mála. Hann sipar fyrst og
fremst til tær, sum hann
málber seg, rættiliga óinn-
ballaðu ákærurnar mótveg-
is bæði deild og setri, sum
fyrrverandi starvsfólk bar
fram í útvarpinum herfyri.
Ákærur um, at vísinda-
liga støðið á Søgu- og sam-
felagsdeildini ikki røkkur
upp um altjóða minsta-
markið. Ákæra um, at so-
kallað vísindaligt ritverk,
tilevnað í navni setursins,
langt frá er vísindaliga
borðbart uttan neyðturvilig
dømi og uppseting av
trupulleikum í eftirgjørd
vísindalig og hugsað scen-
ario. Sami persónur segði
harafturat í ÚF, at sama rit-
verk er so tilforlátiligt, at
sjálvt ein 1. g næmingur
hevði klárað tað betur.
Finnur Helmsdal sigur
seg harumframt hava fing-
ið ein hóp av rættiliga
greiðum ábendingum um
nakað tað sama so nógva
aðrastaðni frá. Ábendingar,
sum sannføra hann um, at
hetta er mál, ið hevur al-
menna viðgerð uppiborna.
Ábendingar um, at málið
eigur at verða viðgjørt av
hægsta politiska myndug-
leika.
Eingin sáttmáli
Tingmaðurin upplýsir, at
kjarnin í hesum máli er
eftir øllum at døma viður-
skiftini kring eina avtalu
millum
Fróðskaparsetur
Føroya og eina enska ráð-
gevandi fyritøku Menas. -
BP Amoco skal eisini vera
partur í málinum, tí tað eru
teir, sum fíggja avtaluna.
Avtalan snúði seg í stuttum
um, at vísindalig lýsing av
ymsum føroyskum viður-
skiftum skuldi tilevnast í
navni setursins. Og skiltu
okkara fólk tað soleiðis, at
arbeiðið eisini skuldi útinn-
ast av føroyskum vísinda-
fólki. Frá byrjan kendu før-
oysku vísindafólkini seg ør-
kymlað, høvdu eina kenslu
av, at tey vóru sum slept
upp á fjall. Arbeiðið var
óskipað, kunningin lítil og
eingin. Og hóast sáttmáli
altíð verður skrivaður í
sambandi við slíkar avtalur,
kom ongantíð skil á hetta
verður sagt í viðmerking-
unum og tingmaðurin held-
ur fram:
- Síðan hava vit frætt, at
sáttmáli er undirskrivaður.
Men at hann er undirskriv-
aður av BP og ráðgevandi
fyritøkuni Menas, uttan at
Fróðskaparsetrið visti av
ella varð spurt. Vit hava
frætt, at leiðslan á setrinum
varð varug við hetta, men
gjørdi einki við tað. Tvs. at
leiðslan læt sær lynda, at
ein ráðgevandi fyritøka og
eitt oljufelag skriva undir
sáttmála sínámillum um
vísindaligt arbeiði, sum
føroysk vísindafólk skulu
útinna. Er hald í hesum,
hava vit ikki bara staðfest,
at ein av røttum kann ivast
í, hvør stýrir vísindaliga
arbeiðinum í Føroyum. Vit
hava somuleiðis staðfest, at
leiðsla setursins hevur sera
lítla virðing fyri Søgu- og
samfelagsdeildini,
fyri
søguligari- og samfelags-
ligari gransking. Og tí spyr
ein seg sjálvan og lands-
stýrismannin, um leiðslan á
Fróðskaparsetrinum hevur
so lítla virðing fyri Søgu-
og samfelagsdeildini, at
hon letur hana upp fyri
skutil aftur fyri nakrar
silvurdálar frá tilvildarlig-
ari útlendskari ráðgevandi
fyritøku. Ella kann tað
hugsast, at Søgu- og sam-
felagsdeildin er forsømd, at
har ikki er nóg nógv skikk-
að fólk, og at hon tí ikki
megnar sín leiklut. Er
Menas málið kanska ein
avleiðing av tí? Og er tað
nakar stovnur uttan fyri
Føroyar, sum eftirmetir og
góðkennir tað vísindaliga
arbeiði, ið gjørt verður á
Fróðskaparsetrinum ella í
samstarvi við stovnin? Vert
er eisini at vita, hvørjar
mannagongdirnar og sið-
venjurnar eru í sambandi
við t.d. doktaraheiti. Eru øll
hesi viðurskiftini ikki í lagi,
er vísindaliga arbeiði okk-
ara bara lótir og kann ikki
kallast gransking. Víðari
kann ein so spyrja lands-
stýrismannin, um vísinda-
liga perspektivið hjá sam-
gonguni ikki er hægri og
røkkur longur enn so.
Finnur Helmsdal sigur
seg víðari í viðmerking-
unum hava frætt, at fíggjar-
ligi ruðuleikin, sum hevur
merkt verkætlanararbeiðið,
er orsøk til, at eitt av vís-
indafólkunum nú hevur
stevnt Fróðskaparsetrinum
eftir fittari upphædd, sum
viðkomandi sigur seg eiga
til góðar fyri útint verk-
ætlanararbeiði.
At enda leggur ting-
maðurin stóran dent á týd-
ningin, sum hann heldur
gransking og vísindaligt
arbeiði hevur fyri Føroyar. -
Er tað nakað føroyska sam-
felagið hevur stóran tørv á,
so er tað skikkað vísinda-
ligt arbeiði, skikkaðari
gransking. Innan øll sam-
felagsins viðurskifti. Vit
ætla okkum at standa á egn-
um beinum, vit ætla at
skipa samfelagið eftir egn-
um leisti. Í hesum sam-
bandi eiga vit at minnast, at
vitanin um okkara sam-
felag er avgerandi fyri, at
rættar politiskar avgerðir
verða tiknar. Sum sjálv-
støðug tjóð koma vit í
manga hólmgongu við að-
rar tjóðir. Tað kann snúgva
seg um ymisk rættindi, um
sáttmálasamráðingar ella –
trætur. Í hesum viðurskift-
um er tað galdandi, at tann,
sum hevur mest stringentu
vísindaligu grundgevingar-
nar, hann vinnur sum oft-
ast.
Til tess at fáa greiði á
ikki bara Menas málinum,
men eisini øðrum viður-
skiftum á Fróðskaparsetri-
num, setir tingmaðurin
landsstýrismanninum oman-
fyri nevndu spurningar.
Fróðskaparsetrið og
Menasfrágreiðing í tingið
Finnur Helmsdal, tingmaður
vil hava greiðu á ymsum
viðurskiftum á Fróðskapar-
setrinum.
LISTAFRAMSÝNING
Jan Müller
Í dag klokkan 16 letur
arkitekturin, listamaðurin
og havnamaðurin Høgni W.
Larsen upp listaframsýning
í Smiðjuni í Lítluvík.
Høgni hevur málað akva-
rellir í meira enn 30 ár, so
hann er eingin ársungi inn-
an hetta listaøkið. Hann
hevur málað í Danmark,
Svøríki og Finlandi og í
stórbýum sum Paris, Rom
og Venedig. Hann hevur
áður havt framsýningar í
Smiðjuni, í Listaskálanum
og á Dimmalætting.
Tað, sum kanska ger júst
hesa framsýningina serliga
áhugaverda er, at allir mál-
ningarnir eru úr Havnini
ella av havnagøtum. Sum
arkitektur er Høgni mest
kendur fyri at hava teknað
og bygt Fríðrikskirkjuna á
Nesi og at hava teknað og
partvís smíðað alt sum í
kirkjuni er líka frá stakum,
lampum til altar og altar-
talvu.
Umleið helmingurin av
málningunum er til sølu.
Eisini eru mappur við
myndum og teksti um
gøturnar í Havnini til sølu.
Framsýningin í Smiðjuni
verður opin til og við
sunnudagin 10. februar.
Opið er týsdag til fríggja-
dag frá kl. 17 til 20 og ley-
gardag og sunnudag frá k.l.
14 til 19.
Havnarmyndir
í Smiðjuni
Listamaðurin Høgni Larsen hevur framsýning í Smiðjuni í
hesum døgum.
Mynd Álvur Haraldsen.
Er tað upp til tjóðveldisting-
mannin Finn Helmsdal, so
skulu viðurskiftini á Fróð-
skaparsetrinum kannast
Vinnumálastýrið
breyt lógina, tá ið
nýggjur Landsverk-
frøðingur varð settur,
eftir at Henning
Jacobsen varð upp-
sagdur, sigur Løg-
tingsins Umboðs-
maður
ALMENN FYRISITING
Áki Bertholdsen
Vinnumálastýrið
breyt
fyrisitingarlógina, tá ið
nýggjur landsverkfrøðingur
varð settur, eftir at Henning
Jacobsen varð sagdur úr
starvi á jólum 1998.
Tað
sigur
Joen
H.
Andreasen,
Løgtingsins
Umboðsmaður.
Vinnumálastýrið fær tíkil
eina “álvarasliga átalu”,
sum Umboðsmaðurin mál-
ber seg.
Tað var ein fyrrverandi
starvsfelagi á Landsverk-
frøðinginum, sum klagaði
mannagongdina,
tá
ið
Henning Jacobsen varð
koyrdur frá sum Lands-
verkfrøðingur, fyri Løg-
tingsins Umboðsmanni.
Eftir lógini um kann um-
boðsmaðurin ikki viðgera
klagur um viðurskifti, sum
stava frá tíðini fyri 1. jan.
2000 og sostatt ber tað ikki
til hjá honum at viðgera
spurningin um sjálva upp-
søgnina, og tí er tann part-
urin av klaguni avvístur.
Hinvegin kann umboðs-
maðurin viðgera spurning-
in um at Oyvindur Brimnes
varð settur í starvið ístaðin
fyri Henning Jacobsen, tí
hetta var 22. mai 2000.
Umboðsmaðurin sigur, at
av tí, at tað er ein uttan-
fyristandandi, sum hevur
klagað, er Henning Ja-
cobsen spurdur, um hann
hevði nakað ímóti, at klag-
an varð tikin upp til við-
gerðar og tað hevur hann
góðtikið.
Løgtingsumboðsmaður
nevnir ongi nøvn í sínari
viðgerð av málinum. Hin-
vegin verður ein partur í
málinum nevndur A og tað
er ongin ivi um, at tað er
Henning Jacobsen. Ein
annar partur veðrur nevnd-
ur R og tað er Oyvindur
Brimnes.
Skulu seta best
skikkaða
Løgtingsins Umboðsmaður
sigur, at tá almennir mynd-
ugleikar skulu seta størv,
hava teir skyldu til at seta
best skikkaða umsøkjar-
aran, og til at meta um hetta
eiga teir at nýta øll við-
komandi, saklig og lóglig
kriteriir.
– Tað er eingin grund til
at ivast í, at setanarbólk-
urin, sum gjørdi tilmæli um
at seta Landsverfrøðing,
hevur gjørt sítt tilmæli eftir
bestu sannføring.
Bólkurin er samdur um,
at bæði Henning Jacobsen
og Oyvindur Brimnes eru
væl skikkaðir til at verða
stjóri fyri landsverkfrøð-
ingsstovnin. Bólkurin er
eisini samdur um, at Henn-
ing Jacobsen hevur í verki
hevur víst, at hann er førur
fyri at stýra stovninum
undir skiftandi umstøðum,
og at tað kanska einamest
er honum fyri at takka, at
stovnurin hevur tann leiklut
og tann bygnað, sum hann
hevur í dag; men at hetta
kanska eisini merkir, at
hann er ikki ein, sum tekur
stig til størri bygnaðar-
broytingar.
Niðurstøðan hjá setanar-
bólkinum gjørdist, at tey
bæði umboðini fyri lands-
verkfrøðingsstovnin vístu á
Henning Jacobsen sum best
skikkaðan til starvi, men
bæði umboðini fyri Vinnu-
málastýrið hildu, at tveir
aðrar umsøkjarar vóru betri
skikkaðir enn Henning
Jacobsen
Umboðsmaðurin heldur
seg ikki til at meta um,
antin viðurskiftini hava
verið so ímillum Henning
Jacobsen og Vinnumála-
stýrið/landsstýrismannin, at
hann ikki var var rætti
maðurin til starvið.
Tí hevur hann heldur ikki
grundarlag fyri at finnast at
sjálvari avgerðini um at
seta Oyvind Brimnes í
starvið, heldur enn Henn
ing Jacobsen.
– Eg geri tí ikki meira við
tann spurningin, sigur Um-
boðsmaðurin.
Ein avgerð báðar vegir
Kortini hevur Umboðsmað-
urin nakrar viðmerkingar
um mannagongdina við-
víkjandi setanini.
– Eins og tað at seta ein
persón í starv er ein avgerð,
soleiðis sum fyrisitingar-
lógin skilir hetta hugtak, so
er tað eisini ein avgerð ikki
at seta ein persón í starv,
sigur Umboðsmaðurin.
Hann sigur, at gongur ein
avgerð, ið verður fráboðað
skrivliga, ikki til fulnar
partinum á møti, skulu,
eftir
fyrisitingarlógini,
grundgevingar fyri avgerð-
ini fylgja við.
Serliga í setanarmálum
skal tað ásannast, at tað
kann vera trupult at grund-
geva fyri, hví tann og tann
umsøkjarin
ikki
hevur
fingið starv, og eigur at
verða víst serligt fyrilit í
slíkum førum. Ein óheppið
orðað grundgeving kann
gerast steinur oman á
byrðu. Hinvegin krevur
lógin, at ein grundgeving
verður givin teimum um-
søkjarum, sum fáa skrivliga
fráboðan um, at teir ikki
hava fingið starvið.
Allir teir vrakaðu um-
søkjararnir áttu tí at fingið
eina grundgeving .
Umboðsmaðurin heldur,
at hetta ger seg serliga
galdandi
fyri
Henning
Jacobsen, sum hevði arbeitt
hjá Landsverkfrøðinginum
í 23 ár, harav 10 ár sum
leiðari, og sum søkti starvið
eftir áheitan frá starvsfólk-
unum á stovninum.
– Undir hesum umstøð-
um hevði Vinnumálastýrið
skyldu til at geva honum
eina sera gjølliga frágreið-
ing, og eina neyva grund-
geving fyri, at hann ikki
skuldi setast í tað starv, sum
hann var sagdur úr við teirri
grundgeving, at starvið
skuldi leggjast niður, sigur
Løgtingsins
Umboðs-
maður.
Tað var ikki fyrrenn 6.
juni í 2000, at Henning Ja-
cobsen og hinir vrakaðu
umsøkjararnir, fingu boð
um, at starvið var sett við
øðrum umsøkjara, hóast
avgerðin um at seta Oyvind
Brimnes í starvið longu
varð kunngjørd við tíð-
indaskrivi tann 22. mai í
2000, ella meira enn 14
dagar frammanundan.
– Hetta má í sjálvum sær
vera roknað sum brot á
góðan fyrisitingarsið.
Umboðsmaðurin sigur, at
tað, sum verri er, er at skriv
ið til vrakaðu umsøkjar-
arnar als onga grundgeving
hevur, hóast teir høvdu krav
uppá eina slíka, og hvat
Henningi Jacobsen við-
víkur, eina sera gjølliga
grundgeving.
– Eg haldi hetta vera sera
átaluvert, sigur Løgtings
Umboðsmaður.
Hann sigur, at hóast
vantandi grundgeving fyri
eini fyrisitingarligari av-
gerð er eitt álvarsligt brek,
sum í ávísum førum kann
føra við sær, at avgerðin er
ógyldug, heldur hann ikki,
at hetta ger seg galdandi í
einum føri sum hesum.
Sjálv avgerðin um at seta
Oyvind Brimnes í starvið,
krevur ikki nakra grund-
geving mótvegis honum
sjálvum.
– Sum nevnt framman-
fyri er ikki grundarlag fyri
at halda, at hann ikki var
tann besti maðurin til
starvið. Avgerðin um at seta
hann í starvið kann tí ikki
metast
at
hava
verið
ógyldug, sigur Løgtingsins
Umboðsmaður.
Hann sigur tískil, at
burtursæð frá, at hann
gevur Vinnumálastýrinum
eina álvarsliga átalu fyri
vantandi grundgeving í
skrivinum til teir umsøkj-
ararnar, sum ikki vórðu
settir í starvið, ger hann
ikki meira við málið.
At kalla manna-
gongdina í sam-
bandi við Undir-
sjóvartunnilin fyri
rationalisering, ber
illa til, heldur fyrr-
verandi Landsverk-
frøðingurin,
Henning Jacobsen
SAMFERÐSLA
Áki Bertholdsen
Tað er ikki ofta, at frá-
farni Landsverkfrøðing-
urin, Henning Jacobsen,
hevur sagt sína meining
um ætlanina at gera
undirsjóvatunnil undir
Vestmannasund.
Landsverkfrøåingurin
slapp ikki at gera ar-
beiðið. Ístaðin varð al-
ment partafelag stovnað,
sum skuldi standa fyri
arbeiðnum, sum síðani
var boðið út.
Men í frágreiðing síni
til Løgtingsins Umboðs-
mann í sambandi við
klaguna um, at hann
varð koyrdur frá sum
Landsverkfrøðingur-og
ikki fekk starvið aftur,
hevur
hann
kortini
nakrar fáar metingar um
undirsjóvartunnilin
Í frágreiðingini til
Løgtingsumboðsmann,
sigur Henning Jacobsen:
Havi einaferð í sam-
bandi við Vágatunnilin
roynt at finna út av, hvat
ið verður lagt í orðið
rationalisering.
Landsvegakervið er
463 km til longdar herí
14
tunnlar
(27km).
Raksturin kostar einar
46 mió. kr um árið og
verða her koyrdir umleið
140 mió. km hvørt ár.
Kostnaðurin er sostatt
100.000
krónur
fyri
hvønn kilometur av vegi
og 33 oyru fyri hvønn
koyrdan km.
Fyri
Vágatunnilin
verður roknað við einum
rakstrarkostnaði uppá 7
mió. kr um árið. Og tá ið
longdin er 7 kilometrar,
gevur hetta 1 mió. krón-
ur fyri hvønn kilometur.
Við bummpengum er
tað helst áleið at meta
ferðsluna tey fyrstu árini
til einar 600 bilar um
samdøgurið. Tað vil
siga, at her verða koyrdir
um 1,5 millión ir kilo-
metrar um árið, og er tá
lætt at koma til, at hetta
gevur ein rakstrarkostn-
að uppá 4,67 krónur fyri
hvønn koyrdan kilomet-
ur.
– Á henda hátt verður
eitt alment “vesin” skift
út við eitt annað av sama
slagi og vit fáa møguliga
fleiri. Munurin er bara at
hetta kostar 10 ferðir so
nógv, sigur fyrrverandi
Landsverkfrøðingurin.
–
Grundgevingarnar
kunnu verða so mangar,
men at kalla tað ratio-
nalisering ber illa til,
leggur hann afturat.
Fær álvarsliga átalu frá
Løgtingsins Umboðsmanni
Eftir lógini hevði Vinnumálastýrið skyldu til at geva Henning
Jacobsen eina serliga gjølliga frágreiðing um, hví hann ikki
fekk starvið sum Landsverkfrøðingur aftur. Men tað fekk hann
ikki og tað heldur Løgtingsins Umboðsmaður vera sera
átaluvert
Vágatunnilin
kostar tíggju
ferðir so nógv
Munurin er bara, at Vágatunnilin kostar 10 ferðir so
nógv at reka sum Landsvegakervið annars, sigur fráfarni
landsverkfrøðingirn, Henning Jacobsen
C
M
Y
K
7
6