Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. februar 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 24 - 5. februar 2002 Nr. 24 - 5. februar 2002 5 FERÐMÁTINGAR Stefan í Skorini Átta bilførarar vórðu sunn- unáttina tiknir av løgregl- uni fyri at koyra ov skjótt. Allir átta høvdu fótin so tungan á spitaranum, at teir fáa í minsta lagi treytaða frádøming av koyrikortin- um, og hesin dómur verður hangandi yvir teimum í trý ár. Ferðslupatruljan hjá løg- regluni var úti við ferð- mátaranum tvær ferðir sunnunáttina, og úrtøkan má sigast at hava verið góð. Nýggi ferðmátarin hjá løgregluni vísti, at teir koyrdu ímillum 117 og 137 kilometrar um tíman. Hetta er nóg mikið at missa kort- ið treytað av nýggjari koyri- roynd. Ein bilførari koyrdi heilt uttan fyrilit hesa náttina. Hann varð tikin tvær ferðir, og báðu ferð var ferðin omanfyri loyvda mark. Hesin bilførari hevði frammanundan ein treytað- an dóm hangandi, og tí missir hann koyrikortið treytaleyst. Ein bilførari, ið varð tikin í Kaldbaksbotni, koyrdi 117 kilometrar um tíman, og hann hevði eina prom- illu omanfyri 1. Vakthavandi á løgreglu- støðini sigur, at tað verður koyrt alt ov skjótt á før- oysku vegunum. Flestu bil- førarar hava tann hugburð, at tað hevur ongan týdning, um ein koyrir ov skjótt, tí ein bilførari missir ikki koyrikortið í fyrsta umfari. Ræðslan fyri at missa kortið er burtur, og tað kann hava við sær, at førar- ar ikki leggja í, um teir verða tiknir. Ferðslulógin er tó so, at førarin fær ein treytaðan dóm, sum ikki fellur burtur fyrr enn trý ár seinni, men tað hugsa før- arar ikki um. Átta tiknir: Effektivur ferðmátari HERVERK Stefan í Skorini Eini gomul hús heima á Sandi fáa ikki frið. Hetta vikuskifti er herverk framt á húsini í Koytu, ið eru friðað, og sum fornminnis- savnið arbeiðir at umvæla. Sýslumaðurin á Sandi sigur, at hetta ikki er fyrstu ferð, at júst hesi húsini eru fyri herverki. Tað er komið fyri einar tríggjar ferðir fyrr, at onkur hevur gjørt seg inn á tey. Hetta er sera harmiligt, tí hesi húsini eru millum tey elstu í bygdini og á oynni. Sagt verður, at herverki ikki er tilvildarligt, men at fólk hava verið á staðnum bara við tí fyri eyga. Einki er at taka í húsunum, so talan er ikki um innbrot. Fornfrøðingurin Símun Arge sigur, at elstu partarn- ir av húsunum eru frá 1600-talinum, og teir yngstu partarnir eru frá fyrst í 1800-talinum. LØGREGLUTÍÐINDI Stefan í Skorini Tvey ferðsluóhapp hava verið um vikuskiftið, har førararnir hava verið ávirk- aðir av rúsdrekka. Annað óhappið hendi á hospitalsvegnum sunnu- náttina. Ein bilur heldur seg ov nær við bilin framm- anfyri, og teir stoyta saman. Tá løgreglan kemur á stað- ið, vísir tað seg, at førarin varð ávirkaður av rús- drekka. Mátingin av alkoh- olinnihaldinum í blóðinum vísti, at hann hevði eina promillu, sum var omanfyri 1. Hitt óhappið hendi fríggjanáttina á Bursa- tanga. Førarin á einum skutara varnast ikki, at bilurin frammanfyri steðg- ar. Hann stoytir saman við bilinum, og førarin verður slongdur av skutaranum. Førarin fær ikki stórvegis skaða av óhappinum, men tað vísir seg, at hann er skítfullur. Løgreglan upp- lýsir, at promillan var omanfyri 3, og tá er ikki ráðiligt at ferðast á skutara. Førarin fær bara bót fyri hetta brotið á lógina. Herverk á fornminni Tveir tiknir fyri spirituskoyring Hesin bilurin var sunnunáttina við í einum ferðsluóhappi á hospitalsvegnum. Førarin varð ávirkaður av rúsdrekka og miss- ir væntandi koyrikortið treytaleyst Mynd: Eirikur Lindenskov C M Y K 5 4