Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. februar 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 24 - 5. februar 2002 Nr. 24 - 5. februar 2002 3 Tøkk Í samband við deyða og minningarguðstænastu Per Arne Schuzler´s vanliga nevndur Pelle takka vit hervið øllum, ið mintust hann og hjálptu til. Familja og starvsfelagar Hósdagin í farnu viku takkaði Marita Arge Magnussen fyri seg, eftir at hava verið fastur fúsur á Lands- sjúkrahúsinum í sam- full 46 ár. Í sambandi við at Marita legði frá sær, varð skipað fyri móttøku í nýggja bygninginum á Landssjúkrahúsinum FRÁFARING Heri á Rógvi – Eg haldi tíðin er búgvin til at gevast og lata onnur koma til. Eg havi verið ótrúliga glað fyri tíðina á Landssjúkrahúsinum, og eg komi at sakna bæði tað sosiala og tað fakliga, sigur Marita Arge Magnussen, sum, eftir 46 ár á Lands- sjúkrahúsinum, nú er givin at arbeiða sum leiðari á laboratoriunum. Í sambandi við, at Marita nú takkaði fyri seg, varð skipað fyri móttøku. Hend- an varð hildin í nýggja bygninginum á Lands- sjúkrahúsinum. Leiðslan helt tað vera hóskandi at halda móttøkuna í nýggja bygninginum, soleiðis at Marita fekk eitt innlit inn tí “lovaða landið”, sum onkur av gestunum kallaði tað. Leiðslan borðreiddu við onkrum góðum til matna, men Marita og teir mongu gestirnir fingu meira enn so. Eitt kór, sett saman av laborantum á Landssjúkra- húsinum, setti teirra dám á løtuna við sangi. Eisini vóru fleiri røður á skránni. Umframt Maritu sjálva, søgdu m.a. Jóanis Erik Køtlum, sjúkrahússtjóri, Jón á Steig, yvirlækni, og Pál Veihe, lækni, nøkur orð. Eisini hópin av gávum fekk Marita hendan serliga dag- in. Gávur vóru komnir nógvastaðni frá, og tað var ikki sørt sum gestirnir festu eygu á prýdda gávuborðið. Marita var eisini ógvu- liga glað fyri dagin, tá ið vit fangaðu hana í telefonini mánamorgunin. – Eg eri sera glað fyri móttøkuna. Tað frøddi meg at síggja, at so nógv fólk komu at heilsa mær farvæl. Eg gjørdist stórliga bilsin av laborantasangkórinum, og tað var eitt sera gott høvi til at siga farvæl, sigur Ma- rita Arge Magnussen. Tað mesta av starvsfólk- unum á Landssjúkrahúsi- num stukku inn á gólvið teir tímarnar, móttøkan. Eisini hópin av fyrrverandi starvsfólki, bæði læknar og sjúkrasystrar, vildu heilsa Maritu henda dagin. Hóast tað eru 46 ár síðani, at Marita byrjaði á laboratoriunum, er hon bæði fegin um tíðina, og gleðir seg eisini til at fáa tíð til onnur ting. – Eg havi nógv, ið eg ætli at takast við, og eg trúgvi ikki tað verður nakað trupulleiki at sova leingi um morgnarnar, sigur Ma- rita skemtandi. – Eg fari at sakna tað sosiala og tað fakliga, men eg farið nokk at hyggja inn av og á, og eg skal eisini av- loysa í tvær vikur í kom- andi mánað. Eg latið tó laboratoriið í góðar hendur, og eg fegnast yvir, at hølis- viðurskiftini nú vera mun- andi betur, sigur Marita Arge Magnussen. Sosialurin ynskir Maritu alt tað besta í framtíðini. Marita takkaði fyri seg Hópin av gávum vóru latnar Maritu á sínum fráfaringardegi. Gávur vóru komnir bæði úr Føroyum og uttanlands. Mynd: Jens Kristian Vang Eisini ommubørnini vóru við hendan dagin, tá Marita markeraði síni 46 ár á Landssjúkrahúsinum. Mynd: Jens Kristian Vang Tað mesta av tí livandi sjúkrahúsverkinum í Føroyum stukku inn á gólvið at siga Maritu farvæl. Her er tað Sølvi Winther Olsen, kommunulækni, ið gevur Maritu eitt klemm. Mynd: Jens Kristian Vang Rættiligur uppgangur hevur verið, har ættin hevur staðið á. Í Sandavági var brim, og nakrir smærri bátar fingu skaða í bátahylinum ÓDNARVEÐUR Edvard Joensen Nakað av skaða hendi í bátahylinum í Sandavági leygarmorgunin. Tað var fløðandi sjógvur og baro- metri rættiliga lágt. Eldri menn í Sandavági siga seg ikki vita um meira brim enn tað sama. Ættin var útsynningursunnan, sum teir meta vera ringa ætt til uppgang. Serliga vóru tað teir smáu bátarnir, fýramanna- før ella so, sum brimið gekk útyvir. Brimið legði yvir brimgarðin, og bátarn- ir koppaðu. Summir teira høvdu leysamotorar um- borð, og teir eru so farnir fyri einki. Størru bátarnir tykjast ikki hava fingið nakran skaða. Nú er einki óvanligt í, at brim er hesa tíðina, og fyrr hevur kyndilsmessubrim eisini verið tiltikið. Eitt nú verður tosað um kyndils- messuna hørðu, sum segð- ist at fylla Saksun við sandi. Leygardagin nakað eftir middag koppaði stóra stilassið, ið stóð uttanfyri Tryggingar- felagið Føroyar VINDSKAÐI Stefan í Skorini Hóast menn frá byggifel- agnum høvdu tryggjað stil- assið eftir arbeiðstíð fríggjadagin og aftur høvdu verið og kannað tað leygar- dagin, fór stilassið í vindin- um. Tað hevur skrætt seg leyst, hóast tað varð fest við boltum. Menn frá byggifelagnum og frá sløkkiliðnum vóru skjótir á staðnum og beindu stilassið av vegnum. Tað stóð á einum lítlum hálv- taki, og tað rakk heilt upp á fjórðu hædd. Tað var tí rúgvismikið, sum tað lá har á vegnum. Tað er sett upp í sam- bandi við umfatandi um- byggingina av bygningin- um, har Niels L. Arge held- ur til. Tryggingarfelagið keypti hann fyri nøkrum árum síðani og arbeiðir í løtuni við at gera hann í stand, og ætlanin er at hava skrivstovur í honum. Lítil skaði stóðst av tí koppaða stilassinum. Ein bilur, ið stóð parkeraður beint undir tí, fekk nakað av skaða, og bakrúturin brotnaði. Løgreglan upplýsir, at stilassið varð tryggjað av Tryggingarfelagnum Før- oyum. So er spurningurin, um tryggingin tekur við í hes- um føri. Brim í Sandavági Stilassið koppaði Menn frá byggifelagnum og sløkkiliðnum arbeiddu við at beina koppaða stilassið burtur leygardagin. Tað koppaði í vindinum leygardagin, hóast menn høvdu tryggjað og kannað stilassið Mynd: Eirikur Lindenskov Ógvusligt brim var í Sandavági leygardagin. Tveir bátar síggjast við kjølinum uppeftir í bátahyl- inum Mynd: Edvard Joensen C M Y K 3 2