mikudagur 15. september 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. september 2010 · Nr. 133
26
Sosialurin
Oyggjablaðið
Snorri Brend
Sandoy: Ein av hesum túrunum
var í Núpsdal, eitt heldur
kalt mikukvøld nakað undan
ólavsøku.
Túrurin byrjaði í Skálavík,
har fólk fyrst koyrdu niðan
ímóti sjálvum dalinum, og
steðg aðu beint við rættina hjá
monn unum.
Haðani frá gekk leiðin til
gongu norður í sjálvan dalin,
framvið Núpsánni, her mangir
skálvíkingar
hava
hugnað
sær úti í náttúruni. Fyri tey
er hetta at meta sum eitt satt
útferðarpláss, har ein kundi
spæla í ánni og ikki minst í
hyl in um, har fólk plagdu at
svimja.
Dalurin var eisini gott torv
lendi, og haðani gongur eis ini
ein gomul og nú óbrúkt torv
gøta. Hinvegin so er hetta við
torvskurðinum ikki full komu
liga burturdottið, tí onkur hevði
í summar skorið sær torv sum
varð sett upp í eld, sum tikið
verður til.
Týðiligt var at síggja, at her
var sera væl frágingið, og tí
kundi ein saktans havt hetta
sum eitt tilboð til tey ferðandi
sum høvdu áhuga í torvskurði
fyrr og nú.
Á
gongutúrinum
verður
prát að fólkanna millum, og her
visti onkur, at økið í Núpsdali
og áin vóru fyri eini 20 árum
síðani hótt av eini ætlan um at
steingja tað av til eitt alibrúk á
landi.
Bæði støðini eru sera væl
egnað til eitt slíkt endamál.
Men, sum ein sandoyingur tók
til:
– Tíbetur kom kreppan fyrst
í 90’unum, soleiðis at ætlanin
datt niðurfyri. Kanska var tað
líka so gott, tí so høvdu vit ikki
átt hesa vøkru náttúruperluna.
snorri@sosialurin.fo
Síggja
vøkru
náttúruna
SERSJÓN
Tað er ikki á hvørjum degi,
at ein hevur møguleika
at síggja torv sett upp í
eld, sum tað eitur. Hetta
upplivdu tey sum vóru
á gongutúri í Núpsdali,
norðanvert Skálavík