Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-15, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. september 2010síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 15. september 2010 · Nr. 133 Sosialurin Oyggjablaðið Snorri Brend Sandoy: Arbeiðið fevnir í fyrsta umfari um avgrevstur av mold, graving av eyri, spreinging av hellu, uppfylling av gróti og pla­ ner ing. Sambært Landsverki verður lisitasjónin á Landsverki í Havn mánadagin 27. september. Í morgin verður ástaðar fund­ ur við felagsskúlan í Sand oy, har ætlanin er at byggja ítrótt ar­ høllina. Sagt verður, at arbeiðið skal byrja í næsta mánaði og verða lið ugt 15. desember í ár. Samlaði kostnaðurin er mett­ ur til 27 mió krónur. Fígging Kommunurnar í Sandoynni áttu upprunaliga prosjektuppskotið, sum orsakað av ov stórari fíggj­ arligari byrðu fyri kommunurnar varð gjørt um til eina lands upp­ gávu, skrivar tíðarritið STATUS hjá Landsverki. Uppskotið varð síðani endur­ skoðað og broytt nakað. Skipanaruppskot við krøvum og funksjónum er tilevnað og góð kent av bygginevndini. Síðani verður prosjekteringsarbeiðið gjørt liðugt, og nú er so jørð­ arbeiðið boðið út. – Restin av arbeiðinum er tengt at, hvussu ein møgulig játtan á fíggjarlógini fyri 2011 fer at síggja út, verður sagt. Hann var áður heimahoyrandi í Skálavík, men varð seinni seld­ ur vestur í Vágar. Nú er út róðrar­ báturin Grindafossur komin aftur til Skálavíkar. Grindafossur, sum varð bygdur í 1987, ber kenningsmerkið SA 146. Tað eru feðgarnir, Grímur Kamb­ an og Magnus Jacobsen sum hava keypt gamla Grindafoss aftur til bygdina. Grindafossur er 10,3 metrar langur, 3 metrar breiður og er 6,5 bruttotons stórur, og varð bygdur suðuri í Vági. Motorurin er av slagnum Cummins. Sandoyarportalurin skrivar, at tað var Tórstein Christiansen, sáli sum átti bátin av fyrstan tíð. Hann kom í 1978 og varð seldur í 1984. snorri@sosialurin.fo Komin heimaftur ANNAR EIGARI Gamli Grindafossur við bryggju í Skálavík mynd: sandportal.fo Jørðarbeiðið boðið út ÍTRÓTTARHØLL Fyrstu stigini til ætlaðu ítróttarhøllina á Sandi eru nú tikin. Í farnu viku var nevniliga jørðarbeiðið boðið út í almennari lisitasjón