Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-15, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. september 2010síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. september 2010 · Nr. 133 28 Sosialurin Oyggjablaðið Vilmund Jacobsen Palli á Lava Olsen, sum er føddur í 1957 og sum soleiðis er farin um tey hálvt hundrað, sat í heilar seks setur og í tilsamans 24 ár í bygdarráðnum í Skálavík. Hetta var í eini tíð, meðan hann flestu árini sigldi við skipum hjá Vaktar-og Bjargingartænastuni, fyrst Tjaldrinum, síðan Brimli. Hann sigldi fyri V&B í eini 23-24 ár tilsamans, og flestu árini sigldi hann sum var kavari. Tá hann var heima millum túrar og í frítíðini annars gjørdi hann ymiskar kavara upp gávur, eins og hann kavaði fyri ymiskar entreprenørar, tá heitt varð á hann. Gavst at sigla Í 2003 fór heilsan at bila, og Palli valdi at gevast at sigla og kava. Tá hann var frískur aftur, royndi hann seg aftur sum kavara, men kendi seg ikki serliga tryggan við tað. – Eg kavaði í tilsamans 20 ár, men seinastu árini, eg sigldi, var eg matrósur og bátsmaður, sigur hann. Nú hevur skálvíkingurin verið frískur í fleiri ár, og hann er væl fyri. Hann og fyrrverandi kona hansara eiga vaksin børn, og síðan Palli bleiv skildur og seinni fann sær nýggja konu, hava tey bæði fyri einum góðum ári síðan fingið ein son, sum um dagarnar fylti eitt ár. – So, her er gongd í, kanst tú ætla, sigur hann brosandi. Umsjónarmaður Fyri nøkrum árum síðan søkti Skálavíkar kommuna eftir um- sjón armanni. Palli søkti og fekk starvið, og hetta starv hevur hann nú røkt í eini seks ár. – Eg kundi ivaleyst hildið fram við at siglt, men eg helt, at skuldi eg royna okkurt annað, meðan eg enn var í góðum árum, kundi eg tað sama gera tað nú. Mær hevur dámt væl at arbeitt hjá kommununi hesi árini, ið farin eru. Uppgávurnar hjá umsjónar- manni eru fleiri og ymiskar. – Eg havi passað vatnið í bygdini í nógv ár, og sum umsjónarmaður er vatnverkið eisini ein av mínum uppgávum. Palli hevur eisini bátahyl og teymarnar í bátahylinum um hendi, hann slær gras í kirkju- garð inum og aðrar grønar blettir hjá komm ununi. – Eg taki mær eisini av skúl- anum, eins og vegir og serliga kloakkir hjá kommununi eisini er nakað, sum nógv er gjørt við seinnu árini, sigur umsjónarmaðurin. Í aðrari grein á hesi opnu fara vit at venda aftur til, hvønn týdning tað hevur havt fyri lívið í ánni, at flestu kloakkir í Skálavíkar kommunu nú renna út á sjógv. Fáir næmingar Í barnaskúlanum í Skálavík, sum fevnir um 1. flokk og upp til og við 5. flokk, ganga einir 7-8 næmingar. Tá skúlatíðin í Skálavík er liðug, halda næmingarnir fram á Sandoyar Meginskúla. Palli á Lava Olsen sigur, at ten- densurin er, at næmingatalið í barnaskúlanum í Skálavík minkar so líðandi. – Jú, eg haldi, at heldur fleiri næmingar vóru á skúlanum her, tá eg byrjaði fyri seks árum síðan, sigur hann. Umsjónarmaðurin er einasti persónur í føstum starvi hjá Skála- víkar kommunu, men hann kann biðja sær fólk til hjálpar sær, tá tørvur er á hesum. vilmund@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen Eins og fleiri aðrar kommunur, hev ur Skálavíkar kommuna eisini tikið trupulleikan við kloakk- viður skiftum í bygdini í stórum álvara. Ein góðkenning av, hvussu ætlanin er at loysa hesi viðurskifti, skal fyriliggja í seinasta lagi hin 1. januar í 2011, og fyri 1. januar 2015 skulu allar kloakkir verða beindar úr áum og út á sjógv. – Hetta arbeiði byrjaði fyri nøkrum árum síðan, og vit eru langt frammanfyri tíðina til at loysa hesi viðurskifti. Fyri eini fimm árum síðan keypti kommunan ein 3 tons stóran rennigravara, og síðan hava vit grivið nakrar metrar av kloakk, tá hetta hevur passað inn í arbeiðsdagin annars. Tað sigur umsjónarmaðurin hjá Skálavíkar kommunu, Palli á Lava Olsen. Nærkast málinum – Tað er tungt arbeiði at grava við hond, og trupult er at fáa fólk at gera Kavarin sum gjørdist umsjónarmaður SKÁLAVÍK Í meiri enn 20 ár arbeiddi hann sum kavari um­ borð á skipum hjá Vaktar­og Bjargingartænastuni, men seinnu árini hevur hann verið umsjónarmaður hjá Skála­ vík ar kommunu. Maðurin kennir alt tað kommunala appa ratið innanífrá, tí sjálvur hevur hann sitið seks setur í bygdarráðnum – ella í 24 ár tilsamans Í nógv ár sigldi Palli á Lava Olsen sum kavari fyri Vaktar-og Bjargingartænastuna. Hann hevur sitið í bygdarráðnum í seks setur – og nú er hann umsjónarmaður hjá Skálavíkar kommunu Vilmund Jacobsen Og tó. Tá góðar løtur eru, eru einstakir menn á útróðri, og hetta eru í flestu førum eldri og uppilagstir fiskimenn. – Eg trúgvi, at her liggja einir 20 bátar í hylinum, og millum hesar eru einir tveir føroyskir AWI-bátar, ein íslendskur glastrevjabátur og einir tríggir seksæringar, sigur Palli á Lava Olsen. Umsjónarmaðurin ásannar, at skálvíkingar reka onga ”rovdrift” við sínum bátum. – Ein orsøk er helst, at so lítil fiskur hevur verið at fingið seinnu árini, sigur hann. vilmund@sosialurin.fo SKÁLAVÍK Í Skálavík eru fleiri bátar, bæði størri og smærri, men tað verður ikki gjørt nógv við útróður í bygdini í løtuni Eingin rovdrift KloaK í sKál SKÁLAVÍK Lívið í Stórá í Skálavík er nógv broytt, síðan kommunan fór undir at veita kloakkirnar í bygdini úr ánni og út á sjógv. – Hetta er eitt arbeiði, sum byrjaði fyri nøkrum árum síðan, og nú er meginparturin av ánni rein fyri kloakkvatn, sigur umsjónarmaðurin, Palli á Lava Olsen, sum fegnast um, at áin aftur kann vera eitt gevandi spælipláss hjá børnum í bygdini og børnum, sum koma til bygdar ... tað er tungt arbeiði at grava við hond, og trupult er at fáa fólk at gera tað... PALLI Á LAVA OLSEN