Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-15, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. september 2010síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 15. september 2010 · Nr. 133 Sosialurin Oyggjablaðið Vilmund Jacobsen Tað var kanska ”held í óheldi”, sum tey plaga at siga, tá herviligi uppgangurin hin 31. januar í 2008 gjørdi feigdina um seg í Skálavík og fór so illa við havnalagnum, samstundis sum bátar, sum lógu í bátahylinum, endaðu við havsins botn. Palli á Lava Olsen, umsjónar­ maður hjá Skálavíkar kommunu, sigur, at hóast verkætlanin við endurbygging av havnarlagnum varð væl stuðlað, noyddist komm­ unan at spenna seg hart fyri, tá havnarlagið varð bygt uppaftur. – Minnist eg rætt, var hetta ein íløga upp á umleið 4,2 miljónir krónur, men vit fingu út við 2 miljónir krónur í stuðli. Ein miljón kom úr landskassanum, og peningagávur komu eisini frá før­ oyskum kommunum, sum vildu hjálpa okkum at byggja bátahylin uppaftur. Haraftrat fingu vit dygg­ an fíggjarligan stuðul úr Íslandi. Umsjónarmaðurin vísir á, at Skálavík við nýggja havnarlagnum hevur fingið ein betri og kyrrari bátahyl, enn tey høvdu áður. vilmund@sosialurin.fo Fingu betri og kyrrari bátahyl SKÁLAVÍK Eftir herviliga uppgangin í Skálavík fyri meiri enn hálvum triðja ári síðan, hevur Skálavík nú ein betri og kyrrari bátahyl tað. Tað er eisini kostnaðarmikið at fáa entreprenørar at gera slíkt arbeiði, og tí valdi kommunan sjálv at keypa eina maskinu í hóskandi stødd, soleiðis at hendan ger minsta skaða á bø og lendið annars. Umsjónarmaðurin vísir á, at viður skiftini í Skálavík vóru so leiðis, at kloakkir runnu í Stórá og í smáar løkir, sum allir endaðu í ánni. – Nú eru faktiskt bara teir sein­ astu umleið 75 metrarnir eftir frá sjónum og niðaneftir, sum ikki eru lagdir úr ánni og út á sjógv. Tá verkætlanin hjá Eileri Jacobsen fór í gongd, settu vit okkum fyri at leggja 8 tummarør til arbeiðsøkið, har byggingin fer fram, og við hesum er Innari Dalur eisini vorðin partur av skipanini. Palli sigur, at øll suðursíðan av bygdini og alt sunnanfyri ánna fer nú út á sjógv, eins og Innari Dalur eisini er við. – Soleiðis er nú bara land nyrð­ ings parturin av bygdini eftir at fáa út á sjógv, leggur hann aftrat. Góð livilíkindi Umsjónarmaðurin sigur, at lívið í Stórá og smáu og tilhoyrandi løkj un­ um er ómetaliga nógv broytt, síðan kloakkirnar vórðu førdar út á sjógv. – Áin er ikki at kenna aftur og er nú stúgvandi full av sílum, sum hann tekur til. Palli á Lava Olsen fegnast um, at børnini í bygdini og børn, sum koma til bygdar, aftur kunnu spæla í ánni. – Børnunum dámar væl at spæla í ánni, og um sumrarnar eru tað mong, ið hava ánna sum sítt spælipláss. Ja, eg kann næstan siga, at børnini liva og doyggja í ánni, tá veðrið er gott, sigur umsjónarmaðurin hjá Skálavíkar kommunu, sum eisini fegnast um, at fjøran í Skálavík er vorðin nógv reinari, síðan IRF kom í oynna. vilmund@sosialurin.fo KKir út á sjógv avíK - Áin er ikki til at kenna aftur og er nú stúgvandi full av sílum. Børnini elska at spæla í ánni, tá veðrið er gott, sigur umsjónarmaðurin, Palli á Lava Olsen, sum við einum rennigravara, ið kommunan hevur keypt, syrgir fyri, at kloakkirnar í Skálavík verða førdar úr ánni og út á sjógv