mikudagur 15. september 2010síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. september 2010 · Nr. 133
30
Sosialurin
Oyggjablaðið
Snorri Brend
Søltuvík: Upp gjøgnum øldirnar
eru nógv skip sokkin við Føroyar.
Tað serstaka við Principia úr
Newcastle er, at hetta er størsta
skip sum er sokkið her á landi.
Skipið var 96 metrar langt, 11
metrar breitt og 2749 bruttotons til
støddar, og legði 16. november í 1895
frá landi í skotska býnum Dundee
við farmi til New York. Í lastini
vóru klútar, pappír og tjørutunnur
til USA.
Sambært
upplýsingum
á
alnetinum vóru 28 sjómenn, harav
teir flestu vóru úr Bretlandi og
eitt ferðafólk, umborð á skipinum
sum kom í illveður og fór heilt út
av kós.
Tað gekk hvørki verri ella betri
enn so, at tað rendi á land við
Stóraboða uttanfyri Søltuvík fimm
dagar seinni, 21. november 1895.
Eldur kom í skipið, sum sakk so at
siga beinanvegin.
Bert tann ein maðurin, matrós
urin Heinrich Anders úr týska
býnum Rostock varð bjargaður.
Hann slapp upp á lastalúkuna,
og á henni rak hann norður um
Trøllhøvda, inn í Hestfjørð og yvir
ímóti Gomlurætt, har hann varð
sæddur av einum manni á landi.
Eftir at hava rikið í samfullar 14
tímar í illveðri, varð hann at enda
bjargaður í land og kom í húsið hjá
Jóanesi Patursson í Kirkjubø.
Hann fór aftur til heimland sítt
nakrar dagar seinni, men vitjaði
aftur í Kirkjubø í 1936. Ein partur av
lastarlúkuni er enn til, og verður í
dag brúkt sum borð í Stokkastovuni
í Kirkjubø.
Akkerini
Í 2001, 106 ár eftir vanlukkuna,
vórðu fyrstu stigini tikin til at fáa
akkerini av Principiu upp av hav
sins botni.
Hetta varð gjørt í góðum
sam starvi
millum
kavarar
frá
Frosk mannafelagnum
og Sands Komm unu. Aftaná
sjálva land komuna, varð ar
beitt við at viðgera akkerini á
rættan hátt, soleiðis at tey ikki
saltsprongdust. Tí lógu tey í
fesk vatni í drúgva tíð.
Í 2008 vórðu akkerini
koyrd vest ur til Søltuvíkar,
eins og minn is steinurin varð
bílagdur frá Grót virkinum í
Skopun.
Sitandi kommunustýri, sum
av dúkaði steinin sunnudagin
22. august í ár, er tað triðja í
røðini, sum arbeiðir við ætlanini
um akker og minnistein yvir
Principiu.
snorri@sosialurin.fo
Snorri Brend
Sandur: 6,5 mió krónur.
Tað var inntøkan sum komm
unan fekk fyrra hálvár í ár. Tey
høvdu annars væntað at fáa 6,36
mió krónur inn í skatti.
– Hetta eru umleið 285.000
krónur minni, enn fyri sama tíðar
skeið undanfarna ár, verður sagt úr
Sands kommunu.
Juli og august mánaður í ár
benda kortini á, at úrslitið fyri árið
verður nakað betri enn kommunan
metti. Annars gongur afturá við
fólka talinum heima á Sandi. Fyri
einum ári síðani búðu 573 fólk her,
men í summar var talið komið niður
á 549.
snorri@sosialurin.fo
Molin liðugur
Skúvoy: Arbeitt hevur ver ið við at umvæla molan, sum hevur
fingið stóran brim skaða.
Hóast tarnað av nógvum brimi og vánaligum veðri, hildu
bæði tíðarætlan og kostnaðarætlan, sum var upp á umleið 1 mió
krónur.
Arbeiðið varð avhendað 20. juli, hóast ikki alt var heilt liðugt
tá.
Annars kann nevnast, at landsverk eisini ger ábøtur á vegakerv
og havnarløg í Fugloy, Svínoy, Kallsoy, Myki nesi og í Skúvoy. Í
Stóru Dímun er stuðul latin til liðugtgerð av einum slátur húsi.
snorri@sosialurin.fo
Rak á lastalúku í 14 tímar
MINNISSTEINUR Fyrstu stigini til ein minnisstein í Søltuvík vórðu tikin fyri
níggju árum síðani. Nú er minnissteinurin yvir teir, sum fóru við 3000 tons
stóra enska farmaskipið, Principiu fyri 115 árum síðani vorðin
til veruleika. – Tað vóru mans úr fleiri ymiskum londum
umborð á skipinum. Tí kann hetta gerast ein dýrgripur fyri
útlendingarnar, um altso nøvnini á teimum, sum fórust koma
á minnissteinin, sigur ferðaleiðarin, Sámal Bláhamar
285.000 krónur meiri
SKATTUR Fyrstu 6 mánaðirnir í ár hava víst, at inntøkumetingarnar
hjá Sands kommunu fyri árið koma at halda, um gongdin
seinna hálvár verður tann sama sum fyrra hálvár
Vakri minnissteinurin stendur sum
eitt minni yvir eina hending
sum fór fram fyri 115
árum síðani. Kann vera,
at hesin fer at verða
ferðavinnuni at gagni
Mynd: sandportal.fo
MINNISSTEINUR
Nógv fólk var samankomið sunnudagin 22. august, tá minnissteinurin yvir
teir, sum fórust við Principiu varð avdúkaður í Søltuvík
Mynd: sandportal.fo
HÁTÍÐARHALD