Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-15, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. september 2010síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 15. september 2010 · Nr. 133 Sosialurin Oyggjablaðið Snorri Brend Sandoy: 0,94 prosent! So stór – ella lítil – er aftur­ gongdin av íbúgvum í oynni hesar seinastu níggju mánaðirnar. Tað vísa nýggjastu hagtølini frá Hagstovuni, tá tað snýr seg um gongdina í fólkatalinum kring landið. Fyri Sandoynna er støðan hon, at burðaravlopið er negativt ­ minus fimm – og tað sama er galdandi fyri nettoflytingina, sum er minus átta higartil í ár. Tann bygdin sum hevur merkt mest til hesa afturgongdina er Sand ur, har tað í løtuni búgva 549 fólk, ímóti 557 fólkum við árs­ skiftið. Sandoyggin er haraftrat einasta økið í landinum við negativum burð aravlopi, sum merkir, at fleiri fólk doyðu enn tað vórðu fødd. Ikki Skopun Verður hugt eftir bygdunum í oynni so sæst, at allar hava havt afturgongd í fólkatalinum, undan­ tikið Skopun. Við ársskiftið vóru tey 486 skop­ uningar í tali, og tað var eisini sama tal av fólki við ársskiftið. Í triðstørstu bygdini, Skálavík er fólkatalið minkað við trimum – úr 164 niður í 161, meðan fólkatalið í Húsavík er lækkað við einum, niður í 78. Sama gongdin sæst aftur í grannabygdini, Dalur, har fólkatalið við ársskiftið var 41 og er nú komið niður á 40. Nevnast kann, at hesar fyrstu níggju mánaðirnar í ár, eru seks børn borin í heim á Sandoynni – trý í Skopun og trý á Sandi. 13 fólk færri FÓLKATAL Fyri hálvum øðrum mánaði síðani búðu 1314 fólk á Sandoynni. Hetta eru 13 færri enn við ársskiftið MINKAR Við ársskiftið búðu 41 fólk í Dali, men tað er nú minkað við einum, niður í 40 fólk. Hetta er samstundis minsta tal av íbúgvum seinastu 25 árini Húsavíkar kommuna Vælkomin til Húsavíkar kommunu Sosialurin 341800