mikudagur 15. september 2010síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. september 2010 · Nr. 133
32
Sosialurin
Oyggjablaðið
Vilmund Jacobsen
Tað eru tríggir persónar, sum standa
aftanfyri feløgini, Multitænastuna
og Multigólv, sum veita ymiskar
tænastur og handilin, Ellubitan.
Tey eru Fríði Nolsø, sum er stjóri,
konan Petrina, sum er pedagogur
og hjálpir til við innkeypi til hand
ilin og øðrum – og svágur Fríða,
Sigurd Hentze, sum eigur sín part
í Multigólvi.
Bert í oynni
Fríði Nolsø vísir á, at hóast Sand
oyggin er lutfalsliga lítil í fólkatali,
og marknaðurin er hareftir, hevur
Multitænastan, sum byrjaði fyri
umleið fimm árum síðan, øll
árini havt nóg mikið at gera, tó at
eftirspurningurin eftir tænastuni
sjálvsagt hevur verið skiftandi.
– Multitænastan fæst serliga
við timbur, men sum navnið sigur,
kunnu vit taka okkum av næstan
øllum. Vit byggja hús, gera stórar
og smáar umvælingar. Vit kunnu
sláa grasplenur fyri fólk. Hava fólk
tørv á vasking, útvega vit eisini fólk
til tað. Eg plagi at siga, at einki er ov
stórt – og einki ov smátt. Tað er bara
at seta seg í samband við okkum, og
vit kunnu finna út av tí mesta.
Stjórin sigur, at Multitænastan
hevur tríggjar dugnaligar hand
verk arar í arbeiði í løtuni, men
verður meiri at gera, enn hesir
tríggir kunnu røkka, verður vaksið
um arbeiðsorkuna og soleiðis eisini
um tænastuna.
– Í løtuni hava vit nøkur lut fals
liga stór timburarbeiði koyrandi,
eins og nøkur smáttaríir eisini eru
í gongd.
Multitænastan hevur soleiðis
smíðað eini stór summarhús í
Skálavík, sum Starvsmannafelagið
eigur, og í løtuni er tænastan í
holt við eina høvuðsumvæling av
prestagarðinum á Sandi.
– Í tann mun tað er gjørligt brúka
vit undirveitarar úr Sand oynni til
tey arbeiði, vit ikki gera sjálvi, eitt
nú hvs og máling. Í Skála vík hava
vit málað sjálvi, meðan vit hava
undirveitara til at mála prestagarðin,
leggur Fríði Nolsø aftrat.
Sum nevnt í byrjanini, eigur
Multi tænastan eisini handilin Ellu
bitan, sum serliga selir barnaklæði,
tógv við ymiskum tilhoyri og er
umboð fyri Vodafon á Sandi.
Álegging kring landið
Multigólv er ein fyritøka, sum tekur
sær av gólválegging kring landið, og
her kann talan vera um øll hugsandi
gólv, undantikið flísagólv, ið meiri
hoyrir undir múraraarbeiði.
– Vit leggja nógv gólv í vátrúm
fyri privatfólk. Hetta eru serliga
tey vælumtóktu vinylgólvini. Vit
pussa og lakera eisini gólv fyri
privat fólk, og vit vaska og bona
gólv í handilsbygningum og á skriv
stovum.
Fríði Nolsø vísir á, at gólvarbeiði,
sum Multigólv ger, fyri tað mesta er
uttanfyri Sandoynna.
– Vit eru eisini í samstarvi við
fyritøku í Saltangará, sum selir
tilfar, og har vit síðan syrgja fyri
álegging hjá viðskiftafólkunum.
Stjórin sigur, at Multigólv hevur
umleið hálvt annað ár á baki, og
hetta er ein tænasta, sum eisini
vísir seg at bera til.
– Vit hava í løtuni ein gólv
áleggjara, sum ferðast kring landið,
men verður virksemið størri, kunnu
onnur fólk setast inn, sigur hann.
vilmund@sosialurin.fo
SANDUR Fríði Nolsø eigur og rekur eitt felag, sum rópast Multitænastan. Felagið eigur eisini handilin
Ellubitan og helvtina av felagnum Multigólv, sum fæst við ymiska gólválegging kring landið
Multitænastan ger
bæði stórt og smátt
Multitænastan hevur smíðað eini stór summarhús í Skálavík til Starvsmannafelagið
og er í løtuni í holt við eina høvuðsumvæling av prestagarðinum á Sandi
... í tann mun tað er gjør
ligt brúka vit undirveitarar úr
Sandoynni...
FRÍÐI NOLSØ
Neyðugt at vera
fleksibul í oynni
SANDUR – Tá marknaðurin er lítil, er neyðugt, at ein fyritøka
er fleksibul, sigur stjórin í Multitænastuni á Sandi
Vilmund Jacobsen
Soleiðis, sum Fríði Nolsø greiðir
frá í samrøðuni omanfyri, skilst,
at hugskotið aftanfyri Multi tæn
astuna er ein fleksibul fyritøka og
veitari, sum kann taka á seg nógvar
ymiskar og fjølbroyttar uppgávur.
– Vit arbeiða innan karmarnar av
einum lutfalsliga lítlum marknaði,
har uppgávurnar kunnu verða so
ógvuliga ymiskar. Tað hevur verið
okkara styrki hesi fimm árini,
Multi tænastan hevur verið virkin,
at vit kunnu taka okkum av tí
mesta, sum tørvur er á hjá fólki í
oynni, sigur stjórin í fyritøkuni.
Dugnalig fólk
Fríði Nolsø er sera fegin um tey
starvsfólk, hann hevur aftan fyri
seg – heilt úr handlinum Ellu
bitanum, um Multitænastuna og
til gólváleggjaran, sum arbeiðir fyri
Multigólv.
– Uttan øll hesi dugnaligu fólk,
hevði fyritøkuni ikki verið lív lagað,
er stjórin sannførdur um.
vilmund@sosialurin.fo
Fríði Nolsø er stjóri í Multitænastuni, sum eigur
handilin Ellubitan og helvtina av Multigólv
høvUðSUmvæliNg
StjóRiN