mikudagur 15. september 2010síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Mikudagur 15. september 2010 · Nr. 133
Sosialurin
Oyggjablaðið
Vilmund Jacobsen
Nú er eitt lítið ár síðan, at Brandur
Sandoy gjørdist borgarstjóri í Sands
komm unu.
Hetta er fyrsta skeiðið hjá
honum í kommunalpolitikki, og
hann heldur, at hesir 11 mánaðirnir,
sum farnir eru av tíðini hjá honum
í
borgarstjórasessinum, kanska
hava verið eitt sindur buldrasligir.
Kortini heldur hann, at hetta hevur
verið ein spennandi og áhugaverd
tíð.
Borgarstjórastarvið
í
Sands
kommunu
er
hálvtíðar starv,
men Brandur Sandoy er eisini
seyðabóndi. Hagin, har seyðurin hjá
honum gongur, liggur á eystursíðuni
á oynni, norður móti Skopun.
– Eg havi umleið 200 seyðir.
Hetta tekur ikki so nógv av mínari
tíð til dagligt, undantikið tá farið
verður á fjall, og tá slaktið er fyri
um heystarnar.
Brandur sigur, at Sands komm
una kundi havt borgarstjóra í full
tíðarstarvi, men hevur valt at hava
hetta sum hálvtíðarstarv.
– Eg veit heldur ikki, um
grundarlag
veruliga
er
fyri
fulltíðarstarvi sum borgarstjóri í
kommununi, leggur hann aftrat.
Fólk flyta til
Fólkatalið á Sandi liggur millum
550560, og bygdin er eins og
aðrar bygdir í Sandoynni vorðin
fámentari við árunum.
Borgarstjórin kann tó fegn
ast um, at tríggjar ungar barna
familjur júst eru fluttar til Sands
at búgva.
– Onkur hevur keypt sær hús,
meðan onnur eru farin at leiga og
vilja ivaleyst hyggja seg um, áðrenn
avgerð verður tikin. Hetta eru fólk,
har í minsta lagi annar parturin
hevur røtur í oynni.
Brandur Sandoy kann so leiðis
eisini fegnast um, at barnatalið á
Sandi við hesum tilflytingum fær
eitt skump í rætta endan.
Avtala um skúla
Sands kommuna og Húsa víkar
kommuna, sum eisini fevnir um
Dal og Skarvanes, hava nú gjørt
eina avtalu um samstarv, sum
bæði fevnir um barnagarð og skúla
á Sandi.
– Samstarvið merkir, at børn
í Húsavíkar kommunu nú bæði
kunnu koma í okk ara barnagarð
og
nýggja
barnaskúlan
við
frítíðarskúla, har næmingar í 1.
flokki og til og við 5. flokki ganga.
Brandur Sandoy vísir á, at
Sandoyar
Skúlasamband,
sum
hevur umboð úr komm ununum
í oynni, umsitir samstarvið um
meginskúlan, har næmingar ganga
í 6. flokki og upp í 10. flokk.
– Hetta samstarvið, sum vit nú
hava gjørt við Húsa víkar kommunu,
fevnir soleiðis um børnini, sum
ikki hava aldur til 6. flokk, leggur
borgarstjórin aftrat.
vilmund@sosialurin.fo
Tríggjar nýggjar
barnafamiljur á Sandi
SANDUR Meðan fólkatalið í Sandoynni hevur verið minkandi í fleiri ár, gleðir tað borgarstjóran í
Sands kommunu, Brand Sandoy, at tríggjar barnafamiljur júst eru fluttar til Sands at búgva
... eg fegnist um, at barna
talið á Sandi við hesum
tilflytingum fær eitt skump í
rætta endan...
BRANDUR SANDOY
Samstarvsavtala er nú gjørd millum Sands kommunu og Húsavíkar kommunu, har børnini í Húsavíkar kommunu, sum eisini fevnir um
Dal og Skarvanes, kunnu koma í barnagarð og nýggja barnaskúlan á Sandi, sum eisini hýsir frítíðarskúlanum
Mynd: Álvur Haraldsen