Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-15, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. september 2010síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. september 2010 · Nr. 133 34 Sosialurin Oyggjablaðið Vilmund Jacobsen Fyri umleið einum ári síðan var ein fyrireikandi fundur millum komm­ unurnar í Sandoynni um møguliga saman legging. Borgarstjórin í Sands kommunu, Brand ur Sandoy, ásannar, at tíðir broyt ast og umstøður við. ­ Soleiðis er eisini við tí, tú heldur um ymisk viðurskifti og ymiskar um støð ur. Eg noyðist bara at ásan­ na, at eg havi broytt hugburð um saman legging – frá tí, at eg læt meg stilla upp til bygdarráðsval og til nú, eg havi sitið í bygdarráðnum síð an kommunuvalið seinast. Tað sigur borgarstjórin í Sands kommunu. Gjarna við lóg Brandur Sandoy er rættiliga sann­ førd ur og avgjørdur um, at kom m­ un ur nar í oynni skuldu verið lagdar saman – við lóg, um neyðugt og ongan tíð ov skjótt. ­ Vit eru umleið 1400 íbúgvar í Sandoynni, og eg haldi, at sjálvt hen d an eindin er ov lítil í einari kommunu. Tí haldi eg, at ein felags kommuna í oynni eigur at javn­ stillast við eina kommunu, sum telir umleið 2000 íbúgvar og fáa eina útjavning, sum hevur verið fram mi, eftir hesum. Borgarstjórin er sannførdur um, at ein so lítil kommuna, sum Sand oyggin verður, eigur at fáa eina serskipan millum aðrar størri kommu nur, tá samanleggingarnar eru framdar. Ov lítið umrøtt Sjálvur dugir Brandur Sandoy ikki rættiliga at siga, hvat aðrar komm­ un ur í oynni siga um samanlegging, men hann væntar, at meiriuti er í Sands bygdarráð fyri at leggja alla Sand oynna saman í eina kommunu. ­ Eg havi tó skilt, at eitt nú Húsa­ v íkar kommuna er positiv um saman legging, leggur borgarstjórin aftrat. Brandur Sandoy heldur, at enn er ov tíðliga at meta um, hvar komm unurnar í oynni standa í spurn inginum um eina møguliga saman legging, tá bara hin eini fyri­ reikandi fundurin hevur verið. vilmund@sosialurin.fo ER FyRi saman­ lEgging við lóg SANDUR – Eg havi broytt støðu um samanlegging og eri nú fyri, at øll Sandoyggin verður løgd saman í eina kommunu – við lóg, um tað skal verða, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu ... eg havi broytt hugburð um samanlegging – frá tí, at eg læt meg stilla upp til bygdarráðsval... BRANDUR SANDOY Brandur Sandoy væntar, at meiriluti er í Sands bygdarráð fyri at leggja alla Sandoynna saman í eina kommunu