týsdagur 5. februar 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 24 - 5. februar 2002
Nr. 24 - 5. februar 2002
13
Unga valevni Sam-
bandsfloksins í Vág-
um vil hava bumm-
pengaskipanina undir
Vestmannsundi burt-
ur. Eisini vil hann
hava dagføringar í
Heimastýrislógini.
Tær skulu fylgja
nýskipanaruppskotin
um hjá Sambands-
flokkinum
VALEVNI
Edvard Joensen
Sandavági:
Avtøka
av
bummpengaskipanini undir
Vestmannasundi og nýskip-
an í viðurskiftunum millum
Føroyar og Danmark eru
tvey av høvuðsmálunum
hjá unga sambandsvalevn-
inum í Vágum, Gunnari
Nattestad.
Hann býr í einum gulum
húsum oman fyri vegin i
Giljum í Sandavági. Tann
30 ára gamli Gunnar Natte-
stad, sum er stillaður upp til
løgtingsvalið á sambands-
listanum i Vágum.
Gunnar er miðvingur,
sum er fluttur til Sanda-
vágs, haðani konan, Helga
Nordendahl, er ættað. Sam-
an eiga tey tvey ára gamla
Dávid.
Gunnar Nattestad er út-
búgvin sivilverkfrøðingur
við tjóðar- og virkisbúskapi
sum sergrein. Hann hevur
síðan mai 2000 arbeitt í
Landsbankanum, og er ein
teirra, sum dagliga ferðast
til Havnar til arbeiðis.
Men Landsbankin og
Sambandsflokkurin fylla
kortini ikki alt lívið hjá
Gunnari. Frítíðin verður
eisini væl nýtt, greiðir hann
frá.
Hann er virkin missións-
maður. Hevur tikið nógv lut
í ungdómsarbeiðinum í
missiónshúsinum í Sør-
vági, sum er sera virkið.
At ein miðvingur, sum
fluttur er til Sandavágs,
skal brúka sína frítíð í
Sørvági, heldur hann ikki
vera nakað løgið í.
Hann byrjaði sum heilt
ungur saman við fleiri
øðrum miðvingum at fara
til Sørvágs, har spennandi
ungdómsvirksemi var í
missiónshúsinum, og tað
hevur so hildið við. Um-
framt er hann eisini við í
sunnudagsskúlanum
í
Sandavági.
Men eisini onnur meira
verðslig áhugamál eru at
røkja í frítíðini. Millum
annað sum skrivari hjá
Vága
Handverks-
meistarafelag og formaður i
Vága Vinnufelag. Og so er
tað sjálvandi eisini Sam-
bandsflokkurin, har hann
serliga hevur verið virkin í
Ungmannafelagnum Sam-
band.
Hugsjónir
– Tað eru hugsjónir, sum
gera, at eg stilli upp til val.
Eg vil royna at ávirka
samfelagið. Eisini um eg
ikki verði valdur, havi eg
sum virkin í kjakinum
møguleika at ávirka tey,
sum vald verða. Eg standi
fyri mínum egnu hugsjón-
um og ikki teimum hjá
øðrum. So má veljarin gera
av, um hann vil hava meg
sum umboð, sigur Gunnar
Nattestad,
sum
hevur
greiðar meiningar um, hvat
hann fer at føra fram í
valstríðnum.
Hann hevur býtt sundur í
tveir partar. Tann lands-
politiska og tann lokal
politiska, sigur hann. Tí
hann er greiður yvir, at
valstríðið í Vágum eisini
fer at snúgva seg um lokal-
mál.
Fyrsta málið, Gunnar
Nattestad ætlar sær at
viðgera landspolitiskt, er
ríkisrættarligu viðurskiftini
millum Føroyar og Dan-
mark.
Tað skuldi henda okkurt
eftir seinasta val, sigur
hann, men ásannar í sama
andadrátti, at tað megnaðu
teir, sum nú ráða, ikki at
gera nakað við.
Hann vil hava, at tær
broytingar, sum henda, vera
í samsvar við nýskipanar-
uppskotið, sum Sambands-
flokkurin hevur lagt fram,
ásannandi,
at
Heima-
stýrislógin
treingir
til
ábøtur og dagføringar.
Men sanniliga er eisini
brúk fyri øðrum málum at
viðgera, vísir hann á.
– Nú má annað á borðið
enn bara fullveldi, sigur
Gunnar Nattestad. Skila-
góður eldrapoltikkur má
rekast. Men minst líka
týdningarmikið er, at hugs-
að verður um tær ungu
familjurnar, sum skulu
mynda framtíðar samfelag-
ið í Føroyum, vísir hann á.
Annað enn
pensionistar
Tað er mikið gott við góð-
um umstøðum til pension-
istarnar, sum eisini hava tað
uppiborið.
Men tað er so sanniliga
eisini neyðugt at geva teim-
um ungu barnafamiljunum
livilig kor í landinum, skulu
tey støðast her.
Tosað verður javnan um,
hvussu lítið ein pension-
istur fær at liva av. Men
sannleikin er tann, at tey
ungu fólkini hava ikki petti
meira, hóast tey arbeiða
bæði tvey.
– Tað sigur seg sjálvt, at
fáa tey so betri møguleikar
aðrastaðni, ja so fara tey,
ásannar unga sambands-
valevnið í Vágum.
Hann vil arbeiða fyri,
sigur hann, at tað gerst
lættari hjá barnafamiljum
at hava annað av for-
eldrunum heima hjá børn-
unum í longri tíð. Í hvussu
er tey fyrstu árini hjá barn-
inum.
Tað kann gerast á ymsan
hátt, sigur Gunnar Natte-
stad, sum skjýtur upp, at
broytingar verða gjørdar í
stovnsgjøldunum.
Hann heldur, at gjøldini
eiga at vera soleiðis, at
tann, sum brúkar stovnin,
skal gjalda tann veruliga
kostnaðin. Hinvegin skal so
ein
afturrindanarskipan
vera, sum gevur fóki so
mikið aftur, at tey hava ráð
at hava børn á stovni, um
tey velja tað.
Tey, sum hinvegin velja
at vera heima hjá børn-
unum og soleiðis ikki nýta
stovnsplássið, skulu kortini
hava fyrimunir av tí. Tað
skal gerast við einum
útgjaldi, heldur ungi sam-
bandsmaðurin í Vágum.
Hann metir, at stovns-
plássini eru ein samfelags-
rættur, sum allar barna-
familjur eiga, og tí eisini
rætt til tann pening, tey
spara samfelagnum við ikki
at brúka stovnin.
Lokalmál
Lokalmál eru fleiri at tríva
í, sigur sambandsvalevnið í
Vágum. Tað størsta er at
virka fyri, at bummpenga-
skipanin, sum tosað verður
um í samband við fasta
sambandið
undir
Vest-
mannasundi, ikki verður til
nakað.
Hann ásannar, at tann
peningur, sum partafelagið
Vágatunnilin hevur fingið
til vega til íløguna uttan um
fíggjarlógina,
sjálvandi
skal gjaldast aftur.
– Men tað er órættvíst, at
raksturin av tunlinum og
vegnum í samband við
hann skal gjaldast við brúk-
aragjaldi, Tí tað verður tað
onga aðrastaðni í landinum.
Á tann hátt verða tey, sum
ferðast undir Vestmanna-
sundi, fyri vanbýtið, vísir
Gunnar Nattestad á.
Eisini flogvøllin roknar
hann sum eitt lokalmál. Tí
hann hevur rættiliga stóran
týding fyri oynna.
Hann vísir á, at nú er
neyðugt at finna út av, hvør
hevur ábyrgdina av flog-
vøllinum. Sum er tykist alt
at vera steðgað upp, tí
tvídráttur er um, hvør skal
gjalda
eina
tiltrongda
útbygging av flogvøllinum.
Bæði leingjan av sjálvum
vøllinum og eisini tann
tekniska útgerðin, sum skal
gera vøllin enn tryggari,
enn hann longu er. Fyri ikki
at tosa um sjálvan terminal-
in.
Danir vilja sjálvandi ikki
gjalda ein vøll, sum før-
oyingar vilja yvirtaka. Har
mugu vit so gera av, hvat vit
vilja. Og yvirtaka vit vøl-
lin, skulu vit eisini gjalda
hann, sigur Gunnar Natte-
stad.
Men hann er tó ikki av-
vísandi fyri møguleikanum
fyri, at vit royna at finna
einahvørja avtalu við danir
um at býta kostnaðin.
Eingin kapping
Tað var fyri so vítt eingin
kapping um at sleppa á
sambandslistan i Vágum,
sigur Gunnar Nattestad.
Tað hevur verið siðvenja,
at stóru bygdirnar i oynni
eru umboðaðar á sam-
bandslistanum, og Gunnar
roknar seg sum sanda-
vágsmann á listanum.
Men hann sigur, at hann
ikki fyrr, enn uppstilling-
arfundurin skuldi byrja,
gjørdi endaliga av at stilla
upp. Hann hevur fyrr roynt
seg, men tá var tað sum
umboð fyri Ungmanna-
felagið, sigur hann.
Hesaferð er hann sjálvur
triði á listanum saman við
einum
fyrrverandi
og
verandi løgtingsmanni.
– Men tað mugu teir um.
Eg ætli mær at føra míni
sjónarmið
fram,
sigur
Gunnar Nattestad.
Tað er lætt at vera sam-
bandsmaður
í
Vágum.
Verður úrslitið til løgtings-
valið líka gott sum til fólka-
tingsvalið, eru útlit fyri, at
Sambandsflokkurin
fær
báðar menninar í Vágum.
Burtur við bummpengunum
Tað er órættvíst, at raksturin av tunlinum og vegnum í samband við hann skal gjaldast við brúkaragjaldi, Tí tað verður tað onga
aðrastaðni í landinum
Mynd: Edvard Joensen
Nú má annað á borðið enn
bara fullveldi, sigur Gunnar
Nattestad, valevni
Sambandsfloksin til
løgtingsvalið
Mynd: Edvard Joensen
Trý skip landaðu á
Tvøroyri mánadagin;
í Miðvági er turt gólv
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Djúpvatnstrolararnir, Phoe-
nix og Suðringur, landaðu
ávikavist
100.000
og
160.000 pund til Fiskavirk-
ing á Tvøroyri mánadagin.
Skipini høvdu svartkalva,
kongafisk og upsa. Garna-
báturin, Anita, var eisini á
Tvøroyri mánadagin; teir
høvdu 40.000 pund av
svartkalva.
Bjarni Hansen, virkis-
leiðari, sigur, at nakað av
fiski lá niðurfyri frá sein-
astu viku; so tey hava nóg
mikið av ráfiski til alla hesa
vikuna.
Á Fiskavirking á Tvør-
oyri hava tey arbeitt hvønn
dag, síðan tey byrjaðu aftur,
7. januar.
– Allur svartkalvin verð-
ur skorin við hond, og í dag
hava vit bara 8 hondskerar-
ar. Pláss er til 20. So, hetta
er ein ávísur fløskuhálsur á
virkinum.
Ringt at fáa fólk
Bjarni sigur, at teir hava
nakrar hondskerarar aftrat,
sum vanliga skera svart-
kalva, men hesir kílaskera
flak eisini.
– Vit kundu saktans havt
nøkur fólk aftrat, serliga til
hondskering. Nú er langt
síðan, vit lýstu eftir fólki,
men lýsingarnar góvu eingi
úrslit, hóast hagtølini siga,
at fólk enn eru arbeiðsleys.
Vit hava eisini vent okkum
til ALS, men heldur ikki
har var nakað at heinta hjá
okkum.
Virkisleiðarin heldur, at
tað ivaleyst er »lættari« at
fáa fólk til kílaskering av
flaki enn til at skera svart-
kalva.
– Fingu vit nøkur fólk
aftrat, sum kundu kílaskor-
ið, høvdu vit flutt tey, sum
eru royndari, aftur til svart-
kalvan. Tað hevði økt um
kapasitetin, sigur Bjarni
Hansen.
Turt gólv í Miðvági
Tá ið Sosialurin frætti
mánadagin, høvdu tey á
Fiskavirking í Miðvági
bara fisk til hendan dagin
aftrat; siðan verður helst
turt gólv nakrar dagar, um
ikki okkurt óvæntað stingur
seg upp.
Albert Ellefsen, virkis-
leiðari, heldur, at óstøðuga
veðurlagið í seinastuni er
høvuðsorsøkin til, at minni
fiskur er komin uppá land.
– So, vit vita ikki í løtuni,
hvussu langur steðgurin
verður, sigur virkisleiðarin.
Tey arbeiddu annars hvønn
dag í Miðvági í síðstu viku.
Tað er ein trupulleiki,
at hoyrilíkindini á
VHF’inum eru so
vánalig á fleiri
støðum, at tað er
ómøguligt hjá útróðr-
armonnum at fáa
samband við Tórs-
havnar Radio. - Tað
líkist ongum, at VHF-
sendinetið ikki røkk-
ur á øllum leiðum, nú
vit skriva ár 2002,
sigur Rúna Sivertsen,
løgtingskvinna
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Í samband við, at málsøkið,
»Radiogrundaða neyð- og
trygdartænastan á havin-
um«, verður yvirtikið, hev-
ur Rúna Sivertsen, løg-
tingskvinna, sett Bjarna
Djurholm,
landsstýris-
manni nakrar fyrispurn-
ingar um VHF-sendinetið.
Løgtingskvinnan spyr, á
hvørjum
økjum
VHF-
sendinetið ikki røkkur og
um nakrar kanningar eru
gjørdar í hesum sambandi.
Hon vil eisini hava at vita,
hvat tað kostar at útbyggja
VHF-sendinetið, so øll økir
verða rokkin, og nær vænt-
ast kann, at netið verður út-
bygt, soleiðis at tað røkkur
øllum leiðum í føroyskum
sjóøki.
At enda spyr løgtings-
kvinnan, um tað er lógar-
fest, at bátar, sum er fevndir
av løgtingslóg nr. 72 frá 13.
mai 1992, skulu lurta á
neyð- og kallibylgjuni,
kanal 16.
Neyðugt at kunna
geva boð frá sær
– Sum fiskivinnutjóð hava
vit nógvar útróðrarmenn,
sum fiska á leiðunum nær
landi. Veðrið er óstøðugt og
útróðrarlívið ikki vanda-
leyst. Tí er tað av alstórum
týdningi, at bátar altíð hava
møguleika at geva boð frá
sær, sigur Rúna Sivertsen í
viðmerking til fyrispurn-
ingin.
Hon vísir á, at í løgtings-
lóg frá 13. mai 1992 um
bjargingarútgerð á opnum
bátum og á førum undir 20
tons, er ásett, at neyðsend-
ari av VHF slagi skal verða
umborð. Hesin skal ikki
vera berbarur, men fast-
gjørdur.
– Men hóast henda áset-
ing er ein víðkan í mun til
altjóða áseting, er hetta ikki
nóg mikið, tí VHF ikki
hoyrist á fleiri leiðum,
leggur
løgtingskvinnan
dent á.
– Tað er nevniliga ein
trupulleiki, at hoyrilíkind-
ini á VHF eru so vánalig á
fleiri støðum, at tað er
ómøguligt at fáa samband
við
Tórshavnar
Radio.
Menn, sum rógva út her um
okkara leiðir, siga, at hoyri-
líkindini ikki eru nóg góð,
hvørki í Djúpunum, Kals-
oyarfirði, Eiðisflógva og ei
heldur í í Vestmannasundi,
sigur løgtingskvinnan úr
Norðoyggjum.
Gingu burtur, eingin
hoyrdi neyðarkallið!
Rúna vísir eisini á ein ann-
an trupulleika, sum í hesum
førinum liggur í hondunum
hjá
útróðrarmonnunum
sjálvum. Hetta er, at menn
eru ikki nóg raskir at lurta á
neyð- og kallibylgjuni.
– Fleiri orsøkir kunnu
vera til, at teir ikki lurta,
men hesar eru so ikki nøkur
umbering. Útróðrarmenn
kunnu t.d. gloyma at skifta
á kanal 16, tá ið teir hava
tosað á aðrari kanal. Ein
onnur orsøk er, at menn eru
farnir at nýta fartelefon.
Fartelefonin kann vera
hent, men er sum kunnugt
ikki góðkend sum trygdar-
útgerð.
– Illgruni er um, at menn
eru burturgingnir, tí eingin
hevur hoyrt neyðarkallið
frá teimum. Tað kann ikki
prógvast, at teir hava sent út
neyðarkall, tí teir bóru ikki
boð í bý, sigur løgtings-
kvinnan.
Sendinetið skal gerast
forsvarligt
– Í einum oyggjalandi sum
okkara, við nógv størri hav-
øki enn landøki, er tað
sjálvsagt nógvir, ið hava sítt
dagliga yrki á sjónum. Og
tað eru fá her á landi, sum
ikki ferðast millum oyggj-
arnar, antin til arbeiðis, í
ørindum ella fyri at njóta
vøkru náttúruna.
Løgtingskvinnan heldur,
at tað tí er óskiljandi, at
hoyrilíkindiniikki eru nóg
góð, og at VHF-sendinetið í
2002 ikki er forsvarligt.
– Hesi viðurskifti, sum
fevna um trygd á sjónum,
mugu fáast í rættlag, ong-
antíð ov skjótt. Skip og bát-
ar skulu altíð hava møgu-
leika at senda út neyðar-
kall, sum Tórshavnar Radio
og aðrir bátar hoyra, so
hjálpin kann veitast skjótast
gjørligt.
Rúna Sivertsen heldur
ikki, at krónur og oyru
skulu vera ein forðing fyri
einum forsvarligum VHF-
sendineti í einum landi, har
fiski- og útróðrarvinnan er
ein so týðandi partur í sam-
felagnum.
Tí hevur hon sett lands-
stýrismanninum hesar fyri-
spurningar,
nú
nevnda
málsøkið verður yvirtikið.
Illgruni er um, at útróðrarmenn eru
burturgingnir, tí eingin hoyrdi neyðarkallið
– Sum fiskivinnutjóð hava vit
nógvar útróðrarmenn, sum
fiska á leiðunum nær landi.
Veðrið
er
óstøðugt
og
útróðrarlívið ikki vandaleyst.
Tí er tað av alstórum
týdningi, at bátar altíð hava
møguleika at geva boð frá
sær, sigur Rúna Sivertsen,
sum
hevur
sett
Bjarna
Djurholm, landsstýrismanni,
nakrar spurningar um VHF-
sendinetið
Tørvur á fólki at skera við hond
– Vit kundu saktans havt
nøkur fólk aftrat, serliga til
hondskering. Nú er langt
síðan, vit lýstu eftir fólki,
men lýsingarnar góvu eingi
úrslit, hóast hagtølini siga, at
fólk enn eru arbeiðsleys. Vit
hava eisini vent okkum til
ALS, men heldur ikki har var
nakað at heinta, sigur Bjarni
Hansen, virkisleiðari á
Fiskavirking á Tvøroyri
C
M
Y
K
13
12