Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. februar 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Sveinur Justinussen skeyt tey bæði sein- astu málini hjá StÍF í finaludystinum, men sjálvur tóktist hann ikki vilja gera so stóran háva burtur úr hesum HONDBÓLTSTOS Jákup Mørk Eingin ivi var um, hvør var hetjan í skiftirúminum hjá StÍF eftir dystin. Hóast fleiri kanska hildu, at Mari- an Cirloganescu var mest týðandi leikarin í finaluni, so var tað Sveinur Justinus- sen, sum fekk flestu herða- klappini í skiftirúminum. Ikki minst var tað minni- liga málið, sum hann stand- andi høgdi í trýkantin, sum endaliga avgjørdi dystin, men sjálvur tóktist ungi leikarin ikki at hava hugsað so nógv um týdningin av hesum. Og í øllum førum ikki í skotløtuni. - Tað var ikki nakað, sum eg hugsaði um. Tríggir av okkara leikarum vórðu tá mansvardir, so tað ráddi bara um at skjóta, áðrenn vit vóru dømdir fyri nøl. Tá hugsaði eg so einki um, at dysturin var avgjørdur, men tá eg skoraði seinasta málið, visti eg, at alt var liðugt, sigur ungan hetjan heldur smæðin á at líta. Vil hava fast pláss Smædni kemst helst eisini av, at hetta er fyrsta árið, at hann roynir seg í bestu deildini, og hóast hann hevur verið hampuliga nógv á vøllinum, so heldur hann ikki sjálvur, at hann hevur fingið sítt gjøgnum- brot. Heldur ikki eftir finalusigurin. - Tað hevur ikki gingið so væl, sum eg vónaði tað fór at gera, í ár. Hesa fer var eg kanska eitt sindur eyka uppsettur, men eg stríðist enn fyri at bíta meg fastan á liðnum. Kanska er eitt slíkt avrik, sum hann gav í steypa- finaluni, júst tað, sum honum væntar, áðrenn hann kann fáa endaliga gjøg- numbroti, men sjálvur tókt- ist hann tó at taka alt hóva- stákið kring hetta ógvuliga róligt. - Tað vil eg sjálvandi vóna, at hetta fer at seta meira glið á. Eg skal í øllum førum hava spælið hjá mær at koyra betri, men kanska er tað bara ein spurningur um at fáa hol á, segði dagsins maður á Skála at enda. Nr. 24 • týsdagur • 5. februar 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Við Svøríki sum europameistara og Danmark og Íslandi í hálvfinalunum gjørdist EM í hond- bólti ein sonn sigursgongd fyri norðanlondini HONDBÓLTUR Jákup Mørk Tað var kanska væntandi, at svenska landsliðið á heimavølli skuldi gera ein veruligan vørr til júst lidnu EM-kapping. Ikki minst nú kappast varð á heimavølli. Dramatikkur í finaluni Tað eydnaðist eisini Svø- ríki at vinna gull, men í finaluni stóð heilt nógv á, og tað vóru ikki øll, sum vóru eins fegin um avrikið hjá dómaraparinum í dyst- inum. Støðan var tann, at í seinastu royndini at javna, skiftu sviar málverjan út og ein útispælara inn. Tað eydnaðist teimum eisini at skora, men Týskland hevði framvegis 11 sekund eftir, og hetta nýttu teir til at senda bóltin í manntóma svenska málið. Dómararnir mettu tó iki, at týskararnir skuldu byrja somikið skjótt, og tí varð málið kolldømt. Týskarar- nir vóru sjálvandi í øðini, men líka hjálpti. Tvær ferð- ur fimm minuttir skuldu avgera alt, og einki er at siga til, at tað nú vóru sviar, sum vóru munandi betri fyri sálarliga. Uttan stórvegis hóvasták avgjørdu teir dystin, so- leiðis at endaliga støðan gjørdist 33-31. Tað fer tó uttan iva at vera hangandi í minninum, at hetta var finalan, har dómararnir góvu Svøríki sigurin. Týsku bløðini eru um at kódna í illsinni í hesum døgum, og í Dan- mark tykjast stóru bløðini eisini at vera farin við í herferðini móti Svøríki. Bronsa til Danmark Sum nevnt, so vóru bæði Danmark og Ísland í hálvfinaluni, og hóast tað tá gjørdist til tap hjá báðum, so fáa tey illa verið annað enn nøgd um úrslitið. Ikki síðani glaðu dagar- nar í Los Angeles í ’84 hava danir átt eitt landslið, sum veruliga kann gera seg galdandi í altjóða høpi. Og vónirnar til nýggja unga liðið eru eisini ovurstóran, nú teir longu hava tryggjað sær atgongd til HM. Eisini íslendingar munnu fegnast um avrikið, sum fær teir at minnast stóra gjøgnumbrotið, sum liðið hevði á OL í Seoul í 1988. Tá loyptu íslendingar hvøkk á fleiri mótstøðulið, og tað kunnu teir heilt víst gera aftur. Eisini hóast tapið fyri Danmark gjørdist nóg so greitt. 29-22 var endaliga støðan, men hesi tøl lúgva eitt sindur, tí talan var alla tíðna um ein sera javnan, har størsta danska hetjan var eykamálverjin, Michael Bruun. Vinnararnir vórðu teir somu finalurnar, síða 18-21 Norðurlendsk sigursrøð Tann yngsti var hetjan - Tríggir av okkara leikarum vórðu tá mansvardir, so tað ráddi bara um at skjóta, áðrenn vit vóru dømdir fyri nøl, segði Sveinur um avgerandi málið í dystinum Mynd: Álvur Haraldsen 14 Nr. 24 - 5. februar 2002 Í sínari fyrstu røðu í Fólkatinginum fagn- aði Tórbjørn Jacob- sen nýggju donsku stjórnini fyri at vera meira samstarvs- vinarlig enn undan- farna stjórnin. Anders Fogh Rasmus- sen hevur íbyrt eina vón. Republikkin er í eygsjón, segði Tór- bjørn Jacobsen – á føroyskum. CHRISTIANSBORG JOMFRÚRØÐA Magnus Dam Á sín serstaka hátt og við síni djúpu, kraftmiklu rødd gjørdi Tórbjørn Jacobsen fríggjakvøldið øllum Fólkatinginum greitt, at ein útskifting er farin fram í føroysku umboðanini í Fólkatinginum. Burtur er alt tos um sjálvstýrislóg og eina langa, varliga gongd fram móti føroyskum sjálv- stýri. Tórbjørn Jacobsen hómar republikkina, og sjónligasta progvið er fíggjarlógin, sum var til fyrstu viðgerð henda dagin. Blokkstuðulin til Føroya er minkaður 366,4 milliónir krónur á fíggjarlógini fyri í ár og eftir standa nú 615,5 milliónir krónur. - Hetta ger donsku fíggjarlógina til eitt søgu- ligt skjal í næstan hundrað ára drúgva sjálvstýrisstríð- num í føroyskum politikki. Eitt sjónligt prógv um, at Føroyar eru á veg móti sjálvstýri, segði Tórbjørn Jacobsen, sum hevur vónir um, at Føroyar als ikki standa á donsku fíggjarlóg- ini um fýra ár. Útlini eru bjørt Tórbjørn Jacobsen heldur, at útlitini fyri føroyskum sjálvstýri eru betri nú, enn tey vóru undir stjórnini hjá Nyrup. - Anders Fogh Rasmus- sen kom, sá og sigraði. Eftir vitjanina í Føroyum ivaðist eingin í, at eitt skifti var farið fram. Ein fýra ára langur politiskur ísvetur millum Føroyar og Dan- mark bráðnaði, segði Tór- bjørn Jacobsen. Orðavalið hjá forsætis- ráðharranum er broytt, og nú hava føroyingar fingið at vita, at danskar forðingar ikki verða lagdar í vegin fyri royndirnar at yvirtaka málsøki eftir uppskotinum um sjálvstýri Føroya fólks. Við hesum hevur Anders Fogh Rasmussen íbyrt eina vón. – Lat okkum nú síggja, um orðini og gerðir- nar fylgjast. Tað sær gott út í løtuni, segði Tórbjørn Jacobsen, sum við hesum í huga at enda í røðuni stað- festi – á føroyskum - at republikkin Føroyar er í eygsjón. Tórbjørn hómar republikkina Heindrikkur prinsur er farin í sjálbodna útlegd í Fraklandi, tí hann er ónøgdur við støðuna hjá sær í danska kongshúsi- num. Í donskum fjøl- miðlum ganga giting- ar um, hvørt næsta stigið verður hjúnar- skilnaður frá Mar- grethu drotning. KREPPA Í KONGSHÚSINUM Magnus Dam Danska kongshúsið, sum altíð hevur haft hepna hond við at halda seg langt burtur frá gølum og kreppum, hevur fingið nakrar álvars- ligar skeinur. Heindrikur prinsur hevur alment lagt fram sína ónøgd um støð- una hjá sær í kongshúsi- num, og kongshúsið er ikki longur tað, tað hevur verið. Heindrikur prinsur er for- nermaður. Hann vil ikki vera nummar trý í konga- ligu raðfylgjuni – aftanfyri bæði Margrethu drotning og Fríðrik krúnprins. Hann kennir seg skúgvaðan til viks, og tí er hann rýmdur til slottið hjá sær í Frak- landi at hugsa um sítt lív og sína framtíðar støðu í kongshúsinum. Hetta hevur fingið fjølmiðlar og ser- frøðingar at gita og røða um framtíðina hjá kongs- húsinum. Semja er um, at tað ikki er serliga ”kongaligt” av Heindriki at fara í bløðini við sínari ónøgd, og nógv hava ilt við at síggja, hvat ella hvønn tað veruliga er, sum Heindrikkur er so ónøgdur við. Sjálvur sigur hann, at tað ikki er drotningin og heldur ikki krúnprinsurin, men hvør skal tað so vera, spurdu oddagreinirnar í fleiri bløðum í gjár. Í somu oddagreinum gekk orðið hjúnarskilnaður aftur fleiri ferðir, og spurningurin um, hvørt hetta verður næsta stigið hjá Heindriki. Familjan er saman Heindrikur hevur seinastu tíðina verið einsamallur niðri í Fraklandi, haðani hann er ættaður, og hann hevur fleiri ferðir seinastu tíðina borið seg undan at luttaka alment saman við Margrethu og restini av kongaligu familjuni. Eftir tíðindini um hans- ara ónøgd í blaðnum BT sunnudagin, skundaðu Margretha drotning, Fríð- rikur krúnprinsur og hin prinsurin, Joakim, sær niður til Heindrik í Frak- landi. - Vit eru her fyri at styðja pápa. Tað er rætt, at lagið ikki er serliga gott beint nú, men tað fer at laga seg, segði Fríðrikur við Ekstra Blaðið. Kongshúsið vil annars ikki gera viðmerkingar til kreppuna, men eingin ivi er um, at tey royna at slætta sjógvin og loysa trupulleik- arnar. Í gjár vórðu fjøl- miðlar bodnir at taka myndir av kongshúskinum niðri í Caix, men kongs- hjúnini vildu ikki svara spurningum um støðuna teirra millum. Hóast hann hevur tikið seg aftur til Fraklands í ó- ásetta tíð, so er Heindrikkur ikki heilt givin við at um- boða kongshúsið. Longu í morgin luttekur hann sam- an við Margrethu á einari samkomu í París. Nær hann kemur aftur til Danmarkar, er tað tó eingin sum veit. Men sama, hvussu long tíð gongur, so verður kreppan í kongs- húsinum ikki gloymd í bræði. Fjølmiðlarnir fara uttan iva at varpa nógv ljós á kongshúsið komandi tíð- ina, og spurningurin er, um danska fólkið yvirhøvur skoytir um ein prins, sum ikki hevur tað serliga gott í Danmark og heldur vil sita niðri á slottinum hjá sær í Fraklandi. Prinsur í útlegd Heindrikur prinsur hevur tað ikki gott. Hann kennir seg skúgvaðan til viks, og tí er hann rýmdur til Fraklands, haðani hann er ættaður og hevur tað best. - Fíggjarlógin er søgulig, tí blokkstuðulin til Føroya minkar 366,4 milliónir krón- ur í ár. Og tað hevði verið okkara størsti sigur, um blokkstuðulin er heilt burtur um fýra ár. Tað segði Tór- bjørn Jacobsen í fyrstu røðu síni á Fólkatingi, tá ið dan- ska fíggjarlógin var til fyrstu viðgerð. C M Y K 14