Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. februar 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 24 - 5. februar 2002 17 Sera sannførandi vundu kyndilsmenn burtur úr Tjaldri, sum annars hevði møguleikan at koma upp á triðja plássið HONDBÓLTUR – MENN Jákup Mørk Sum tað varð nevnt í leik- skránni til dystin, so var Kyndil í teirri at kalla óhugsandi støðu, at tað vóru tjaldursmenn, sum vóru favorittar undan dysti- num á Hálsi. Óhugsandi, tí støðan mest sum altíð hev- ur verið soleiðis, at Kyndil telist millum favorittarnar í føroyskum manshondbólti, meðan Tjaldur hinvegin ikki hevur havt tey stóru úrslitini at vísa á. Í ár hevur støðan tó verið heldur øðrvísi. Kyndil hevði longu undan árinum avskrivað mest sum allar vónir um eina topp-plaser- ing, og í grundspælinum ráddi fyrst og fremst um at fáa eitt nýtt lið samanspælt. Tjaldur hevði hinvegin størri vónir, enn teir so ofta áður hava haft. Við trimum sterkum útlendingum á lið- num, og fleiri frægum før- oyskum leikarum hevur lið- ið í ár roynst væl betri, enn teir plaga, og dreymurin um heiðursmerki tykist ikki longur eins kámur, sum hann vanliga er. Klassamunur Tað skuldi tó skjótt vísa seg, at Tjaldur á ongan hátt fór at nærkast heiðursmerk- junum hendan dagin. Kanska var tað óvandi leikluturin sum favorittar, sum tyngdi ov nógv, men í øllum førum sást lítið til tað spælið, sum í seinastuni hevur lyft liðið úr botnstríð- num. Ikki minst verjuparturin var út av lagi vánaligur, og væl uppløgdu Høgni Klein og Bárður Johannesen fingu rættiliga stuttleika sær, tá teir ferð eftir ferð brutu ígjøgnum, meðan verjuleikarar mest sum bert hugdu at. Í álopspartinum gekk tjaldursmonnunum lítið frægari. Her plagar spælið vanliga at verað bygt kring stórskjúttan, Dragis Stojo- vic, og so samspælið mill- um Dejan Zarcevic og Mor- tan Hansen. Soleiðis var eisini sunnudagin, men mest sum hvørja ferð mátti Dejan boyggja seg fyri stór- spælandi Johan Danielsen og hóast Mortan fekk fleiri kassar, so hevði hann nóg mikið at stríðast við inni á strikuni, har Janus Einar Sørensen nú aftur sýnir tey evni, sum í fjør góvu hon- um ein tryggan landsliðs- sess. Mistu luftina Í hálvleikssteðginum høv- du runavíkingarnir helst fingið tosað nøkur viður- skifti upp á pláss, tí eina løtu var líkt til, at teir skuldu taka leiðsluna hjá Kyndli aftur. Spælið hjá teimum grønu vare nú ikki eins sannfør- andi. Verjan hjá runavík- ingum hevði betri tak á, og ikki minst sýndi Dejan La- cok satt stórspæl í máli- num. Fleiri ferðir stórbjarg- aði hann, tá menn gjørdust leysir, og serstakliga mundu hárini hjá Jónleifi Sólsker grána, tá hann tríggjar ferðir upp í slag mátti ásanna, at bólturin kortini ikki skuldi inn um strikuna. Nakað tódnaði eisini millum liðini, og Kyndils- venjarin sá seg eisini noyddan at taka eitt time- out, men tað tóktist ikki at muna. Tað skrædnaði tó aftur, tá Tjaldur miðskeiðis í hálvleikinum fekk tvær útvísingar á rað. Kanska dugdi Kyndil ikki so øgi- liga væl at gera sær dælt av yvirtalsstøðuni, og tá Høgni so fekk triðju útvís- inga, stóð kanska ikki so væl til. Men hetta tók sein- astu luftina úr Tjaldurs- monnum. Spælið datt aftur fullkomuliga saman. At Mortan so eisini fekk bein- leiðis reytt, gjørdi ikki støðuna betri, men tá var longu so langt fráliðið, at tað var øllum greitt, hvør vinnarin skuldi verða. Gongur framá Fyrst og fremst sýndi dyst- urin tað, sum so ofta hevur verið havt á tungu í hesum kappingarárinum. Nevnliga at munurin millum tey fýra niðastu liðini er millum lítil og eingin. At einki av hes- um liðunum vinnur stig, uttan at tað verður arbeitt hart fyri hesum. Tað tykjast teir í Kyndli nú at hava lært, eftir eitt grundspæl, sum heslt er tað vánaligasta í søgu felag- sins. Vánaligu úrslitini tá vóru tó eisini partvíst or- sakað av skaðum, og nú mest sum allur hópurin aftur er komin fyri seg, kann væl vera, at teir fara at arga eitt sindur, og í øllum førum verður tað neyvan soleiðis, at áskoðararnir koma at síggja sítt lið sum hitt niðasta í deildini. Til tess er góðskan á leikaru- num helst ov góð. Dysturin í tølum Kyndil-Tjaldur 30-22 (14-8) Málskjúttar: Kyndil: Bárður Johannesen 7(2), Regin Johannesen 6, Janus Einar Sørensen 5,m Høgni Klein 5, Jónleif Sól- sker 4, Ken Zachariasen 3. Tjaldur: Sverri Justinussen 8(4), Mortan Hansen 6(1), Dragisa Stojovic 5, Jens Martin Knudsen 1, Svein í Heiðunum 1, Hartvig Joen- sen 1. Brotskøst: Kyndil 5, Tjald- ur 5. Útvísingar: Kyndil 7, Tjald- ur 7. Diskvalifikatiónir: Kyndil 1 (3x2 minuttir), Tjaldur 2 (1 beinleiðis og 1 3x2 min- uttir) Dómarar úr Neistanum: Hjalmar Petersen & Kristi- an Johansen. Løgdu alt fyri eitt eina harða linju, og hetta kostaði leikarunum nógvar útvísingar og harav tvær diskvalifikatiónir. Kyndil-Tjaldur 30-22 (14-8): Tjaldur fekk bank Janus Einar Sørensen tykist nú aftur sýnir tey evni, sum í fjør góvu honum ein tryggan landsliðssess Mynd: Álvur Haraldsen 17 16 Nr. 24 - 5. februar 2002 Við at vinna móti Fram styrkti Fleyr um sína oddastøðu í meistaradeildini hjá monnum, og sam- stundis sluppu teir av við annan av FM- kappingarneytunum. Nú sær dysturin millum SÍ og Fleyr í Sørvági út til at gerast tann heilt avgerandi FLOGBÓLTUR Emil Lisberg Jacobsen Fleyr fekk í bæði posa og sekk sunnudagin, tá teir vunnu 3-1 móti Fram í ein- asta mansdystinum hetta vikuskiftið. Eitt var, at teir fingu tvey stig og styrktu um sína støðu sum oddalið, men teir sluppu sær sam- stundis av við annan av FM-kappingarneytunum. Tí við tapinum í Gunda- dalshøllini er Fram so gott sum úti av meistarastríð- num. Tað er enn ov tíðliga at siga fyri vist, at hetta var mønustingurin hjá Fram, men nú kunnu teir ikki longur sjálvir avgera, hvussu langt uppi teir enda. Tað kann Fleyr hinvegin, og í løtuni sær tað bara gott út. Teir eru trý stig framma- nfyri SÍ, sum tó hevur ein dyst færri, og nú sær dyst- urin í Sørvági 3. mars millum SÍ og Fleyr út til at gerast tann heilt avgerandi fyri, hvar gullið endar. Tað var betra liðið, sum vann sunnudagin. Fyrsta sett var tað einasta, sum var veruliga javnt, og tað vann Fleyr 25-22. Í øðrum setti løgdu teir hvítu eisini hart út og komu á odda 13-5. Fram, sum hevði stórar trupulleikar við at vinna nakrar bóltar í servunum hjá sær, fekk fótað sær eitt sindur, men ein so stór leiðsla er næstan ómøgulig at taka innaftur. Settið endaði 25-21 til Fleyr, sum allatíðina hevði tamarhald á støðuni. Í triðja setti var heilt øðrvísi. Nú var tað Fram, sum fekk greiða yvirvág og vann sær eina stóra leiðslu beinanvegin. Teir í Fleyr mundu eisini missa kon- sentratiónina eitt sindur, sum tað sæst so ofta, tá eitt lið hevur vunnið tvey tey fyrstu settini. Tað var eisini ríkiliga uppiborið, at Fram vann hetta settið og skapti eitt sindur av spenningi í dystin aftur. Tryggur sigur Men tað var enn langt eftir á mál hjá teimum svørtu úr Eysturbýnum - ov langt, skuldi tað vísa seg. Tí í fjórða setti var tað aftur Fleyr, sum var omaná frá byrjan til enda. Settið endaði 25-20, og tað hevði eisini verið munurin ein stóran part av settinum, so tann samlaði sigurin bleiv rættiliga tryggur, tá saman- um kom. Og tað var ein týdning- armikil sigur, tí við honum er trýstið framvegis á SÍ, sum nú er trý stig aftanfyri. Dysturin hjá teimum sunnudagin móti Mjølni í Klaksvík varð avlýstur vegna veður. Teir tríggir írestandi dystirnir hjá Fleyr eru ÍF úti, SÍ úti og Mjølnir heima. SÍ hevur Mjølnir og Fram úti og síðani heima- dystir móti ÍF og Fram. Og harumframt hava sørvingar eina steypafinalu at spæla móti ÍF, so dystarskráin hjá teimum sær eitt sindur strævnari út enn tann hjá Fleyr. Men tað fer neyvan at fáa serliga stóra ávirkan. Tað sær av álvara út til, at dysturin SÍ-Fleyr verður altavgerandi fyri føroya- meistaraheitið. Fyri Fram var tapið sunnudagin sjálvandi eitt vónbrot, tí teir eru nú ov langt afturúrsigldir til at kunna gera seg galdandi. Teir kunnu koma upp á 16 stig, men sum nú er, røkkur tað neyvan til gull, tí Fleyr hevur 13 stig og tríggjar dystir eftir. SÍ kann koma uppá 18 stig og hevur tí enn góðar møguleikar. So tað sær út til, at tað verður antin Fleyr ella SÍ í ár. Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 TB 12 11 - 1 34 9 25 15 2 Mjølnir 13 9 - 4 31 18 13 13 3 Dráttur 12 5 - 7 23 25 -2 6 4 ÍF 13 4 - 9 20 32 -12 5 5 Fleyr 12 2 - 10 9 33 -24 3 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Fleyr 13 9 - 4 32 22 10 13 2 SÍ 12 8 - 4 30 17 13 10 3 Fram 13 8 - 5 30 23 7 10 4 ÍF 12 3 - 9 16 32 -16 6 5 Mjølnir 12 3 - 9 16 30 -14 3 Sigurin hjá Mjølni á Kambsdali var ikki óvæntaður, men tað er ein spurningur hvussu nógvan mun hann fer at gera í síðsta enda FLOGBÓLTUR Emil Lisberg Jacobsen Mjølnirkvinnurnar gjørdu sína skyldu og vunnu 3-0 á Kambsdali, men spurning- urin er, hvussu nógv tað fer at muna, tá samanum kem- ur. Tí tær eru enn tvey stig aftanfyri TB og hava nú eisini leikt ein dyst fleiri enn TB-kvinnurnar, sum hava lagnuna í egnum hondum. Sigurin hjá Mjølni var heldur ikki so lættur, sum tað ljóðar, tí í tveimum teimum síðstu settunum kom ÍF heilt upp á 23. Fyri Mjølnir sær út til, at »løbet er kørt« í meistara- deildini. Avgerðin fall, tá tær taptu í Trongisvági. Men enn hava tær steypa- finaluna eftir, og hon er eisini móti TB, so her verður eitt gott høvi hjá klaksvíkskvinnunum at seta nøkur ting uppá pláss... Í landskappingini kann tað enda við, at TB vinnur meistaraheitið í næstsíðsta dystinum, sum er í Klaks- vík. ÍF-Mjølnir 0-3 (17-25, 23-25, 23-25): Mjølnir greiddi skyldina Fleyr-Fram 3-1 (25-22, 25-21, 12-25, 25-20): Fleyr fekk í posa og sekk C M Y K 16