týsdagur 5. februar 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 24 - 5. februar 2002
19
18
Nr. 24 - 5. februar 2002
Spælskiparin hjá
Stjørnuni var ikki
nøgd við avrikið í
finaludystinum.
Ferðin var ov lítil,
helt hon
HONDBÓLTSPRÁT
Jákup Mørk
Tað var ein sjónliga vón-
brotin
Joan
Midjord
Joensen, sum vit fingu
orðið á, tá steypafinalum
hjá kvinnunum var av-
greidd.
Spælskiparin
hjá
Stjørnuni hevði sjálvandi
havt vónir um eitt betri
úrslit, og hóast tað eydn-
aðist Stjørnuni at av-
marka máltalið hjá VÍF
til 22, so tóktist hon alt
annað enn nøgd um
hetta.
- Vit komu for langt
aftur um í fyrra hálvleiki,
og tað megnaðu vit so
ongan tíð at vinna aftur.
Við hesum sipaði hon
sjálvandi
til
seinasta
korterið av fyrra hálv-
leiki, tá VÍF skoraði seks
ferðir á rað, men hon
dugdi tó ikki at siga, hvat
tað var, sum gekk galið
hesa løtuna.
- Tað er so ringt at siga,
at akkurát hatta og hatta
gekk galið. Til tíðir
koyrdi spælið hjá okkum
heilt hampuligt, men vit
megna ikki at halda
ferðini nóg leingi.
- Orkan skuldi annars
verið nóg góð, og í øðr-
um dystum hava vit í
nógv størri mun havt ferð
á, men tað gekk bara ikki
í dag. Soleiðis kendist
tað í øllum førum hjá
okkum á vøllinum. Eg
veit ikki, hvussu dysturin
sá út frá áskoðarapláss
unum, men her inni frá sá
tað als ikki nóg gott út,
staðfesti hon at enda.
- Til tíðir koyrdi
spælið hjá
okkum heilt
hampuligt,
men vit
megna ikki at
halda ferðini
nóg leingi
Mynd: Álvur Haraldsen
Kvinnurnar úr Vest-
manna vunnu aftur í
ár Coca-Cola kapp-
ingina. Sigurin á
Stjørnuni var uppi-
borin, men tað vóru
serstakliga tvær á
liðnum, sum skaraðu
burturúr
COCA-COLA FINALAN
– KVINNUR
Jákup Mørk
Hóast illsliga veðrið hevði
forðað nógvum klaksvík-
ngum í at koma til Havnar,
so mundu karmarnir í
Høllini á Hálsi tó vera so
hampuliga góðir, tá farið
varð undir steypafinalurnar
2002.
Alla staðni var at kalla
stúgvandi fult, og við bæði
sjón- og útvarpi á staðnum
átti hetta í øllum førum
verið nakað, sum fekk
blóðið hjá einstøku leikaru-
num í kók.
Kontantar verjur
Tað var eisini tíðliga greitt,
at Stjørnan so avgjørt ikki
hevði ætlanir um at geva
VÍF nakran lættan finalu-
dyst.
Frá fyrsta bríksli løgdu
klaksvíksgenturnar hart út.
Við einum sera agressivum
eittara varð roynt at byrgja
upp fyri skothóttanini frá
vanliga málsóknu VÍF-leik-
arunum, so hesar í øllum
førum skuldu hóreiggja
sær, sum tær vanliga gera.
Í hinum endanum var
somuleiðis talan um kon-
tant verjuspæl úr ovastu
skuffu. Ferð eftir ferð sóust
tær hjá Stjørnuni eymka
seg, eftir at tær høvdu rent
seg fastar í VÍF verjuna.
Serstakliga riggaði verjan
væl í vinstra borði, har
Adrijana hevði meira enn
trupult við at koma ígjøg-
num.
Sum hálvleikurin leið, so
gjørdist tað alt meira greitt,
at harða kropsliga spælið
hóskaði VÍF munandi betri
enn Stjørnuni. Tær úr Vest-
mannan tóktust í øllum
førum at hava nógv tað
størri
yvirskotið,
báði
kropsliga og sálarliga, og
spakuliga tóku tær at draga
frá á máltalvuni.
Málverjin hjá VÍF
Tað hoyrir eisini við til alt
hetta, at VÍF í Manuelu
Stan hevur í serflokki besta
málverjan í landinum. Áður
er nevnt, at hon er eitt upp-
lagt evni, tá ársins leikari
skal veljast í ár, og í hesum
stendur hon so avgjørt ikki
veikari eftir finaludystin.
Eitt er, at ein málverji
stendir væl, og tekur tað,
sum hon skal gera, men tað
tykist, sum um Manuela
onkursvegna hevur ein
serligan eginleika, sum ger,
at hon altíð stendur væl, tá
tørvurin á tí er størstur.
Í finaluni kom hetta ikki
minst til sjóndar seinastu
fimm minuttirnar undan
steðginum. VÍF hevði tá
togað seg nakað væl fram-
um, men tá tær brádliga
fingu tvær útvísingar á rað,
fór at sansa at.
Millum annað takkað
verið tveimum brotsskasts-
bjargingum
á
rað
frá
Manuelu eydnaðist tó VÍF
at vinna undirtalsstøðuna,
og spurningurin er eisini,
um júst hetta ikki var
avgerandi løtan í dystinum.
Sum um Stjørnan eftir hetta
visti, at tá tær ikki kundu
vinna við seks móti fýra,
hvussu skuldi tað so kunna
ganga við seks móti seks?
Stjørnan-VÍF 18-22 (7-13):
VÍF á greipuferð
Jórunn Ludvig er
nú farin í summar-
frí. Knæið vil ikki
spæla við meira,
sigur hon
HONDBÓLTSPRÁT
Jákup Mørk
Hjá Jórunl Ludvig var
steypafinalan
móti
Stjørnuni seinasti dyst-
urin hetta kappingarárið.
Hon hevur ígjøgnum
stóran part av árinum
drigist við skaða í knæ-
num, og nú heldur hon
ikki, at hon er før fyri at
bíta pínuna í seg.
- Eg varð skurðvið-
gjørd í heyst, men tað
gekk ikki heilt sum tað
skuldi, og hóast eg havi
kunna spælt, so er pínan
alla tíðina versnað.
- Eg vildi tó sjálvandi
hava finaludysti við,
soleiðis at eg um ikki
annað kundi enda árið
gott, og tað gekk so í
øllum førum, segði ein
hóast alt fegin Jórun eftir
finalusigurin.
Tá mest stóð á var
tað stríðsviljin hjá
VÍF, sum gjørdist
avgerandi, helt
Nicolina Eyðbjørns-
dóttir eftir dystin
HONDBÓLTSTOS
Jákup Mørk
Í løtum var talan um
rættiliga kontant verju-
spæl í steypafinaluni,
men hóast hetta, so helt
Nicolina Eyðbjørnsdóttir
eftir dystin, at talan ikki
hevði verið um ein óvan-
liga harðan dyst.
- Sjálvandi vóru tær
ógvuliga uppsettar, og
ein finaludystur er altíð
torførur. Tað gjørdi nokk
sítt til, at dysturin í løtum
gjørdist heldur rótutur,
og til tíðir brendu vit
eisini alt ov nógvar mál-
møguleikar.
Kanska
hongur tað eisini saman
við, at vit høvdu nýtt so
nógvar kreftir í verju-
partinum, tí konsentra-
tiónin var ikki nóg góð
alla tíðina, helt hon.
Um løtuna, tá Stjørnan
hóttti við at eta leiðsluna
hjá VÍF upp, segði Nico-
lina, at hetta sjálvandi
ikki kom serliga væl við
hjá teimum.
- Vit høvdu tosað um
hetta í steðginum, tí vit
vistu, at tær fóru at
stríðast til tað seinasta.
Kanska tóku vit ótilvitað
ov lætt upp fyrstu løtuna
av seinna hálvleiki, men
tíbetur fingu vit so eisini
víst, at stríðsviljin hjá
okkum eisini er góður, og
tað haldi eg varð avger-
andi fyri sigrinum, segði
Nicolina Eyðbjørnsdóttir
at enda.
Sóley Mikkelsen
helt eftir dystin, at
tað hevði verið
teimum ein stór
hjálp, at tær høvdu
roynt at gjørt sum
minst burturúr, at
talan var um
steypafinalu
HONDBÓLTSTOS
Jákup Mørk
Sum nevnt aðrastaðni, so
var ein av stóru leikarun-
um í dystinum liðskipar-
in hjá VÍF, Sóley Mikkel-
sen.
Tá vit tosaðu við hana
undan dystinum legði
hon dent á, at tær royndu
at gera hetta til ein so
vanligan dyst sum gjør-
ligt, og eftir dystin tóktist
hon eisini sannførd um,
at tað var ein av orsøk-
unum til finalusigurin.
- Sæð burtur frá final-
unum, sum eg havi vunn-
ið við VÍF, so havi eg bert
eina aðra ferð verið í
finaluni. Tað var við StÍF,
og tá varð heilt nógv
gjørt burturúr. Vit ótu á
hotelli og gjørdu ting,
sum vit ikki vóru vanar
við, og tá verður tað ov
nógv av tí góða eftir mín-
um tykki.
- Hesa ferð var einasti
munurin tann, at vit ferð-
aðust til dystin saman,
men annars var alt sum
vant, og tað gevur eitt
slag av tryggleika, heldur
hon.
Mistu takið
Um sjálvan dystin helt
Sóley annars, at hann í
høvuðsheitum gekk so-
leiðis, sum tær høvdu
ætlað.
- Tað var bara handan
løtan í seinna hálvleiki,
at vit veruliga mistu
takið. Eisini hóast vit
høvdu tosað um hetta í
hálvleikinum. Tað var í
øllum førum ikki so-
leiðis, at vit hildu okkum
hava vunnið dystin. Vit
søgdu við hvørja aðra, at
alt framvegis var opið, og
at vit í høvdinum skuldu
byrja seinna hálvleik við
støðuni 0-0, men tað
riggaði bara ikki.
- Tíbetur fremja tær tó
nøkur mistøk, so vit aftur
fáa yvirtakið, og at enda
var nokk eingin ivi um, at
vit skuldu vinna, segði
ein fegin steypavinnari
eftir dystin.
Eitt seinasta sprell
Í seinna hálvleiki royndi
Stjørnan eina løtu at gera
eitt sprell, soleiðis at
spenningur aftur kundi
koma í dystin.
Kanska hevði VÍF ótilvit-
að sett ferðina nakað niður,
men undir øllum umstøð-
um so fingu tær ikki loyvi
til at ganga sigurin heim.
Tær máttu stríðast, og tað
gjørdu tær so sanniliga
eisini. Ferðin varð enn eina
ferð sett upp. Verjan gjørd-
ist tættarí og mótálopini
fleiri, og so kom munurin
av álvara í aftur.
Tær øktu upp í 19-13, og
við einum korteri eftir at
spæla í, so var tað nú øllum
greitt, at her fór bert at
gerast talan um hitt eina
liðið. Gaman í fekk Stjørn-
an minkað um munin sein-
astu løtuna, men tað var ov
seint. VÍF eru aftur í ár
steypavinnarar, og sigurin
var fult so uppiborin hesa-
ferð, sum hann var tað í
fjør.
Profilurin
Hóast hondbóltur fyrst og
fremst er eitt liðspæl, so
slepst ikki undan at taka
einstakar av leikarunum hjá
FÍF fram. Leikarar, sum
onkursvegna hava alstóran
týdning fyri avrikið á
liðnum.
Omanfyri hava vit nevnt
Manuelu Stan sum eitt
upplagt evni til ársins
leikara, men eisini leikarin,
sum vann hendan heiðurin í
fjør, er so avgjørt millum
týdningarmestu liðirnar á
VÍF liðnum.
Sóley Mikkelsen er sjáld-
an tann, sum ger mest háva
burtur úr sær sjálvum, men
hetta forðar henni ikki í at
taka
ábyrgd,
tá
nógv
stendur á. Ferð eftir ferð
hevur hon prógvað, at tað
júst er í teimum stóru dyst-
unum, at hon tekur um end-
an, og tað gjørdi hon eisini
hesaferð. Serstakliga fyrstu
løtuna, tá Stjørnan hevði
gott tak á, var týdningur
hennara sjónligur, og ikki
minst var tað hennara fót-
skifti fyri at takka, at klaks-
víkingarnir noyddust at
umskipa verjuna eitt sindur
flatari, so plássið ikki
skuldi gerast ov gott.
Og so skal eisini leggjast
afturat týdningurin, sum
Sóley hevur í verjupart-
inum. Sum so var akkurát
líka mikið hjá henni, um
tað var Joan ella Adrijana,
sum royndi at bróta ígjøg-
num í hennara síðu. Sum
størsta sjálvfylgjan varð
rennibanin hjá áleyparan-
um hvørja ferð avskorin,
soleiðis at støðurnar al-
oftast vórðu steðgaðar, áðr-
enn vandi var á ferð.
Nú skulu hinir leikararnir
hjá VÍF ikki gloymast á
nakran hátt, men tað er ein
sannroynd, at uttan júst tær
báðar, Manuelu og Sóley,
hevði liðið í øllum førum
ikki verið eins einaráðandi,
sum tær hava verið skjótt
tvey ár. Tær høvdu kanska
verið meistarar og kanska
eisini steypavinnarar, men
slíkir leikarar eru sum
skaptar til teir stóru dyst-
irnar, og tað er ein egin-
leiki, sum ofta er gull
verdur. Og tað var hann so
sanniliga eisini leygardag-
in.
Dysturin í tølum
Stjørnan-VÍF 18-22
(7-13)
Støður í dystinum:
2-2, 6-7, 7-13, 11-14, 13-
19, 18-22
Málskjúttar:
Stjørnan: Simona Dziugyte
7(4), Joan M. JOensen
6(1), Anna Kristina Sam-
son 4, Beinta Klakstein 1
VÍF: Soley Mikkelsen 7(2),
Ioana Rápa 6(1), Jórun
Ludvig 4, Nicoleta Radu 2,
Alis Høghamar 1, Nicolina
Eyðbjørnsdóttir 1, Jacklin
Durhuus 1
Brotskøst: Stjørnan 7, VÍF
4
Útvísingar: Stjørnan 5, VÍF
4
Dómarar úr Tjaldri: Kári
Hansen & Trúgvi Morten-
sen. Fingu sum sína sein-
astu uppgávu í ár eina
steypafinalu,
og
hana
greiddi
teir
eisini
so
hampuliga væl.
Stríðsviljin
- Sjálvandi voru tær
ógvuliga uppsettar, og ein
finaludystur er altíð
torførur helt Nicolina um
dystin
Mynd: Álvur Haraldsen
Joan M. Joensen:
Halda ikki ferðini
Seinasti dysturin
Pínan í knænum er nú
somikið ógvuslig, at Jórun
Ludvig ikki fer á vøllin
aftur í hesum
kappingarárinum
Mynd: Àlvur Haraldsen
Tryggleikin
avgerandi
Tróndur Álvsson var
minst líka fegin sum
mamman um
steypasigurin, og ikki
minst mundi tað
kennast stuttligt at
kunna erpa sær fyri
bæði sjónvarpi og
bløðum eftir dystin
Mynd: Álvur Haraldsen
Kvinnurnar hjá VÍF eru annað árið á
rað steypavinnarar. Tó at talan til tíðir
var um ein spennandi dyst, so var
finalusigurin á Stjørnuni fult
uppiborin
Myndir frá dystinum: Álvur Haraldsen
Saman við Manuelu Stan tykist Sóley Mikkelsen at stórtrívast
í týdningarmiklum dystum, og týdningur hennara fyri VÍF
varð enn eina ferð undirstrikaður leygardagin
Stjørnan royndi serstakliga í byrjanini at takla málsóknu
bakspælararnar hjá VÍF. Her hevur Bára fingði fatur í
Nicoletu
C
M
Y
K
18