Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. februar 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 24 - 5. februar 2002 21 20 Nr. 24 - 5. februar 2002 Steypafinalan í mans- hondbólti gjørdist ein sannur gysari. Við tveimum framúrskar- andi málverja- avrikum og stórum einsmansavrikum vórðu áskoðararnir mest sum sleptir upp á fjall, og so gjørdi tað minni, at samlaða leikliga dygdin onkun tíð hevur verið betri COCA-COLA FINALAN – MENN Jákup Mørk Tá alt var liðugt, hevði StÍF annað árið á rað vunnið Coca-Cola kappingina hjá monnum. Somikið stutt er niðurstøðan eftir finaluna, men áðrenn hendan stað- festingin var veruleiki, høvdu mongu áskoðararnir verið vitni til ein sera spennandi og undirhaldandi hondbóltsdyst. Neistin skúmaði fyrst Tað var kanska Neistin, sum fekk tað betru byrj- anina. 3-2-1 verjan tóktist at rigga frá fyrsta bríksli, og í hinum endanum hevði StÍF fyrstu løtuna sera ilt við at fáa fatur á neista- monnunum, har ikki minst Hans Áki tóktist væl upp- lagdur hesa løtuna. Tað gekk tó ikki so long tíð, áðrenn steypavinnar- arnir frá í fjør fingu tak tak á. Ikki minst var tað ein stór hjálp, at Marian Cirloga- nesu togaði tvær brots- kastsbjarginar umframt onkra aðra fram, soleiðis at StÍF einar tvær ferðir kundi revsa Neistan fyri ikki at skora. Teir fingu eisini eitt veru- ligt tak á álopsmonnunum hjá Neistanum. Jacob Jóns- son skaraði kanska framúr hjá Neistanum, men at bæði Áki Mørk og Heini Joensen vórðu hildnir í sera stuttum tjóðri gjørdi so avgjørt sítt til, at StÍF spakuliga tók at draga frá. At Neistin so kortini hekk fast, komst serliga av Jacob, ið sum nevnt skaraði framúr. Fyrstu ferð at- kvøðugreiðsla varð greidd her í Føroyum, varð íslend- ingurin kosin at vera ársins leikari, og verður hetta støðið framyvir, er hann í øllum førum eitt upplagt evni til sama heitið í ár. Bæði við skotum, gjøg- numbrotum og fríspæl- ingum var hann alla tíðina ein støðug hóttan, og um nakað skulu strandingar vera fegnir um, at frí- spælingarnar ikki altíð fingu ta viðferð, sum tær høvdu uppiborið. Skiftandi Ivaleyst var steðgurin kær- komin hjá Neistanum, sum um tað mundi var um at missa takið á dystinum, men fyrstu løtuna í seinna hálvleiki tóktist tað ikki, sum um teir vóru førir fyri at broyta nakað. Strandingar settu fulla ferð á, og við Costin Dumitrescu á odda varð leiðslan mest sum alt fyri eitt økt í fimm mál. Tað kundi líkst eini avgerð, men tað var tað tó ikki. Langt ífrá. Neistin hevði nú sett Petur Magnusson í málið, og hann fór at herma eftir starvsfelaganum hinu megin við at fremja hópin av góðum bjargingum. Samstundis royndi Neistin skiftandi at taka Costin og Artur burtur úr spælinum, og nú fóru veruliga at minka. Eitt skifti var støðan 22- 21, og tá Marius Joensen samstundis fekk eina útvísing, hevði Neistin brádliga betru kortini, men teir tóku ikki av . Líka mikið um talan var um Háfjalssól Veteranurin hjá StÍF var sum vera man fegin um úrslitið, og ikki minst frøddi tað hann, at teir ungu høvdu tikið so nógva ábyrgd á seg HONDBÓLTSTOS Jákup Mørk Ein av royndastu monnun- um hjá StÍF er uttan iva Artur Johansen. Tá vit eftir dystin spurdu hann, hvørt tað lá nakar loyni- dómur í, hvussu teir fyri- reikaðu seg til slíkar dystir helt hann, at tað var tað nokk ikki. - Eg haldi, at sjónvarpið hevur sítt at siga. Næstan allir hesir ungu menninir hava nú tikið sól, síðani vit tryggjaðu okkum finalusessin, tí teir vildu síggja gott út á skíggjan- um. Tað er so í øllum før- um eitt slag av motivatión, heldur hann skemtandi fyri, Um dystin sjálvan helt Artur annars, at tað vóru teir ungu menninir, sum tryggjaðu StÍF sigurin. Bæði Costin og eg vóru fullkomuliga lúgvaðir seinastu løtuna, og tí haldi eg, at tað var eitt stórt mis- tak, at fara út at mansverja okkum seinastu løtuna. Tað gjørdi bara, at vit fingu eitt sindur av luft, og tá teir ungu so fingu betri pláss, tóku teir alt fyri ábyrgd. Ikki minst Svein- ur, sum avger dystin við teimum báðum seinastu málunum. Tað eydnaðist ikki John Petersen at basa sínum egnu, og iva- leyst fer hann at fáa okkurt skotið frá skálafólki komandi tíðina HONDBÓLTSTOS Jákup Mørk Tá StÍF í fjør vann steypa- kappingina, var ein av týdningarmestu leikarun- um í dystinum John Peter- sen. Í ár var tað tó við Neistanum, at John royndi seg í finaluni, og eftir dystin var tað sum vera man eitt sindur av spei- semi við, tá vit spurdu hann, um avgerðin at skifta felag hevði verið hin rætta. - Um tú hugsar um, hvør vann dystin, so spældi eg sjálvandi á skeiva liðnum í dag, men tað má mann so bara taka við, helt hann. Men hvat er tað so, sum ger, at StÍF mest sum altíð reisir seg, tá týdningurin av dystinum er størstur? - Nú havi eg bæði tapt og vunnið steypafinalu við StÍF, so tað er ikki altíð at teir vinna, men teir duga væl at seta seg upp til slíkar dystir. Liðið telir eisini fleiri heilt góðar spælarar, og tá vit royndu at taka teir royndu út, vóru teir ungu til reiðar at taka vyir. Og so skal heldur ikki gloymast, at mál- verjin hjá teimum stóð seg ótrúliga væl. Okkurt skotið Tá vit síðani spurdu John, hvørt tað nú fór at ganga lang tíð, áðrenn hann aftur fer inn á Skála, segði hann, at tað mundi ikki fara at bila. - Tað hevði kanska verið verri, um støðan var hin øvugta. Tá hevði onkur helst verið illur. Nú verður tað meira soleiðis, at eg fari at fáa nøkur skot, men tað má so vera tað. Kanska skuldi eg fingið mær dult telefonnummar, um tele- fonin fer at kima ov nógv, sigur hann enda, eitt sindur hugsunarsamur. Ein av mongu vinmonnu- num hjá John Petersen í StÍF er liðskiparin, Jón Rasmussen, og sjálvsagt ætlaði hann at lata okkurt skotið av móti vinmann- inum komandi dagarnar. - Tað er so heilt víst, at hann kemur at hoyra okkurt, men tað hoyrir við til søguna, at tað var lika við, at hann avgjørdi alt sjálvur ta einu løtuna. Spurdur, um hann hesa løtuna hugsaði um, at kanska skuldi júst John avgera alt, segði Jón, at tað gjørdi hann sum so ikki. - Men tað stóð heilt nógv á hjá okkum, og dysturin kundi so avgjørt farið báðar vegir. Vit vóru tó kanska eitt lítið sindur meira ágangandi, og hetta – saman við avrikinum hjá teimum yngstu á liðnum – gjørdi, at vit hóast alt fingu sigurin. Hjálparvenjarin hjá StÍF helt eftir dystin, at tað var av avger- andi týdningi, at leikararnir hildu høvdið kalt, tá nógv stóð á HONDBÓLTSTOS Jákup Mørk Hjálparvenjari – onkur kallar tað sálarligi ráð- gevin – hjá StÍF hevur seinastu dystirnar verið Sveinbjørn Poulsen, sum annars hevur drúgvar royndir frá hondbóltsspæl- inum. Eftir at hann í 19 ár hevði spælt við á besta liðnum hjá StÍF, roknaði hann tó við, at talan fór at gerast um eina lættari uppgávu, nú hann skuldi standa uttanfyri, men so er kortini ikki, heldur hann. - Eg helt so avgjørt, at hetta fór at verða munandi lættari, men tvørtur ímóti. Tað er nógv strævnari í sín hátt, tí tá tú ert á vøllinum, so fært tú um ikki av- reagerað, tá alt ikki gongst eftir vild. Frið á Sum hjálparvenjari hevur hann ofta til uppgávu at vera eitt slag av stuðli hjá leikarunum, men hóast hann tykist hava røkt hesa uppgávu væl, so dugir hann ikki at siga, akkurát hvussu hann hevur gjørt hetta. - Hesa vikuna havi eg verið sera upptikin av arbeiði, so eg havi mest sum slettis ikki verið við í fyrireikingunum, men undan dystinum royndi eg tó at fáa nervarnar hjá monnunum burtur. Bað teir ansa eftir, at ferðin ikki gjørdist so stór, at vit ikki kundu fylgja við sjálvir. Í mínari verð er tað betri at verða dømdur fyri nøl, heldur enn at skjóta upp á ein 70% møguleika. Tað ræður um at halda høvdið kalt, og tað gjørdi vit eisini í dag, segði Sveinbjørn at enda, meðan heiðursmerki um hálsin minti hann á enn ein steypsigur. Halda høvdið kalt Tapti móti sínum egnu - Næstan allir hesir ungu menninir hava nú tikið sól, síðani vit tryggjaðu okkum finalusessin, sigur Artur um, hvussu strandingar hava fyrireikað seg til finaluna - Tað er nógv strævnari í sín hátt, tí tá tú ert á vøllinum, so fært tú um ikki avreagerað, tá alt ikki gongst eftir vild, sigur Sveinbjørn um nýggja leiklutin - Um tú hugsar um, hvør vann dystin, so spældi eg sjálvandi á skeiva liðnum í dag, men tað má mann so bara taka við, helt John eftir dystin - Tað er so heilt víst, at hann kemur at hoyra okkurt, men tað hoyrir við til søguna, at tað var lika við, at hann avgjørdi alt sjálvur ta einu løtuna, helt Jón Rasmussen um tað at spæla ímóti John Petersen brotskast ella menn komu leysir, so helt Marian alla tíðina strandingum á odda, og so dragnði aftur. Munurin gjørdist tó ong- an tíð stórur, tað sum eftir var av dystinum. Serstak- liga var tað nú John Peter- sen, sum gjørdi um seg á neistaliðnum .Eins og hann ikki vildi vera við undir- lutan móti fyrrverandi lið- feløgunum. Heilt spenn- andi gjørdist tað seinastu tveir minuttirnar ella so. Í eini roynd at skapa ófrið á hjá strandingum, sendi Dia Midjord mest sum alt fólkið út á vøllin at taka vandamestu skjúttarnar hjá StÍF úr dystinum. Ta var tó ikki íroknað, at StÍF hevði enn ein stór- skjútta á liðnum. Blaðungi Sveinur Justinussen hevur í øllum førum geninini í lagi, tá skjótast skal útifrá, og hetta prógvaði hann eisini, tá hálvur annar miunuttur var eftir at leika. Standandi á tríggja metrinum høgdi hann til, og uttan nakran sum helst møguleika hjá Peturi, kleindist bólturin í handara horn. Hetta broytti støðuna til 29-26, og hóast tað fram- vegis var góður minuttur eftir, so stóð nú øllum greitt, at StÍF aftur í hevði fnnið steypakappingina. Málverjin og teir ungu Skal takast samanum sig- urin hjá strandingum, so var mest týðandi liðurin uttan iva framúrskarandi málverjaspælið hjá Marian. Til tíðir líktist hann einum livandi veggi, sum hann tók sær av øllum, og ikki minst var tað nærum stuttligt at síggja, tá hann í ovfarakæti yvir enn eina bjarging tveitti bóltin beint til neistaleikara – bert fyri at fremja enn eina stórbjarging. Í álopsspælinum gekk nógv sum vant kring hend- urnar á Costin Dumitrescu, men tað er sjónligt, at hansara lutur er heldur meira avmarkaður nú, enn hann hevur verið, og var tað ikki so, kundi úrslitið av dystinum lættliga verið eitt annað. Tað var nevnliga í sein- astu avgerandi løtunum, at leikarar, sum vanliga standa í bakgrundini, vórðu noyddir at taka yvir, og tað skal verða lagt afturat, at tað gjørdu teir eisini. Marius, Sveinur og Bent sýndu allir, at verður ikki ansað eftir teimum, so kunnu teir meira enn so gera um seg, og at seks tey seinastu málini hjá stÍF vórðu skotin av hesum leikarum, sigur helst nakað um, hvussu stóran týdning breiddin á liðnum hevði leygardagin. Hvussu var og ikki, so er niðurstøðan framvegis hin sama, sum hon var, tá greinin byrjaði. Strand- ingar eru steypavinnarar, og tað kann eisini leggjast afturat, at hetta var fult uppiborið. Dysturin í tølum StÍF-Neistin 30-28 (15-12): Støður í dystinum: 4-7, 8- 10, 15-12, 18-13, 23,-21, 30-28 Málskjúttar: StÍF: Artur Johansen 8(4), Costin Dumitrescu 7, Sveinur Justinussen 6, Bent Djurhuus 3, Marius Joen- sen 2, Andre F. Danielsen 2, Jón Rasmussen 1, Janus Trygvason 1 Neistin: John PEtersen 9(1), Jacob Jónsson 7, Heini Joensen 5, Hans Áki Dal-Christiansen 5, Áki Mørk 2 Brotskøst; StÍF 5, Neistin 4 Útvísingar: StÍF 6, Neistin 4 Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum. Sýndu alla tíðina gott yvirblikk og tóktust hava tamarhald á støðuni, hóast tað mangan mundi standa nógv við øllum ganginum, sum var í høllini. StÍF-Neistin 30-28 (15-12): Hondbóltur á la Hitchcock Costin Dumitrescu kundi aftur í ár gera ein roynd at bróta takið á høllini, tá hann annað árið á rað hevði vunnið Cocaø-Cola kappingina Mynd frá steypafinaluni: Álvur Haraldsen Í seinna hálvleiki stóð Petur Magnusseon framúrskarandi, og átti hann stóran lut í heiðrinum fyri, at dysturin aftur gjørdist spennandi C M Y K 20