mikudagur 15. september 2010síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
38
Miðvikan
Mikudagur 15. september 2010 · Nr. 133
1. partur
S
ímun Jóhan var ein serstakur
persónur. Hann visti so ótrúliga
nógv. Men til alla lukku eydnaðist
at fáa nokk so fitt av hansara vitan
festa á blað. Eg var so heppin at
vera ein teirra, sum kom at gera
hetta møguligt. Tí er tað náttúruligt,
nú hann er farin, at taka sumt av
hesum fram aftur.
Fyrst skal verða greitt eitt sindur
frá lívinum hjá Símun Jóhan.
Hann var ættaður av Trøllanesi,
sonur Elspu f. Samuelsen, ættað úr
Lorvík, og Óla Wolles í Uppistovu,
sum er ognarleysa húsið á Trølla
nesi. Tað kann verða nevnt, at ein
ættarfaðir hjá Símuni Jóhan er
tann frá Brillumanninum kendi
Skipar Hansen.
Tá ið Símun Jóhan var 7
ára gamal, fekk hann ein lítlan
beiggja, Helga. Fyri at lætta um
hjá mammuni, varð Símun Jóhan
sendur til Eiðis at vera hjá fastr
ini, Oluffu, og manni hennara,
Jóhannes í Miklagarði. Annars vóru
tey 8 systkin, so tað var nóg mikið
at gera heima kortini. Lagnan vildi
tað so, at Símun Jóhan kom at verða
verandi á Eiði, og hann vaks upp
sum sonur í húsinum í Miklagarði.
Góð hava evnini verið. Símun
Jóhan dugdi longu at lesa áðrenn
hann fór í skúla.
Hann kom nógv til Trøllanesar,
har tey eisini »kannaðu« sær hann.
Til skips við Júst
Hjá Símuni Jóhan gjørdist byrjanin
av arbeiðslívinum tað vanliga sum
hjá dreingjum tá í tíðini. Júst fyltur
15 ár fór hann til skips, fyrst við
»Nøvuni«, fyrrverandi »Acorn.« Har
var hann við í tvey ár og fór síðani
við »Atlantsfarinum«, sum fastir
hansara, Anna Isaksen, átti.
Símun Jóhan sigldi fitt við
norðmonnum, sum nógvir eiðis
menn gjørdu tá í tíðini. Hann var
við línuskipinum »Brestir« við Júst
í Túni fyrsta árið í 195758. Seinni
var hann eisini tvey summur á
nótaveiði við »Sildrekanum« hjá
Júst, ið sum kunnugt var fyrsti
føroyski skipari á nótaveiðu.
Byrjaði at smíða bátar
12 ára gamal
Símun Jóhan fór ungur at smíða
bátar. Hetta hevði hann ikki frá
fremmandum. Fosturpápi Símun
Jóhan var bátasmiður, og hann
vildi leggja hetta í fostursonin, sum
eisini dugdi at taka við. Longu 12
ára gamal smíðaði hann saman við
vininum, Páll Mørkøre, sum doyði
blaðungur, ein bát at spæla við hjá
dreingjum. Tá ið hann var 14 ára
gamal, smíðaði Símun Johan bátar
saman við fosturpápanum.
Í 1960 byrjaði bátasmíðið av
álvara. Símun Jóhan fór at smíða
bæði einsamallur og saman øðrum
bátasmiðum. Nakrar vetrar smíð
aðu brøðurnir Andreas og Poul
Jóhannes Poulsen frá Ljósá saman
við honum. So róðu teir út um
summarið.
Fyrsta árið varð smíðað úti. Men
síðan varð smíðað í kjallaranum í
»Mizpa«, samkomuhúsið hjá brøðra
samkomuni á Eiði.
At smíða bátar er eitt serligt
kynstur. Her er einki við tekning
um, sum arbeitt verður eftir. »Tekn
ingarnar« liggja inni í høvdinum
hjá hvørjum einstøkum bátasmiði.
Tí eru bátarnir ymiskir – alt eftir
hvør ið smíðar.
Tað kann nevnast, at tað er
ikki bert í Føroyum, at bátasmíðið
hjá Símuni Jóhan er kent. Fyri
nøkrum árum síðan hevði hann ein
amerikanara í »praktikk« í eitt ár, og
er hesin nú førur fyri at føra júst
bátarnar hjá Símuni Jóhan víðari
handan hav. Eisini hevur hann
smíðað bátar í Danmark millum
annað á víkingabátasavninum í
Roskilde.
Símun Jóhan eigur eisini eitt
heilt fitt íkast í doktararitgerðini
»Hin føroyski róðrarbáturin« hjá
Andrasi Mortensen.
Tað var eisini so heppið, at
Finnbogi Ísakson, sum var systkina
barn Símun Jóhan, fyri nøkrum
árum síðani gjørdi eina sendirøð í
sjónvarpinum av bátasmíðinum hjá
Símun Jóhan Símun Jóhan.
Í 1982 hevði Símun Jóhan eisini
eina drúgva grein um bátasmíð í
Varðanum.
Fróðarmaður var
Eitt sermerki fyri Símun Jóhan var,
at hann var fróðarmaður. Hóast
hann fór av Trøllanesi longu sum
7 ára gamal, so hevði hann tikið
við sær ta serligu mentan, sum
er eyðkend fyri eitt so lítið pláss.
Fosturpápin Jóhannes hevur eisini
verið ein fróðarmaður, sum hevur
dugað væl at greiða frá. Væl hevur
Símun Jóhan eisini dugað at sita
undir. Hann kundi nógv ár aftaná
greiða frá í smálutum tað, sum
Jóhannes hevði sagt honum.
Minnið var framúr. Tað var ein
hending á Trøllanesi, sum Símun
Jóhan mintist, hóast hann bert
var tvey ára gamal. Tað var í 1935,
tá tann 18 ára gamli Jóhannes í
Innistovu, datt oman, tá hann var
og fleygaði. Henda hending var
sjálvsagt ein ræðuligur hvøkkur
fyri eina so lítla bygd, og tann
ófrættadámur, sum fylgdi við, festi
seg í minnið á Símuni Jóhan.
Í síni tíð var Símun Jóhan ein
framúr stuðul hjá FFblaðnum í tess
roynd at festa á blað søguna hjá
fiskimonnum og øðrum “vanligum”
fólki. Veit, at hetta var tilfar, sum
varð virðismett av mongum. Hetta
er eisini komið við í Trøllanes og
Wollessøguna hjá systirsoninum
Jákupi Andreassen.
Pápi mátti konfirmerast
fyri at sleppa til skips
Ein av frásøgnunum hjá Símun
Jóhan var um pápan Óla Wolles:
»Fyrsti túrurin hjá pápa var
við Húsaskonnartini, sum skipið
»Marianna« varð kallað millum
manna. Hann vildi til skips, men
hann hevði ikki fingið prestsins
hond á høvdið. Hetta forðaði
honum eitt ár, men so vildi hann
ikki bíða longur. Nú var hann á
16. ári. Tað var eingin prestur á
Viðareiði um tað mundi, so okkurt
mátti gerast. Abbi og pápi fóru so
til gongu av Trøllanesi heim eftir
oyggj. Á Blankskála var glaðað og
kom langabbi, Óli í Uppistovu, yvir
við báti eftir teimum úr Leirvík. So
gistu teir har.
Her var tað pussiga samanfall,
at bæði ættin av Trøllanesi og úr
Leirvík var úr Uppistovu. Og Óla
navnið var í báðum húsum.
Dagin eftir varð so farið til
gongu út í skúlan í Saltnesi, har
pápi gisti, meðan hann gekk til úti
á Nesi saman við øðrum góðum
garpum og gentum.
Millum konfirmantarnar var
Bartal á Strondum.
Símun Jóhan Wolles seinasti
av gomlu bátasmiðunum
Mikudagin í seinastu viku andaðist Símun Jóhan Wolles av Eiði, 77 ára gamal. Við honum er ein
stórur partur av okkara bátasøgu farin handan sýn saman við nógvari aðrari siðsøgu
Longu 14 ára gamal byrjaði Símun Jóhan av álvara at byggja
bátar saman við fosturpápanum Jóhannes í Miklagarði
Marjun og Símun Jóhan við abbasoninum Símun Jóhan